Profile
Blog
Photos
Videos
Týsdagin var fyrsti dagur, síðan eg kom her, at eg kundi sova líka til klokkan 10. Vit fóru á barnaheimi klokkan 11, at baka kanelsniglar við børnunum og tað var sera stuttligt. Tey ordiliga hugnaðu sær. Men meðan vit bakaðu, hvar margarin í heilum úr ílatinum og deiggið bleiv eisini stolið av. Og tá sniglanir skuldu leggjast á pláturnar hvurvu eini 8 sniglar, so tað hevur onkur gotta sær við, við at eta teir ráar. Aftaná døgurða blivu sniglarnir so pyntaðir við glasur og krymmel og so var tíð at eta. Vit vóru so á barnaheiminum allan dagin og eg spældi krógva og blunda við børnunum og tað var ein ordiliga hugnaligur og langur dagur við góðum veðrið. Meðan vit vóru uttanfyri, møtti eg eisini ommunum frá skrelliplássinum, tær vóru komnar til okkurt tiltak á centrinum, og tær vístu mær allar húgvurnar tær longu høvdu hekla, og seinni fekk eg at vita, at tær høvdu selt fleiri av teimum, so tað var ordiliga stuttligt at síggja, at tær longu høvdu fingið eina inntøku av tí, sum eg lærdi tær fyri einari viku síðan.
Um kvøldið vóru Tine, Søren og eg so boði til nátturða hjá kokkinum á skúlanum. Tað var eitt ordiliga hugnaligt kvøld og maturin var sera góður, sjálvt um tað var heilt vanligur afrikanskur matur.
Onsdagin vóru vit úti hjá Susannu og Leif allan dagin og arbeiddu við jólabrøvunum til sponsorarnar og komu ikki heim aftur fyrr enn seint um kvøldið.
Í dag vóru vit aftur úti hjá Susanne og Leif og arbeiddu við jólabrøvunum. Vit fóru heim til býin aftur um 4 tíðina og ordnaði ymisk ørindi vit skuldu áðrenn vit fóru heim og so var dagurin liðugur.
- comments
bjørg Raska. Elin og je fara til Lorvíkar leygardagin at hava eitt stuðuls tiltak. Tað er eitt sindur øðrvísi og spennandi. Hugsið, hvar í allari viðu verð hava tygor baka hasar sniglarnar? Í gentuhúsinum?
Alice Ja, eg havi hoyrt um tað :) Ja, tða riggaði fínt, vit gjørdu tað í gentuhúsinum :)