Profile
Blog
Photos
Videos
Mánadagin var eg úti hjá Leif og Susanne allan dagin og gjørdi papírarbeiði, og um kvøldið var grillparty, har vit øll vóru samlaði, eisini tey nýggju úr DK.
Týsdagin var eg og hjálpti til við at skilja klæðir úr kontainarinum og eitt sindur av teimum nýggju klædnagávunum upp á pláss. Seinnapartin var eg so aftur saman við ommunum við skrelliplássið og har vóru eisini nakrir av teimum ungu amerikanarunum frá trúboðara møtunum við eina løtu. Síðani fór eg til Susan's at fáa pedicure, so eg fekk eisini stuðla henni eitt sindur.
Onsdagin upplivdi eg so tað at vakna áðrenn vekkarin vekkaði, so tað er nakað nýtt fyri meg ;) Annars var eg úti hjá hjá Leif og Susanne allan dagin og gjørdi papírarbeiði og tá vit komu heim var streymurin farin og vit sótu í myrkri heilt til klokkan 22.
Tórsdagin var eg tíðliga uppi tí eg og Tine skuldu niðan í býina at keypa ymiskt, áðrenn vit fóru til graduation hjá Top-Class í barnagarðs-klassanum/skúlanum. Tað byrjaði sjálvandi langt aftaná ætla, so eg fekk ikki verði við til endan, tí eg skuldi út at vitja barnaheimið, ið Nancy, tann vit búgva hjá, stendur fyri. Á veg heim frá graduation sá eg eina lítla (ca. 1 ár ella yngri) gentu sita í føvninginum á mammuni, ið selur maiskolbur fram við vegnum, við einum stórum knívi í hondunum og sat og spældi við hann. Tað var veruliga nakað eg spílaði eyguni eftir.
Vit fóru so til barnaheimið, har 9 gentur húsaðist og tað var sera stuttligt at síggja hvussu alt fyrigekk har, tí tað er stórur munur á tá 60 gentur og 9 gentur húsast saman. Eitt sum eg helt var eitt sindur øðrvísi at síggja var, at tann eina hønan hjá teimum lá deyð í búrinum og so fór ein genta bara inn og tók hana og legði hana klára til nátturða.
Vit vóru so á barnaheiminum eina løtu, og so sóu vit eisini teirra nýggja barnaheim, ið var í ger. Og á veg heim aftur upplivdu vit at verða 24 fólk í einum matatu í eigur at taka 14 fólk. So tað var eisini eitt upplivilsi.
- comments