Profile
Blog
Photos
Videos
Í gjár gloymdi eg skriva mítt highligth av degnum. Á veg heim úr býnum møtti eg einum gøtudreingi, Moses, og vit fingu eina ordiliga góða samrøðu á vegnum. Eg kundi hugsa at hann fór at stjala frá mær ella okkurt, men tað vóru fólk rundan um okkum, so eg var ikki bangin fyri nøkrum og vit fingu eina ordiliga góða samrøðu uttan at hann biddaði ella nakað. Hann segði at familjan hjá honum hevði eftirlatið hann her og at hann bara hevði gingið í skúla til 6. flokk. So eg fortaldi honum um tað sum Susanne og Leif gera fyri gøtubørn og at eg vildi fortelja teimum um hann. Men tá eg so skuldi siga bei, segði hann at hann ikki hevði fingið nakað at eta tann dagin, men tíverri hevði eg akkurát givið einum øðrum gøtudreingi mítt chips eg hevði í taskuni, so eg hevði einki at geva honum. Men eg lovaði at eg skuldi leggja okkurt í taskuna, so eg hevði okkurt við til hann næstu ferð eg møtti honum. So tað má man hopa at eg geri aftur J
Í dag hava vit annars verði á barnaheiminum og havt spælirúmið opið og bara hugna okkum við børnunum. Og eg var ikki heima fyrr enn klokkan 16 í dag, tí eg var eisini við til ein fótbóltsdyst ímillum dreinginir á barnaheiminum og eitt annað barnaheim.
Og í kvøld fingu vit ordiliga lekkran døgurða og so hava vit bara slappa av annars.
- comments
bjørg Oje, hasið trýnini kenni je. Ver ordiliga góð við ter.