Profile
Blog
Photos
Videos
Í gjár vóru vit eisini og sóu okkum um á centrinum, tað er har sum skúli, samkoma, barnaheim og krisucentur er. Men í dag fingu vit ein ordiligan rundvísningstúr og sóu hvussu alt fyrigekk har. Fyrst skuldu eg, Camilla og Viktoria hjálpa til við at skera 120 kálhøvd, men tað gekk bara gott og eingin fingur bleiv kappaður av. Síðani vóru vit á smykkufabrikkini ein túr og sóu hvussu tey gjørdu glasperlurnar. Eftir tað fóru vit at hjálpa til at servera matin fyri teimum 550 skúlabørnunum og tað var eitt ordiligt upplivilsi at síggja hvussu tað fyrigekk. Vit hjálptu eisini kokkinum at skilja steinar og gras frá bønunum, sum tey skuldu hava at eta í morgin, eina løtu áðrenn vit fóru heim. Síðani fóru vit út at eta og á innkeyp og so heim eftir ein langan dag á centrinum. Og aftur í kvøld hava vit sitið uttan streym nakrar ferðir. Í gjár var streymurin vekk í næstan 3 tímar so tað er eisini nakað øðrvísi, ein skal venja seg við, í mun til har heima.
- comments