Profile
Blog
Photos
Videos
Í dag kom so ein kontainari við gávum úr Danmark til Nakuru og vit vóru við til at tøma hann fyrrapartin í dag. Tað var ótrúligt at síggja alt tað, sum var givið og hvussu gott tað gekk at tøma hann við so nógvu góðum hondum.
Seinnapartin vóru vit so og gjørdi ørindi uppi í býnum og keyptu inn til í morgin, tá vit fara at baka við barnaheimsbørnunum. Og í kvøld vóru vit til fest á barnaheiminum, av tí at ein norskur fólkaháskúli er á vitjan. So tað vóru nógvar framførðslur og góður matur, ordiliga hugnaligt.
Tað er hart at hugsa um, tá man einaferð skal siga bei við hesi børnini, tí man hevur ordiliga knýtt seg til tey, og bara man fer heim um kvøldið, verða tey ordiliga kedd tá man skal avstað, so tað verður forferdiligt tá man skal siga bei og veit at man ikki kemur at síggja tey aftur.
P.S. Myndin er av Grace og Lucy, ið eru sooo góðar við meg :)
- comments
bjørg Hygga tvey trín. Og mammasta sum ter eru fittar. Klemma frá mer.
bjørg Tær síggja út til at hava tað ordiliga gott. Grace hevur fingið kjálkar og eyguni strála aftur. Kannst tú ikki stappa hana niður í kufferti? Je skal vera á fløgvøllinum eftir henni.
Alice Eg kann gott stappa hana niður í kufferti, men tú fært hana ikki ! :p