Profile
Blog
Photos
Videos
Nú taki eg mær so endiliga tíð til at skriva henda bloggin ;) Men hann verður eisini eitt sindur langur, tí tað er hent sera nógv síðstu vikuna. Mánadagin fyri eini viku síðan fóru eg, Camilla og Viktoria á safari til MASAI MARA, og tað var heilt fantastiskt. Vit høvdu okkara egna mini buss og fóru avstað áðrenn klokkan 7 um morgunin. Vit komu so til Masai Mara um 13 tíðina og fóru okkara fyrsta safaritúr og fyrsta dagin sóu vit so nógv djór, harímillum apur, giraffar, impala, fílar, wild beast, zebra, leyvur, strutsar og sjálvt eisini ein leopard og nógv nógv annað.
Annan dagin fóru vit avstað tíðliga um morgunin og vóru úti og koyrdu á savannuni líka til klokkan 16.00. Vit koyrdu longur út á savannuna enn fyrsta dagin og sóu tey omanfyri nevndu djórini og meðan vit koyrdu og einki serligt var at síggja komu vit fram á eina leyvu sum sat og helt vakt yvir aðru helvtini av einum giraffi sum hon akkurát hevði eti hina helvtina av. Síðani komu vit fram á 2 leopardar sum lógu og slappaðu av í skugganum av einum træið og eisini eitt leyvupar, har hann leyvan hevði stóran pels/kraga. Vit koyrdu so eisini til grensuna til Tanzania og vóru í Tanzania og Kenya í senn, síðani vóru vit eina løtu í Tanzania og tóku myndir og gingu úti. Tvs at ein leyva ella okkurt hevði altíð kunna komið og fingið fatur á okkum. Síðani fóru vit ein gongutúr fram við ánni Mara og sóu flothestar og krokodillur í ánni og vóru kanska eini 15 metrar frá eini krokodillu. Aftaná tað var døgurðapausa úti í tí villa og meðan vit sótu og ótu har bleiv eitt forferdiligt róp "WATCH OUT for the monkey!". Og sjálvandi trúðu hinar, sum vendu ryggin til, at tað var ein leyva sum kom eftir teimum tí tær hoyrdu bara "Watch out", men eg stóð akkurát uppi og sá apuna koma og taka mítt sunkist og fara avstað við tí upp í eitt træ og so sat hon har og drakk tað.
Tá vit komu aftur frá safari fóru vit oman til bygdina Masai og sóu hvussu fólkini búðu har og vóru inni í teirra myrku og lítlu kúgvamykju hyttum. Og tá sá man veruliga hvussu gott vit hava tað og at vit skulu seta prís upp á tað vit hava, tí tey høvdu akkurát einki. Men allíkavæl vóru teir hægstu í bygdini sera korruptur, tí vit skuldu gjalda fyri at koma inn í bygdina fyri at síggja hvussu tey livdu og innanfyri teirra masai klæðir gingu tey í t-shirt og shorts, so tað var eitt sindur umvent.
Triðja dagin fóru vit avstað áðrenn klokkan 06.30 og sóu tá sólin kom upp og tað var sera vakurt. Og eisini sera kalt. Men vit koyrdu bara rundt í ein tíma og sóu næstan eingi djór so tíðliga um morgunin, men tann næsta tíman eftir tað fekk Viktoria eyga á ein hala uppi í einum træi. Vit funnu so útav at tað var ein leopardur, ið lá og slappaði av har og tað var sera stuttligt at verða tann fyrsti á staðnum og finna eitt djór, sum man ikki ofta sær. Og allir flestu bilarnir sum koyra úti á savannuni hava walkie-talkie, at tosa í so teir vita tá okkurt spennandi hendir, men tað hevði okkara bilur ikki, so vit máttu royna at vinka og fáa fólk at koma at síggja hvat vit høvdu funnið, men tað tók eina løtu áðrenn fólk komu og meðan tað var púra stilt og vit bara stóðu og hugdu at okkara leopardi hoyrdi eg okkurt ganga ímillum trøðini við síðurnar av bilinum og tá funnu vit so ein stóran flokk av leyvum sum gingu í skugganum og mólu. Og eftir hesa hending sóu vit so eisini okkara aðru hyenu á okkara safaritúri, so tað var ein fantastiskur endi á okkara túri at finna eitt so sjálvsamt djór sum ein leopard uppi í einum træði. (Og annars vóru vit sera heldigar, tí vit sóu í alt fýra leopardar á okkara túri.)
Tórsdagin var so ein vanligur dagur, har vit vóru úti hjá Susanne og Leif og gjørdi papírarbeiði, og har fingu vit sjálvandi rugbreyð ;)
Fríggjadagin vóru vit so á centrinum aftur og tá skuldu vit rudda kontainarir við klæðum til børnini á barnaheiminum, tí ein nýggjur kontainari kemur heilt skjótt og tá skal verða pláss fyri tí sum kemur við tí kontainarinum. Men tað blívur skjótt heitt tá sólin er frammi, so tá er tað sera strævið, men tíbetur vóru vit lidnar klokkan 12. Síðani byrjaði okkara weekendtúrur til Kisumu, við hinum sum vit búgva saman við, sum tað síðsti aktiviteturin hesa vikuna. Tað var eisini ein sera góður túrur, sjálvt um tað vóru fleiri ting sum kundu verði betur fyriskipað av okkara guide.
Vit skuldu koyra 4 ½ tímar í minibussi fyri at koma fram, og tá vit komu fram skuldu vit finna eitt bíligari hotel enn tað sum guidin hevði funnið og helt var bíligari. Síðani fóru vit endiliga út at eta, men tá bleiv eg sera illa fyri, eg hevði havt høvðupínu um dagin og tá bleiv tað bara nógv verri, so tað endaði við at eg fór heim á hotellið uttan at eta nakað serligt og spýði og hevði verrið høvðupínu enn eg havi havt í langa tíð.
Men næsta dagin var fragari og dagurin byrjaði við einum ordiliga góðum morgunmati og síðani fóru vit siglitúr á Lake Viktoria. Síðani fóru vit í býin at eta, á eitt museum um kenyenska fólkið, sóu slangur, kenyensk stammuhús og so fóru vit á marked at keypa suveniers, tí fólkini í Kisumu vóru nógv blíðari og ikki so ágangandi sum tey eru í Nakuru, so vit tóku okkum góða tíð at hyggja at tingunum og tað endaði við at eg fekk alt tað sum eg hevði hugsa mær at keypa. Síðani fóru vit heim eina løtu og so var meiningin at fara í eitt stórcentur og út at eta, men centrið var minnið enn SMS og har var ongastaðni at eta ordiligan mat. So guidin skuldi finna okkurt fínari og tað endaði við at hann koyrdi okkum á onkran fínan club, har man ikki fekk nakran ordiligan mat. Men hann kom so ikki við okkum inn í club'an, men fór heim, og vit vendu skjótt út aftur og ein av vaktunum var so blíður at hann fylgdi okkum til eitt stað har man fekk ordiligan mat. Men tað vísti seg so at verða eitt indiskt stað uttan indiskan mat, so tað var ikki heilt tað vit ætlaðu, so vit prøvaðu tredje og lykkernes gang, og tá komu vit til eitt ordiligt, fínt og gott stað, har vit kundu fáa lekkran indiskan mat og tað var eitt so gott kvøld til síðst.
Í dag vóru vit so tíðliga uppi, tí vit skuldu sigla út til eina oyggj og síggja djóralívið og náttúruna har. Men dagurin byrjaði við at ein skrambulkassi av einum bili kom eftir okkum og tað vísti seg at vit skuldu koyra í 1½ tíma fyri at koma til bátin og úti á oynni var ordiliga flott. Har sóu vit so impala'ir og áðrenn vit fóru í bátin aftur sóu vit eina villa apu uppi í einum træði.
Tá vit so komu til lands aftur funnu vit skrambulkassan hjá okkum, ið manglaði eitt dekk. Tað vísti seg so at vit vóru punkteraði á vegnum til bátin. Vit máttu so bíða í ein hálvan tíma eftir dekkinum, tí sjálvandi var einki reservadekk í bilinum og meðan vit bíðaði sat eg og spældi dam við militervaktunum við keiina. Tað var bara sera hugnaligt. Men vit fingu so nýggja" dekkið á bilin og tá vit høvdu koyrt uml. 200 m hoyrdu vit eitt PANG og so var nýggja dekkið eisini brostið. Vit vóru so noydd at bíða eina løtu fyri at fáa motorsykklur, ið kundu koyra okkum út til vegin, og meiningin var at vit skuldu verða 2 á motorsykkluni + chauførin, men tað bleiv so ikki til nakað, tí tað kom ein fittur ríkur maður í hansara nýggja lastbili og bjóðaði okkum við heilt inn til býin, so tað var ordiliga deiligt. Komin inn til býin fingu vit so okkurt at eta og vit fóru ikki út úr býnum aftur fyrr enn klokkan 17, og ikki klokkan 12, sum ætla. Túrurin við bussi vardi eitt sindur leingið, men vit høvdu tað bara festligt í bussinum, so tað gekk skjótt á veg heim, sjálvt um tað var myrkt og virkaði sum tað var sera seint tá vit endiliga komu heim.
Nú eri eg so sera móð, so eg havi ikki rættlisið hetta (men tað er eisini líka mikið) og tað verður gott at sleppa at sova í síni "egnu" song í nátt. Good night folkens :)
- comments
bjørg Wauw wauw wauw! Tú fær alt við. Um tú hevur tíð, so skuldi tú lisið eina bók sum stendur úti hjá Súsannu : "Den hvide Masai".Je lesið hana nú - super. Hav tað ordiliga gott. Je eri enn spent uppá at hoyra frá Antony. Hevur tú ikki tosað við hann enn? Og givið honum pakkan? Alt tað besta framyvir. Jesus er hjá ter.
Mamma Orduliga stuttligt at hoyra alt tú hevue uppliva góða,alt ta´besta .Jesus veri hja tær
Pabba Hetta var áhugavert, at lesa..........hevur tú ikki fleiri myndir, at vísa okkum? Vit høvdu vitjan úr Porkeri leygardagin - so nú hava vit aftur eitt gásapar í stikinum........annars er alt væl her og vóna, at tú/tit hava tað gott - Jesus verði hjá tær.
Alice ja, eg skal koyra myndir á facebook skjótast gjørligt ;) Men eg havi bara møtt antony eina ferð, men eg skal nokk royna at geva honum pakkan sunnudagin Bjørg ;)