Profile
Blog
Photos
Videos
Týsdagin var eg aftur úti hjá hjá Leig og Susanne og gjørdi papírarbeiði og um kvøldið var eg við til Missionær Fælleskab, har allir trúðboðarir her í Nakuru møtast eina ferð um mánaðin. Tað var ordiliga hugnaligt og deiligt at tosa eingilskt aftur, og sleppa frá tí danska eina løtu. Vit vóru heili 40 fólk tilsamans, og tað var nógv meir enn tey vanliga eru. Tað vóru eisini nøkur ung úr amerika við, ið eru við einum hjálparfelagsskapi her í 9 mánaðir. Og tey skal eg so hava við niðan á skrelliplássið næstu ferð eg fari niðan har.
Mikudagin gjørdu vit aftur papírarbeiði úti hjá Susanne og Leif, og vit fingu eina rúgvu burturúr. Eg fekk eisini vaska míni klæðir í maskin, so tað var ikki so galið at sleppa frá at vaska alt í hond, einki er sum ein vaskimaskina ;) Men vit fingu so nógv burturúr degnum og vóru ikki heima fyrr enn klokkan 19 um kvøldið, tí vit hildu leingi á og stoppaði upp á vegnum heim við Matatu/bussinum.
Tórsdagin vóru vit aftur úti hjá Susanne og Leif og gjørdu papírarbeiði. Fingu aftur sera nógv burturúr og vóru aftur seint heima.
Fríggjadagin skuldi eg við Susanne, Leif, Karen Magrete og Jytte til Nairobi at avheinta ein bólk av danskarum, ið koma at hjálpa til við kontainarinum, og á vegnum hartil komu vit at koyra aftanfyri eitt tanks eitt petti av vegnum. Fyrst skuldu vit til ymisk hotellir, sum selja smykkurnar frá Kioo Lulu, við nýggjari forsýning. Síðani fóru vit at shoppa eitt sindur og sjálvt um tað er bíligt fær mann brúkt eitt sindur av pengum í stórbýnum. Eg fann endiliga ein handil, ið seldi Converse ella AllStars skógvar og eg ætlaði at keypa 2 pør fyri ca. 700 kr, tað sama sum eitt par kostar í føroyum, og tá eg fortaldi seljarinum um prísin har eg kom frá, segði hann at um eg keypti tvey pør, skuldi eg fáa eitt par fyri einki, so tað var ikki so galið.
Leygardagin var so meiningin at gestinir skuldu koma tíðliga um morgunin, men flúgvarin var forsinkaður, so vit fingu ein eyka dag í høvuðsstaðnum. Fyrst fóru vit at vitja eitt fíla-barnaheim, síðani til Karen Blixen forngripasavnið og til eitt stað har tey gera smykkur, ið minna um tað tær gera á Kioo Lulu, men tað var bara leir perlur. Seinni um dagin fóru vit so í eitt stórt shoppingscentur. Vit hugdu í handlar og so vóru eg og Susanne eisini og fingu manicure. Gestinir komu so seint um kvøldið og harímillum vóru Jóna og Billy Hansen, so endiliga havi eg onkran at tosa føroyskt við. Vit fóru so á eina Café at eta og vóru ikki á hotellinum fyrr enn klokkan 00.30 um náttina.
Í morgun vóru vit so tíðliga uppi. Og eftir morgunmatin byrjaðu vit túrin til Nakuru. Men á vegnum steðgaðu vit við Lake Naivasha, við Sopa Lodge og gingu runt ímillum graffar og waterbucks, síðani fingu døgurða buffet við lekkrum mati, og eftir tað brúktu vit nakrir tímar við svimjihylin, so tað var ordiliga lekkurt og avslappandi.
Og nú eri eg so endiliga heima eftir ein heldur langan túr.
- comments
bjørg Nei, nú vil je sleppa avstað aftur! Aftaná hesa romanina er heilt galið. Heilsa har.