Profile
Blog
Photos
Videos
Alice'a S.T.E.P.
Í dag vóru vit so aftur í kirkju og tað var sera áhugavert. Øll tey vitjandi, tað vil siga øll tey sum eru og hjálpa til hjá New Life, vóru biðin um at koma fram og so fingu vit gávur. Vit blivu latin í sandalur av bildekki og eitt masai-teppi. Tað er so national búnin hjá masai fólkunum, tað eru tey sum búgva úti millum tey villu djórini. Og so fingu vit eisini eina blómubukett.
Eftir tað vóru vit úti og ótu, og so var meiningin at vit skuldu fara á barnaheimið at spæla við børnini har, men tað bleiv so ikki til nakað, tí eg eri meir ella minni sjúk, so eg havi sovið allan dagin. Men vónandi verður tað fragari, tí í morgin fara vit niðan á eina gamla vulkan, og tað vil eg gjarna sleppa við til.
- comments
bjørg Nei nei. Nú verður tú ikki sjúk har niðri. Op på hesten igen, du.
Helen Ljódar spennandi hjá tær :) Vónandi verdur tú ikki sjúk :)
Alice Nei, tað vardi bara 1-2 dagar... Nú eri eg heilt frísk aftur ;) Bara deyð í ansperru :P