Profile
Blog
Photos
Videos
Í gjár var so okkara fyrsti frídagur vóru vit so túr uppi við eitt gamalt útdeytt eldgos. Vit fóru heimanífrá klokkan 8 um morgunin og vóru ikki heima aftur fyrr enn klokkan 7. Vit vóru fyrst upp í einum fuglatorni og sóu útsýni har frá, hvussu kempi stórt alt var. Síðani klatraðu við niður í eldgosi og gingu ein túr har, ótu matpakka og slappaðu av eina løtu, síðani gekk leiðin upp aftur og tað var ikki bara sum at siga tað, tí sólin stóð hægst á himli og tað var sera ringt at anda á veg upp, so tað tók eina løtu inntil vit vóru heilt uppi.
Tá vit komi heim, sluppu vit so endiliga í brús, men sjálvandi var streymurin farin, so tað var einki heitt vatn. So dagurin endaði við einum ísakøldum brúsubaði. Og tað vil eg ikki anbefalla nøkrum, tí energiið sum var eftir, bleiv sogið úr einum. So eftir nátturða fór eg so beint í song og svav líka til morgunin eftir.
Í dag skuldi eg so verða heima og gera papírarbeiði, so tað var ikki so galið, eftir ein langan og strævnan túr í gjár.
Klokkan 15.00 skuldu vit so á skúlan við skrelliplássið at verða saman við ommunum. Tað eru ommur sum passa ommubørnini, tí foreldrini at børnunum eru rýmd ella tí tey eru deyð.
Vit vóru so har eina løtu og sóu hondarbeiði tær gjørdu, fyri at vinna sær eitt sindur av pengum fyri lívsins uppihald. Og so keyptu vit eisini okkurt tær gjørdu, fyri at stuðla teimum.
Vit fóru so heim til nátturða og nú, klokkan 20.15 er streymurin so aftur farin…. Thats life here in the land of patience…
- comments
bjørg Raska Alice. Drív á. Gott at tygor eisini uppliva okkurt av tí hugaliga og stuttliga. Har úti við eldgosið er ómetaliga vakurt - tú má eisini fara eitt lítið sindur longur út, til eina lodge sum eitur ....minnist ikki beint nú. Har er so extremt vakurt. Hugsið um at yvirnátta har. Tað er super. Alt tað besta, heilsa har. ...jú: Sunbird logde.