Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í morgun vekkaði vekkarin kl.3.30! Vit hava bílagt ein hotair ballon-túr, har vit skulu flúgva við eini ballón og síggja sólarris. So tað var sjálvandi myrkt, tá minibussurin kom eftir okkum á hostellinum kl.4. Komnar inn í bussin løgdu vit beinanvegin merki til, at tað bert vóru vit og asiatar. So av tí at vit næstan akkurát eru komnar úr Asia, føldu vit okkum ordiliga heima ;) Vit koyrdu í 1,5 tímar til Mareeba, har vit skuldu flúgvað frá. Tað var so stilt í luftini, so vit kundu fara langt upp. Vit flugu 2 km upp; samstundis meðan vit flugu upp, byrjaði sólin at koma undan. Tað var heilt ótrúliga vakurt - hetta er heilt klárt besti mátin, vit nakrantíð eru vaknaðar uppá! :) Flogtúrurin skuldi eftir røttum vara í ein hálvan tíma, men tá vit byrjaði at fara niðureftir aftur, bleiv eitt sindur meiri vindur. Tað ber ikki til at stýra ballónini, bert hæddini hjá henni, so tá vit vóru á veg niðureftir, fór ballónin burtur frá tí staðnum, har vit upprunaliga skuldu lenda. Men hetta bilti tó einki, tí tað eru nógvar markir runt umkring, hetta hevði bara tað at siga, at okkara ballóntúrur bleiv eitt sindur longuri :) Meðan vit flugu forbíð ein skóg, bað "kaptajnurin" okkum hyggja eftir kengurum, tí tær plagdu ofta at halda til her. Komin eitt sindur longur innyvir skógin, sóu vit fleiri kengurur! :) Tær vóru so fittar, tá tær fóru hoppandi vekk frá ballónini; vit vóru eina ferð beint uppiyvir eini kenguru, og hon stóð bara still. Orsøkin er, at tá vit vóru beint uppi yvir henni, bleiv hon forvirra :p
Eftir at hava flogið í 50 min, blivu vit førd til eina mark av vindinum. Her lendu vit so, aftaná allir asiatarnar og vit báðar høvdu stillað okkum í lendningsstøðu. Eftir at vit vóru lend, skuldu vit flyta ballónina; hetta gjørdu vit við, at ein bilur trekti ballónina. Øll skuldu vera í ballónini meðan, tí vit skuldu jú syrgja fyri, at hon ikki fór á flog. So meðan bilurin trekti hana, bleiv kurvan, vit vóru í, koppa á liðina. Tá ballónin var komin uppá pláss, sluppu vit úr henni, og vit øll hjálptist at við at pakka ballónina niður í ein posa. Vit báðar vóru "posakonur" saman við trimum asiastiskum gentum, t.v.s. at vit skuldu halda posanum, meðan øll trýstu ballónina niður í hann. Síðani gekk leiðin til Mareeba Heritage Museum at eta morgunmat. Klokkan var nú 7.20 :) Her var nokk av úrvali, so vit blivu mettar og væl settar. Aftur við morgunmatinum fingu vit champagne - undarligt at drekka aftur við morgunmati, men tað var skeg nokk :) Tá vit vóru liðug at eta morgunmat, fóru vit í museumið at hyggja. Hetta var eitt lítíð museum, ið vísti ymiskt frá býnum. Tá vit vóru liðug her, fóru vit aftur í bussin - nú, kl.9, var túrurin endaður.
Vit høvdu eisini bílagt ein annan túr, ið var skyrail frá Kuranda til Cairns, har man fer yvir Barron Gorge Natioal Park. Hesin byrjaði tó ikki fyrr enn um 12-tíðina, so vit høvdu 3 tímar at brúka her í Kuranda. Vit fóru til Skyrail statiónina beinanvegin, vit komu til býin (bygdina). Tey anbefallaðu okkum at fara ein gongurtúr ígjøgnum skógin, ið er her. Tað gjørdu vit so. Vit gingu fyrst frammvið eini stórari á, síðani í gjøgum skóg og har eftir ígjøgnum ein creek. Á hesum gongutúrinum fingu vit eina rúgvu av eiturkoppaspinnum allastaðni. Til endans byrjaði Gunnvá at ganga og veitra við einum papírið framman fyri seg :p Tá vit vóru lidnar við hendan túrin, vóru vit øgiliga heitar, so vit fóru beina leið at keypa okkum Iced Chockolate.
Kl. 12 settu vit okkum í skyrail-liftuna. Til tykkum sum ikki vita, hvat skyrail er, so minnir tað um cablecars (sum vit vóru í í Singapore). Tað er, at man situr í einum kupli, ið verður trektur av leidningum. Man er høgt uppi í luftini og hevur heiiilt fantastiskt útsýni. Vit sóu yvir eina stóra junglu - tað vóru trø allastaðni.
Fyrsta stoppið æt Ballon Falls. Her fóru vit av og gingu runt. Á hesum stoppinum sást tú fossin Barron Falls. Hesin var ordiliga stórur, og mitt í honum var ein ælabogi - ordiliga flott. Vit fóru síðani í "Rainforest Interpretive Centre", her inni sá man, hvussu regnskógurin hevði útviklað seg síðani ísøldina. Á veg her til, vóru vit líka við at rena á ein stóóran eiturkopp. Støddin á honum, var eins og ein stór hond (størri enn hendurnar hjá okkum báður). Tá vit gingu eitt sindur longuri, sóu vit tríggjar líka eiturkoppar. Á vegnum aftur til skyrail'in, sóu vit eitt búr. Her lósu vit so, at skyrail'urin faktiskt hevði útviklað seg frá at vera eitt búr til at vera tað, sum vit sita í í dag. So fóru vit við skyrail til næsta stoppið, ið æt Red Peak.
Tá vit fóru frá Red Peak og víðari til Cairns við skyrail'inum, "koyrdu" vit aftur yvir regnskóginum. Eftir eina løtu gekk skyrail'urin nærmast beint niður, og man sá tað vakrasta útsýni yvir Cairns.
Vit fóru so síðani við minibussi aftur á hostellið, tá klokkan var uml. 15. Meðan vit bíðaðu eftir minibussinum, komu vit at tosa við eina eldri konu frá Amerika. Hon fortaldi frá nógvum av upplivingunum hjá sær, og hvussu hon angraði, at hon ikki hevði ferðast meiri, tá hon var yngri. Eftir at hava tosa við hana, hugsaðu vit øgiliga nógv um, alt hon hevði fortalt okkum. So nú vilja vit avstað aftur næsta januar ;)
Tá vit komu heim, løgdu vit okkum at sova í tveir tímar, soleiðis at vit skuldu klára at vera uppi allan dagin/kvøldið. Eftir at hava sovið vóru vit gorhungraðar. Vit fóru tí aftur í resturatiónina c*** and Bull', ið liggur beint í síðnar av hostellinum. Her bestiltu vit Roast of The Day, ið minnir akkurát um døgurðarnar, man fær har heima - svínakjøt, eplamos, eplir, grønsakir og sóvs! Deiligt at endiliga at fáa eina ordiliga máltíð aftur.
Tá vit komu aftur á hotellið, settu vit okkum við teldurnar, tí vit skuldu kannað, um hetta hostellið (Calypso Backpackers) er eitt Base hostell. Vit hava 10 nætur á Base hostellum fríar, so tí sleppa vit undan at gjalda tvær tær næstu næturnar, ið vit ætla at booka. Vit vilja fegnar búgva tvær nætur afturat á hesum hostellinum, so nú endaðu vit knappliga við at búgva á hesum hostellinum í 7 nætur, ið er næstan dupult so nógv, sum vit hava búð á nøkrum øðrum hostelli.
Meðan vit sita og gera hetta, rópar ein drongur á okkum, og spyr um vit ikki koma yvir til tey at seta okkum. Vit gera okkum liðugar á internetinum, og fara síðani yvir til tey at sita. Øll fólkini, ið sita her, eru skydiver'arar ella arbeiða innan skydiving. Vit spæla klodsmajor, meðan vit roksa. Tey brúktu tær vanligu reglurnar, men tó høvdu tey lagt eina afturat - tá man kom til at koppa torninum, skuldi man hoppa í svimjihylin. Konufólkini skuldu hoppa toppleysar í, meðan mannfólkini nakin. Vit hildu, at hetta var bert skemt, men tá ein drongur kom til at koppa tí, lat hann seg út øllum, og hoppaði í. Vit spældu so eitt spæl afturat. Hesa ferð tapti tann elsti av skydiver'unum (hann hevur nokk verið um 55 ár); eisini hann lat seg úr øllum og hoppaði í. Vit høvdu tosað nógv um skydiving, meðan vit sótu her. Her bestemmaðu vit báðar okkum so, at vit vildu royna skydiving her í Cairns. Okkara upprunaliga ætlan var at royna skydiving í New Zealandi, men opinbart er tað sera kalt at skydive'a har, meðan man kann loypa í shortsi og toppi her í hitanum í Cairns. Hvørgan av okkum dámar kulda, so tí tíma vit nógv betur at gera tað her.
Eftir tað síðsta spælið av klodsmajor fóru vit báðar gongutúr. Meðan vit ganga runt í býnum, møta vit knappliga Sofie og Mathilde (tær donsku). Tær eru akkurát á veg til eina barr - tær eru pub crawling, og biðja okkum koma við ein túr. Vit fara so ein túr við teimum. Vit fara fyrst í eina barr, og síðani til eitt dansustað. Tá vit báðar skulu fara inn í hetta dansistaði, síggja vit at klokkan er blivin 00.00, so vit fara so fittar aftur á hostellið hjá okkum í song. Vit skulu vera uppi aftur kl. 8, tí í morgin skulu vit eitt cruise á Great Barrier Reef.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments