Profile
Blog
Photos
Videos
Fríggjadagin var eg úti hjá Susanne & Leif allan dagin og gjørdi eina rúgvu av papírarbeiði. Leygardagin var eg fyrst niðri á barnaheiminum og hevði spælirúminum opið fyri børnunum, síðani fór eg beinleiðis til Leif og Susanne at gera papírarbeið og kom ikki heim fyrr enn til nátturða og aftaná nátturða helt eg á við arbeiði. Eg gjørdi merkini til Kioo Lulu smykkurnar liður, so tað eri eg liðug við nú. Sunnudagin var eg fyrst í kirkju, og har blivu allir gestinir aftur bjóðaðir vælkomnir sum masai'ar við masai teppum og blómum. Síðani fóru vit út til Lake Elementaita til Sunbird Lodge at eta døgurða og njóta veðrið og útsýnið og síðani fóru vit til Leif & Susanne at eta nátturða. Máadagin fór eg út til Susanne og Leif at gera tað síðsta papírarbeiði, eg skuldi gera áðrenn tey fóru avstað herfrá og fekk faktis ordna tað mesta. Eg bleiv liðug við yvirlitini til mappurnar við øllum søgunum á øllum børnunum í skúlanum og barnaheiminum. Eftir tað brúkti eg so dagin í býnum og hetta var fyrsti dagur eg hevði í býnum í fleiri vikur vidli eg næstan sagt. Um kvøldið var eg so niðri á gestahúsinum, sum kontainaraholdið býr á, til nátturða saman við teimum øllum og Pastor Ford og Manager Chrispus. Týsdagin skuldi eg so út aftur at gera tað allar síðsta papírarbeiði úti hjá Susanne og Leif, so at eg bara hevði sovorit eftir sum eg kundi ordan heima hjá mær sjálvari. Men á veg út til tey við TukTuk'inum var við at enda heilt galið. 3 smádreingir komu rennandi yvir um vegin, og tann fyrsti sá okkum nokk ikki og bleiv við at renna so vit vóru við at koyra á hann og tað endaði við at vit máttu koyra út av vegnum fyri ikki at raka hann, men tíbetur hendi einki og vit kundu bara koyra upp úr 'grøftini' aftur. Seinni um dagin fór eg so út til skúlan við skrelliplássið at verða saman við ommunum og tað var sjálvandi líka hugnaligt sum vanligt. Um kvøldið var so fest á barnaheiminum við góðum mati og nógvum undirhaldi. Hetta var so eisini kvøldið eg var noydd til at siga bei við kontainaraholdið, sum fer heim aftur hósdagin. Tíðliga í morgum fóru eg og Jóna til frisør, og vit brúktu sera langa tíð har, eg fekk lisið eina bók lidna og gjørt eitt sindur av kontórarbeiði, men eg fari ikki at fortelja hvat eg havi gjørt, tað verður eitt yvirraskilsi til eg komi heim. Síðani fóru vit nøkur ørindi í býnum, at shoppa eitt sindur og so á cafá at fáa okkum ein lekkran smootie. Á veg heim hugsaði eg, at eg skuldi spyrja onkran gøtudrong hvar Móses (mín gøtudrongur) var, tí eg havi ikki sæð hann í fleiri vikur nú. Eg tosaði so við ein, og hann segði at hann hevði møtt einum sponsori, ið vildi hjálpa honum í skúla og hevði tikið hann við til Greenich ella okkurt sovorit, har hann skuldi byrja í skúla aftur í januar 2012. So tað er bara at hopa tað besta fyri hann og biðja um at alt má ganga gott og hann má koma væl víðari í lívinum. Um kvøldið var so planurin at eg skuldi halda á fram við papírarbeiði, men sjálvandi fór streymurin tá vit sótu og ótu og eg hevði einki battarí á telduni, so tað mátti bíða eina løtu inntil streymurin eina ferð kom aftur.
P.s. Myndin er av øllum jólabommunum til jólafrokostin vit høvdu í síðstu viku. Akkurát líka sum heima ;)
- comments
Poul J. Jespersen Áhugavert at lesa - vit gleða okkum til tú kemur heim Jesus verði hjá tær/tykkum.
bjørg Leif segði mær hendan dagin, at Alice er en kæmper. Tað síggi je her. 1000 takk fyri alt sum tú hevur gjørt har niðri.