Profile
Blog
Photos
Videos
Hi mates :)
Í dag komu vit so til AUSTRALIA! :) Happy days! (hetta er mest sagdur setningur hjá fólkunum í Australia). Vit flugu fyrst í 4,5 tímar til Darwin, men vóru tó 2 tímar forsinkaðar, av tí at ein cyklon júst hevur verið í Darwin. Vit vóru tó øgiliga heppnar, tí einki flogfar hevur flogið til Darwin nú í fleiri dagar. Okkara var tað fyrsta. Tær donsku genturnar, sum vit eru komnar at kenna, Sofie og Matilde, høvdu bíða í Singapore í tveir dagar, av tí at øll flogførini vóru avlýst. Til alla lukku fingu tær, tveir teir seinastu ferðaselarnir til sama flogfar, sum vit skuldu við. Í flogfarinum sótu vit beint við eina neyðhurð. Tá man situr við eina neyðhurð, hevur man ábyrdina at opna hurðina, um okkurt skuldi hent. Men tíbetur fingu fólkini, ið sótu beint aftan fyri okkum ta ábyrdina. Túrurin í flogfarinum var fínur, men vit fingu tó lítið og einki av svøvni.
Tá vit komu á flogvøllin í Darwin, skuldu vit bíða í 45 min, áðrenn vit sluppu víðari. Vit flugu við sama flogfari víðari til Cairns. Hesin flogtúrurin vardi bert í 2,5 tímar. Vit vóru tær síðstu ígjøgnum pass-kontrollið, so bert okkara bagaga lá eftir á rullubandinum, tá vit endiliga komu hertil. Vit løgdu beinanvegin tilmerkis, at fólkini her eru sera blíð. Konan, ið skuldi chekka okkara pass, var sera prátingarsom, og helt at tað vera sera skeg, at Gurið arbeitti á eini 'fish factory' og at Gunnvá var 'mail man' :)
Komnar í land ringdu vit til Calypso Backpackers fyri at fáa onkran at koma eftir okkum. Í telefonini høvdu tey spurt okkum, um vit vóru á domestic. Gurið hevði bara sagt ja, uttan at hava tonkt uppá tað. Vit sótu so og bíðaðu og bíðaðu. Eftir eina góða løtu kemur ein maður í calypso-blusu yvir til okkum. Hann hevði leita eftir okkum allastaðni. Tað eru opinbart tveir flogvøllir, ein har flogfør koma frá øllum heiminum, international, og ein har innanlandsflogfør koma, domestic. Vit vóru við einum flogfari frá Singapore, so vit vóru endaðar á international. So maðurin hevði verið eftir okkum á tí skeiva flogvøllinum, av tí at Gurið var komin til at siga skeift. Ups (::
Vit koyrdu so á hostellið. Vit báðar búgva í einum dormi við seks sengrum, har bert gentur eru. Í nátt verða tað tó bert við báðar, sum sova her - ordiliga lekkurt :) Tá vit komu inn á dormið valdu vit okkum sengur, og settu bagaguna frá okkum. Áðrenn Gunnvá veit av, er Gurið sovnað, so hon leggur seg bara eisini. Vit hava jú einki sovið í nátt, so vit vóru rættuliga troyttar. Eftir at hava sovið í 4 tímar, fara vit í reseptiónina at vita hvørji matstøð tey anbefalla. Tey fortelja okkum um 6 ymisk. Vit fara so til gongu í gjøgnum býin. Býurin er ordiliga hugnaligur. Fólkini eru ordiliga avslappaði, men allíkavæl er lív í. Vit hugdu eftir menu'unum hjá fleiri matstøðum, áðrenn vit avgjørdu at fara í Raffels Hum at eta. Vit ótu, sum ikki einaferð, spagetti og bolognese. Vit fóru so ein gongutúr, tá vit vóru lidnar at eta. Meðan vit gingu fram við strondini komu vit til eitt stórt øki, ið liggur beint við allir svimjihylarar, har nógv fólk gjørdu Zumba. Gurið fekk ordiligt bredl eftir at sleppa at gera Zumba. So hóast hon var ordiliga mett, fór hon upp í. Gunnvá vildi heldur sita niðri, tí hon hevði etið ov nógv, og tí fingið ilt í búkin ;) Zumba var so skeg; tað vóru eini 100-150 fólk uppi í.
Eftir at Zumba var liðugt, byrjaðu vit leiðina heima aftur. Vit gingu forbíð eitt træ. Í fyrstuni sá tað út til at vera nógvir fuglar rundan um hetta træið, men tá vit hugdu í træið, sóu vit, at teir hingu úr trænum. Vit hugdu so gjøllari at "fuglunum", og sóu at hetta vóru flogmýs! Tær vóru so stórar sum fuglar. Tær flugu bara runt her, serliga rundan um hetta træið. Hetta var so løgi at síggja.
Meðan vit ganga aftur á hostellið, ganga vit forbíð ein mann. Vit koma at tosa við hann, og enda við at fylgjast við honum allan vegin til hostellið, av tí at vit skuldu sama veg. Hann er frá Írlandi, og er farin at fjakka jørðina runt.
Tá vit komu aftur á hostellið, fór Gurið at svimja. Vit hava svimjuhyl er á hostellinum; hann er opin líka inntil miðnátt :) Tað var ordiliga lekkurt at svimja her. Hareftir fóru vit at skriva bloggar, og royna at planleggja, hvat vit skulu gera í Australia. Meðan vit sita úti (eitt stórt felagsøki er uttanfyri) koma tríggir frá Cairns yvir til okkum. Tann eini royndi at lesa ein blogg hjá okkum, meeen tað gekk ikki serliga gott. Síðani byrjar hesin at bliva eitt sindur ov nærgangandi, so vit rýma bara inn aftur á dorm'ið hjá okkum. Her inni skrivaðu vit so bloggarnar liðnir, og royndu at finna útav, hvat vit ætla her í Australia.
Av tí at vit skulu byrja uppá ein túr í morgin kl. 8, fóru vit tíðliga í song (kl.23).
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments