Profile
Blog
Photos
Videos
Tórsdagin svav eg so endiliga leingi leingi og skuldi faktis ikki hugsa um nakað. Eg skuldi bara skriva søgur um børnini á skúlanum allan dagin og tað gjørdi eg so eisini og bleiv liðug við tað, so tað var ordiliga deiligt. Men eg fekk eisini nýtt veðrið eitt sindur og sat uppi á takinum eina løtu. Men sjálvandi gekk ein eiturkoppur á arminum hjá mær, so eg rýmdi inn aftur eftir eina løtu. Annars hevur tað bara verði ein góður dagur við ikki ov nógvum, ið skuldi náðast.
Fríggjadagin var eg so aftur úti hjá Leif & Susanne og ætlaði mær at printa tað allar síðsta út, men tað gekk ikki heilt sum tað skuldi og knappligt riggaði usb-stikki ikki meira og eg visti ikki hvat eg skuldi gera. Seinnapartin fóru eg so oman til compound'ið og skuldi fara við Grace, einari gentu frá gentuheiminum at vitja mammu hennara, tí hon er sera sjúk og Grace vildi síggja hana. Vit fóru so fyrst á skrelliplássið har mamman skuldi verðið, men hon var har ikki og vit møttu bara mostrini, ið segði at mamman var á sjúkrahúsinum, so vit máttu so pent víðari á sjúkrahúsið. Komin á sjúkrahúsið kundu vit ikki koma inn, tí tað var ikki vitjanartíð. Men so fingu vit loyvið at koma inn, men ikki Grace, tí hon var ov lítli. Men so til endans riggaði alt og vit fóru allar inn til mammuna, men tað var ikki ein serliga góð upplivinig, tí tað lógu sjúkar og rakar kvinnur yvir tað heila. Tað var ein gangur at ganga ígjøgnum, men bara hálvveggin inn til "kømurini" so øll sum gingu framvið sóu allar sjúklingarnar.
Meiningin var so at eg og Isabel, ein amerikanari sum eg búgvi sman við og sum eisini hjálpir til á NLAI, skuldi fara í býin við teimum stóru gentunum frá barnaheiminum at síggja tann nýggja brúðarhandilin og bara njóta býin, men tá vit komu frá sjúkrahúsinum var klokkan blivin ov nógv, so tað mátti bíða til mánadagin.
Leygardagin var eg so aftur á barnaheiminum og hevði spælirúmið opið. Síðani fóru eg, Karen Magrete og Jytte út at eta við skúlastjóranum á NLAI skúlanum, Jane og hennara familju. Eftir tað fóru vit so bara ein gongutúr gjøgnum býin, og at síggja tann nýggja brúðarhandilin. Eg fekk eisini gjørt nøkur ørindi, t.d. at keypa 10 línlás fyri 3 DKKR.
Sunnumorgunin skuldi eg so møta teimum 5 ungu amerikanarunum frá missionær fælleskap, tí tey vildu fegin at vit skuldu "hang out" áðrenn eg fari heim. Tey komu við mær í kirkju í Fidadelfia og eftir tað fóru vit so út at eta og høvdu eina góða og hugnaliga løtu saman. Síðani fór eg sjálv oman á barnaheimið aftur at hava spælirúmið opið eina løtu.
Mánadagin var eg so fyrst uppi í býnum og gjørdi ørindi, síðani fór eg oman á barnaheimið at hava spælirúmið opið eina løtu og nokk eisini fyri seinastu ferð. Síðani fór eg, saman við einum sosial worker, niðan í býin við 8 vaksnum gentum frá barnaheiminum at síggja brúðarhandilin, at heinta ein kjóla, ið eg havi fingið seymaðan til mín og so á eina restaurant at fáa okkum eina sodavatn og ábit. Og á veg til barnaheimið, fóru vit ein túr fram við masai-marknaðinum og tað hildu gentunar var sera spennandi at síggja, hvussu tey lokalu fóru við einum 'Muzungu' (hvítum).
Eg fór so heim at eta nátturða og síðani beinleiðis á barnaheimið aftur. Eg, Jytte og Karen Magrete skuldu hava pyamasparty á gentuheiminum. Og ein legði sera væl merki til at tað var feria og at alt ikki bleiv tikið so tungt. Tær størru genturnar fóru ikki í song fyrr enn eina ferð. Tær sótu leingið uppi og tosaðu við tær eldru, ið ganga á High School á kostskúla úti í býnum.
Í dag vóru vit so sjálvandi tíðliga uppi, men ikki so tíðliga sum genturnar á barnaheiminum vanliga fara upp. Og aftur nú sóu vit hvussu stóran ómak tær gjørdu sær við at vaska alt og gera alt so ruddiligt og pent.
Í morgun bleiv eg eisini noydd at siga bei við tey fyrstu. Tey størru børnini á barnaheiminum fóru missiónstór til Tukana, ið er oyðimarksøkið her í Kenya.
Síðani spældi eg basketball við nøkrum dreingjum eina løtu og so gekk leiðin niðan í býin at fáa usb-skikkið til reparatión. Eg bíðaði eina góða løtu, men teir dugdu ikki at skilja hvat var galið, so eg bleiv biðin um at koma aftur í morgin, so teir kundu arbeiða víðari við tí. So vónandi riggar usb-stikkið í morgin tá eg fari at avheinta tað og eg fái gjørt arbeiði hjá mær liðugt áðrenn eg skal avstað herfrá.
Eftir døgurða fór eg, sum vanligt, niðan á skrelliplássið at verða saman við ommunum. Og hesaferð høvdu eg og Isabel tikið okkurt við til ein drekkamunn til tær, eftir sum hetta var okkara seinasta ferð, at við fóru saman við teimum. Tær vóru sera glaðar og søgdu at tær settu sera stóran prís upp á alla tað tíð, vit høvdu brúkt upp á tær og alt tað vit høvdu lært tær. Og sum tøkk fingu vit 2 armbond, eitt par av oyraringum og eina hálsketu í part, sum tær sjálvar høvdu gjørt.
So í dag er tað veruliga gingið upp fyri mær, at um tveir dagar eri eg á veg heim aftur og eg fari at sakna øll tey eg eri komin at kenna her sera nógvt.
- comments