Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!!
Í morgun fóru vit upp kl. 7.30, tí nú skuldi okkara dykkara-skeið byrja. Tey frá ProDive (firmaði sum skuldi læra okkum at dykka) skuldu koma eftir okkum kl. 8.10, men av tí at ongin kom, spurdu vit tey á hostellinum, um tey kundu ringja og spyrja, hví tey ikki vóru komin. ProDive høvdu tíverri ikki fingið at vita frá Kilroy, hvar í Cairns vit búðu. So tað var gott, at vit fingu tey frá hostellinum at ringja, tí eina lítla løtu seinni kom ein minibussur eftir okkum. Vit blivu koyrdar til ProDive skúlan, har tey tóku væl ímóti okkum. Komin inn í klassarúmi, møttu vit 9 øðrum persónum, sum eisini skuldu læra at dykka. Her møttu vit eisini okkara instruktøri (lærara), Sarah, sum skuldu læra okkum tey ymisku tingini, man skal duga, áðrenn man kann dykka. Hon bjóðaði okkum te, kaffe og kakur, áðrenn vit skuldu byrja ordiliga.
Vit byrjaðu fyrst við at fortelja, hvørji vit vóru, hvar vit vóru frá, og hvussu leingi og hvar vit høvdu ferðast. Aftaná at øll høvdu fortalt eitt sindur um seg sjálvan, skuldu vit byrja tíman. Vit høvdu fingið eina lærubók, men tað var so smart, at tey høvdu gjørt ein dvd av øllum 5 kapitlunum í bókini. So ístaðinfyri at lesa hvønn kapitil, hugdu vit eftir hesum dvd'num. Henda fyrsta dagin gjøgnumgingu vit 3 kapitlar, og aftaná hvønn kapitil, tosaði Sarah um teir, og síðani skuldu vit svara uppá spurningar til teir.
Aftaná hetta skuldu vit eta lunch. Vit báðar høvdu keypt okkum banan, franskbreyð og jarðberðsyltetøj kvøldið fyri, so tað ótu vit. Meðan vit sótu og ótu, skuldu vit verða kannaði hjá lækna, um vit vóru fysisk gott fyri at fara at dykka. Alt var í lagi hjá Gurið, so tað var ordiliga gott, men av tí at onkur tøl í eini blásutest hjá Gunnvá vóru alt ov lág, skuldi hon tosa við læknan. Ímeðan Gunnvá var inni hjá lækna, slapp Gurið út aftur at eta liðugt. Her sat hon við nógvum nervum, meðan hon bíðaði eftir Gunnvá. Læknin bað Gunnvá royna testina aftur, og tíbetur vóru tølini nógv hægri hesa ferð, og Gunnvá fekk eisini loyvi frá læknanum at dykka :)
Tá øll vóru liðug at eta lunch, var tíð at fara í uttandurasvimjihylin, sum eisini var í sama stað. Vit blivu deild upp í 2 bólkar - her komu vit í bólk saman við Jennie (Svøríki), Brian (Danmark) og Bjørn (Týskland, men býr í Onglandi). Hin bólkurin skuldi hava Sarah sum teirra instruktør í hylinum, so Pierre frá Frankaríki skuldi vera okkara instruktørur í svimjihylinum. Vit í okkara bólki byrjaðu fyrst vit at læra um dykkaraútstýri, sum man brúkar, tá man dykkar. Vit lærdu, hvussu man setur bcd'in (vestin man hevur á) saman við lufttanganum (har man fær luft úr), og síðani hvussu man setur regulatorin (har man andar úr) til lufttangan o.s.v. Av tí man altíð dykkar saman við einum øðrum, sínum "buddy", lærdu vit at gera okkara buddycheck. Hetta ger man, aftaná man hevur fingið alt sítt útstýr uppá seg; man kannar um alt er í ordan við útstýrinum hjá sínum "buddy".
Nú var so tíð til svimjutestina hjá okkum, har vit skuldu prógva, at vit kláraðu at svimja 200 m og verða í djúpum vatni í 10 min. Øll í okkara bólkar kláraðu tað, so nú kundu vit læra at dykka. Fyrst lærdu vit at anda gjøgnum regulatorin undir vatni - hetta dámdi Gunnvá einki í fyrstuni, tí hon fekk klaustofobi at vera undir vatninum so leingi og fór tí upp aftur til yvirflatuna. Pierre hevði tveir assistantar, og tann eina av teimum kom eisini upp til yvirflatuna at vita, hvat var galið. Aftaná eina løtu royndi Gunnvá aftur, og hesa ferð gekk tað betur. Harumfamt lærdu vit eisini ymisk "skills", sum man skal duga, tá man dykkar. T.d. um ein ikki hevur nokk av luft í tanganum, má hesin fara yvir til sín buddy og anda frá honum; hvør persónur hevur ein eyka regulator, har ein annar kann anda úr sama tanga sum ein sjálvur.
Tá kl. var 17.30 blivu vit øll koyrd heim til okkara hostell. Nú høvdu vit frí fyri í dag. Vit báðar fóru beinleiðis til c*** & Bull at fáa okkum at eta. Her bestilltu vit okkara Roast of the Day, sum var Beef. Hetta hildu vit smakkaði ordiliga gott, líka sum hini kvøldini :) Aftaná at hava etið okkum mettar, fóru vit inn í býin - nú skuldi vit bestilla okkara SKYDIVING :) Vit avtalaðu, at vit ikki skuldu siga tað við nakran har heima, tí annars væntaðu vit, at øll tit har heima fóru at bekymra tykkum um okkum ;p Vit fingu bestillt okkara SKYDIVING til 28. feb., so nú vóru vit ordiliga spentar :D Vit fingu okkara skydiving við myndir og dvd-filmi fyri 334 Austraskar Dollarir, og hetta hevur opinbart verið øgiliga bílígt, tí konan í receptiónini á okkara hostellið segði, at hetta var 200 AUD bíligari, enn hon hevði kunna givið okkum. So vit halda, at vit hava gjørt eitt ordiliga gott keyp :)
Nú gekk leiðin til Baskin Robbins at eta ís. Gunnvá hevði hoyrt frá Beintu, at ísarnir harfrá vóru øgiliga góðir. Hon hevði roynt teir, tá hon var í Amerika. So hendan vildu vit gjarna sleppa at royna! Vit avgjørdu at keypa, vit halda at tað var 1 litur, ís, og kundu velja 4 ymiskt sløg. Vit gingu eina góða løtu har inni, tí vit vistu ikki, hvørji sløg vit skuldu keypa, men tað endaði við, at vit keyptu Chocolate, World Class Chocolate, Chocolate Mint og Cherries. Vit báðar eru samdar um, at hetta er heimsins besti ísur!!! Hann var sooo góður :) Akkurát tá vit vóru liðugar at eta, møta vit Brian, sum er í okkara bólki í dykkaraskeiðnum. Vit tosaðu eina løtu við hann, áðrenn vit tóku hostelbussin heim til hostellið. Tá vit komu í okkara kamar, vóru tvær gentur har, sum akkurát vóru komnar á hostellið, so vit tosaðu eina løtu við tær, áðrenn vit fóru troyttar í song kl. 23.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Beinta Åhhhh, góðu sendi mær eitt sindur av Baskin Robbins ísi!!!!!! hihihi :) Ja, hann er SUPER góður, heimsins besti ísur!! :)