Profile
Blog
Photos
Videos
Mánadagin hevði Camilla føðingardag og tá var nógv á skránni. Fyrst fingu vit pannukøkur til morgunmat og so fóru vit til Susan til at fáa manicure, pedicure, masage, voksa bein, ordna egnabrýr, andlitsviðgerð og hárkur, so tað var tað reina luksus. Á veg til Susan møttu vit gøtudreinginum Móses, og hann fekk okkurt at eta frá mær, so hann bleiv ordiliga glaður. Aftaná Susan's fóru vit so at eta kinesiskt og so á Masai marknaðin at keypa eitt sindur av souvinir. Og um kvøldið fóru vit so út at eta fínt á einum fínum hotellið, men tað gekk bara alt galið og eg haldi at eg bara sigi tað í stuttum. Tænarin var sløvur, helvtin av menu'ini høvdu tey ikki, vit bíðaðu leingi eftir matinum, høvuðsrætturin kom meðan vit ótu forrætitn, fingu ikki tað sum vit høvdu bestilt og sum stóð á menu'ini, vit fingu nýggjan mat eftir 10 min (sum ikki var meir enn hálvstoktur) og til síðst flótaði bikari yvir, tá supervisor bleiv við at flenna eftir okkum, tá vit royndu at fortelja henni alt, sum var galið. So mánakvøldið rýmdu vit av einum flottum hotellið uttan at hava eti og betalt fyri høvuðsrættin.
Vit fóru so á eitt meiri normalt hotel og har gekk alt bara sum tað skuldi, so vit hildu ein góðan føðingardag til síðst.
Týsdagin vóru vit hjá Susanne og Leif og gjørdu kontórarbeið fyrrapartin og seinnapartin var eg úti hjá ommunum við skrelliplássi. Og har undirvísti eg teimum í at hekla húgvur, so tað var næstan líka sum ein skúlatími, har tær komu og spurdu um tað ið tær gjørdu var rætt, men tað gekk ordiliga gott so tað var ordiliga stuttligt. Á veg heim møtti eg so gøtudreinginum Móses og hann var sera forvitin at vita um eg hevði fortalt Susanne og Leif um hann, men tað hevði eg so ikki fingið gjørt enn, men eg lovaði at fortelja teimum um hann um kvødið, tá eg fór til nátturða hjá Leif og Susanne og tað gjørdi eg eisini.
Onsdagin fóru so Camilla og Viktoria heim, so nú eri eg einsamøll, saman við tí danska parinum, eg búgvi saman við.
Eg var eg hjá Susanne og Leif og gjørdi papírarbeiði allan dagin og um kvøldið hugdu vit at eini seriu alt kvøldið, so tað var ikki ein soooo innihaldsríkur dagur.
Fyrrapartin í dag var eg so aftur hjá Susanne og Leif og gjørdi kontórarbeiði og seinnapartin var meiningin at eg skuldi á ein skúla við skrelliplássið, við einum øðrum voluntøri, sum er sosialráðgevi, at hava ein tíma um barnarættindi, men tá eg kom til skrelliplássið, var tað avlýst tí allir skúlanir fyrireika royndir nú og tað kann ikki forstýrast. So eg fór bara heim í býin aftur at gera ørindi og ymisk sum eg skuldi ordna heima.
- comments
bjørg Góða Alice. Haldi at tú er heilt ótrúliga røsk. Eg eri so rørd yvir at tú klárar alt hatta - at sita úti á ruskdunganum hjá hasum ommunum!!! Ja, tað er nógv meiri enn je bara kann hugsa um. Tú er ein hetja! Nú má je fara at práta við mammu tína og siga henni hvat alt hetta er. Hon kann vera stolt av ter. Og tú sjálv. Hopi at tú er ordiliga frísk aftur. Takk fyri "ørindini" sum tú hevur gjørt. ATB.
Alice Takk fyri tað Bjørg :) Og ja, nú havi eg tað ordiliga gott aftur, havi ikki verði so nógv úti og eti sum í byrjanini, tað hevur sikkurt gjørt sítt :)