Profile
Blog
Photos
Videos
Nú eru longu fleiri dagar gingnir síðan eg uppdateraði seinast. Tíðin gongur bara alt ov skjótt, men eg skal royna at greiða frá hvat dagarnir hava gingið við.
Mikudagin vóru vit á skúlanum, inni í einum flokki og hjálpti lærarunum við undirvísingini, men tað skal sigast at tað ikki er sum í Føroyum. Í flokkinum, sum eg var í, vóru 40 næmingar og øll vóru ikki í skúla. Eg sat fyri tað mesta og rættaði, tí allar uppgávurnar sum tey skulu gera skulu hava flugubein við, annars verður tað slett ikki góðtikið. So tað var eitt sindur strævið og óinteressant at sita soleiðis ein heilan fyrrapart, men tað var so ein stór hjálp fyri læraran. Eftir tað vóru vóru vit á Kioo Lulu, har smykkurnar verða gjørda, og vitjaðu tær sum arbeiða har og so sluppu vit eisini at prøva at smelta glas um til perlur.
Hósdagin vóru vit úti hjá Leif og Susanne og gjørdi ein massa av kontórarbeiði, og vit fingu nógv burturúr. Og har fingu vit so eisini ordiligan mat. Rugbreyð, frikkadellir og tað heila.
Fríggjadagin vóru vit á gentuheiminum og gjørdu eitt spælirúm til børnini, og nøkur fá sluppu so inn at síggja hvussu tað sá út og tey sóu rættuliga spent út. Men leygardagin skuldi verða "the official opening" so tað vóru vit so við til í morgum. Børnini vóru ordiliga glað fyri rúmið og hugnaðu sær ordiliga. Eftir at vit høvdu spælt við teimum nakrir tímar stongdu vit so rúmið og skuldu líka halda eina lítla pausu (inni í rúminum) men tá vit so skuldu fara út aftur var hurðin farin í baglás, so har sótu vit so penar. Men tað vardi ikki leingi so fingu tey opna fyri okkum uttanífrá. Tíbetur.
Seinnapartin var so føðingardagur á barnaheiminum og tað sluppu vit so at verða við til. Tað var sera áhugavert at síggja hvussu tey hildu føðingardag og síggja hvussu børnini ótu so góðan mat. Tað var ein sonn fest fyri tey. Og tað var sera amerikanskt við køku og tí heila. Tað er eitt sindur ringt at greiða frá, og eg haldi at tað má upplivast. Vit vóru so á barnaheiminum allan dagin og tað er ikki frítt at man var móður aftaná. So kvøldið í kvøld hevur verði sera avslappandi og vit fóru allar tíðliga í song.
- comments
bjørg Deiligt at sleppa at lesa og deiligt at síggja at tú trívist. Heilsa teimum øllum - og klemma Grace ordiliga nógv. Jesus verið hjá ter.