Profile
Blog
Photos
Videos
Fríggjadagin vóru vit tíðliga á skúlanum og skuldu hjálpa til við ymiskum fyrireikingum, av tí at 8. flokkur hevði síðsta skúladag, men vit vóru ikki til serliga stóra hjálp og sótu næstan bara og bíðaðu til klokkan 11, tá good luck og farvæl festin skuldi byrja. Men vit hjálptu so til at servera døgurðan til øll skúlabørnini áðrenn festina og sjálvandi byrjaði festin 1 tíma ov seint. So hetta er bara eitt gott bílat av hvussu alt fyrigongur í Kenya, tolsemis land, við at bíða og at alt kemur bara tá tað kemur.
Seinnapartin hevði eg so bara frí og slappaði bara av.
Leygarmorgunin var eg á barnaheiminum og hevði spælirúmið opið og bara hugnaði mær við børnunum. Og allar genturnar skuldu gera hár, so tað var skrekkiligt lív í.
Eg fór so heim aftur seinnapartin, tí um kvøldið skuldi eg hava hugnakvøld saman við gentunum á barnaheiminum og vísa teimum filmar sum Bjørg av Rana og Elin Enni høvdu tikið upp tá tær vóru her fyrr í ár og so skuldi eg yvirnátta har.
Eg kom til nátturðatíð, so eg slapp at eta nátturað saman við teimum, men maturin var blivin eitt sindur kaldur og eg føldi hvussu feitur maturin var, við at feitti setti seg fast upp undir góman.
Aftaná máttu vit bíða til allar genturnar vóru lidnar við tær uppgávunar tær høvdu og so var tíð til film. Men tað gongur ikki altíð sum man sjálvur ætlar, tí fyrst manglaði leidningurin millum sjónvarpið og dvd'in, men hann kundu vit lána frá dreingjaheiminum, og so manglaði eisini fjarstýrarin til sjónvarpið, so man kundi ikki fáa á rásina sum dvd'spælarin var á. So tað bleiv ikki til nakrar filmar, men genturnar vóru glaðar, tí tær sluppu at síggja teirra yndissjónvarpseriu í staðin.
So var songartíð og eg skuldi sova inni hjá 5 gentum, og tað var uttan mýggjanet, men tíbetur hevði eg krem ímóti mýggjabitum og bleiv ikki stungin. Og eg svav ikki sooo illa.
Í morgun blivu vit vaktar klokkan 6, so var andakt og morgunmatur á skránni, og til morgunmat át eg eitt hálvt søtt epli. So vóru tað tær dagligu uppgávurnar sum skuldi gerast áðrenn kirkju og til endans var alt bara skínandi.
Eftir kirkju var eg úti og át saman við teimum donsku konunum sum eg skal ferðast heim saman við og tá eg kom heim og hevði sitið uppi á takinum og lisið í 3 minuttir byrjaði tað at regna, so eg mátti so pent inn aftur.
- comments