Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag skulu vit White River Rafting túrin. Hesin byrjar týðiliga, so vit skuldu longu vera uppi kl. 6. Ein bussur kom eftir okkum kl. 6.30, sum koyrdi okkum til Tully. Tað er her, vit skulu riverraft'a. Áin liggur í World Heritage Rainforest. Busstúrurin vardi uml. 2,5 tímar, men tað var tó áhugavert at koyra í bussinum, av tí at tú sást nógvir skaðar frá storminum, m.a. nógv trø, ið vóru brotin. Eisini koyrdu vit forbíð hægsta fjallið í Queenslandi, kornmarkir og landsbýir. Meðan vit koyra, høggur sjafførurin bremsurnar í; tá er tað tveir villir hestar, ið loypa beint út fyri bussin. Vit steðgaðu á eini café, áðrenn tann langa busstúrin, har vit keyptu okkum morgunmat. Caféin, ið ferðalagið Raging Thunder plagar at brúka, bleiv oyðiløgd av ódnini.
Bussurin var fullur av fólki, so vit blivu deild upp í hold. Vit báðar endaðu í holdi 3 saman við fýra øðrum (tvær úr Onglandi, ein úr New Zealandi og ein úr Týsklandi). Tað skulu vera seks í hvørjum báti. Guide'in hjá okkum æt Rob. Tað var hann, ið tosaði í mikrofonina í bussinum, har hann m.a. fortaldi frá, hvat man skuldu gera í ymiskum tilfeldum í bátinum.
Tá vit høvdu fingið útgerðina - ein bjargingarvest og hjálm - fóru vit tilgongu til bátin. Tær frá Onglandi byrjaði við at sita fremst, og vit mitt í. Tað var soo skeg at riverraft'a! :) Tey kallað hvønn foss ella útbjóðing fyri rapids. So eftir at vit høvdu verið ígjøgnum nakrir rapids, skuldu vit øll út úr bátinum og niður í vatnið. Her skuldu vit øva ein floatingposition, altso hvussu vit skuldu liggja í vatninum, um vit skuldu dottið út. Tað var ordiliga deiliga avslappandi at liggja og flóta soleiðis oman í gjøgnum ánna. So skuldu vit upp aftur í bátin. Nú skiftu vit um pláss, soleiðis at vit báðar sótu fremst. Vit fóru so ígjøgnum nakrir rapids afturat, men tá klokkan gjørdist 12, steðgaðu vit at eta í jungluni. Tey høvdu gjørt BBQ; vit fingu burgara og pilsu - men tó ikki sum har heima, hetta var gjørt úr kjøti, so tað smakkaði ordiliga væl. Omaná fingu vit melón og smákøkur.
So fóru vit aftur í gummibátin. Hesa ferð sótu vit aftast (ella okey, næst aftast.. Guide'in situr altíð aftast, tí tað er hann, sum skal stýra bátinum). Vit fara so víðari oman eftir ánni. Meðan vit rógva, leypur guide'in knappliga úr bátinum. Hann vendir síðani bátinum, meðan øll eru í. Summi enda undir bátinum, men hetta bilti tó einki. Orsøkin til at guide'in gjørdi hetta, var so at vit skuldu vera fyrireikaði uppá, hvat vit skuldu gera, um hetta skuldi hent. Vit sóu, at tað var nokk av plássi undir bátinum hjá okkum at anda, so tað var eingin vandi har :) Tá vit hava róð eina løtu, koma vit til 'DD' (rapid). Tá vit fara oman í gjøgnum hendan, sker okkurt á síðuni, har Gurið situr, og tað endar við at bæði Gurið og tann frá New Zealandi detta úr bátinum. Tað var nógvur streymur beint her, men av tí at vit eru í bjargingarvestum, kemur man til yvirflatuna beinanvegin. Gurið heldur at tað føldist, sum um hon var undir vatninum leingi, men tað hevur ikki dreyga seg um meira enn nøkur sekund. Gurið minnist ikki nógv frá, tí hon datt í vatnið, men tá hon kom upp til yvirflatuna var hennara fyrsti tanki: "Å gott, linsurnar eru enn í" :p Hon leggur seg so í flótustøðuna. Framman fyri hana er tann frá New Zealandi, og hann reisir seg upp. Tað skal man IKKI gera, tá tað er so harður streymur, tí tað er øgiliga farligt. Streymurin førir Gurið so beint í móti nøkrum steinum, og hon renur inn í teir við føtrunum. Hon fær tíbetur trýst seg burtur frá steinunum, og byrjar at svimja, tá hon sær ein gummibát. Hon er skjótt yviri hjá bátinum, og tey hjálpa henni upp. Hon var so lætta, tá hon kom í bátin, men so hyggur hon eftir fingrinum. Eitt stórt petti av húð hongur leyst á fingrinum, og hon bløðir illa. So sær hon, at ankilin er sera hovin, og hevur fingið nakrar skøvir. Í hesum gummibátinum er ein fyrstuhjálparkassi, so guide'in í hesum bátinum koyrur eina fyribils forbinding á fingurin, aftaná hann hevur togað tað leysu húðina av fingrinum. Lítla løtu aftaná hevur tann frá New Zealandi funni vegin fram til sama gummibát, sum Gurið. Hann var tó heppin, og hevði bert fingið eina lítla skøvu á hondina.
So kemur báturin hjá okkum, har Gunnvá enn er uppi í, yvir til hendan gummibátin, har Gurið er í. Meðan vit fóru oman ígjøgnum rapid'in, hevði Gunnvá hugt yvir á Gurið. Tí hon legði merki til, at Gurið sat so tætt yvir at sær. Hon tonkti: "Åå gott, Gurið er heldur ikki dottin av". Tá hon vendi sær aftur, var Gurið vekk. Gurið hevði mist takið í bátinum, so tað var tí at hon fyrst var so nær at Gunnvá, og so úti úr bátinum beint eftir. Gunnvá hugdi bekymmra runt, men sá ikki Gurið nakrastaðni. Hon fekk eyga á Gurið, tá Gurið kom í hon gummibátin. Hon hugdi, at vita um Gurið græt ella nakað, men alt virkaði okey. Tá báturin hjá okkum, har Gunnvá enn var uppi í, kom yvir til hin gummubátin, sá Gunnvá, at Gurið bløddi sera illa. Eftir at Gurið hevði fingið fyribils forbindingina og ein ísposa til ankulin, kom hon aftur í tann rætta gummibátin. Gurið sat tó eina løtu, og helt ísposanum á anklinum, meðan øll hini róu. Tá ísposin ikki longur var kaldur, byrjaði Gurið aftur at rógva.
Stutt eftir steðgaðu vit við ein stóran stein, ið stóð úti í ánni. Vit fóru øll uppá hendan steinin. Her kundi man hoppa niður av, og síðani svimja yvir aftur til gummibátin, ið var eitt sindur longur niðri í ánni. Hóast Gurið enn hevði ilt, frá tí hon datta úr bátinum, vildi hon eisini við. Tá vit øll stóðu uppi á steininum, umbestemmaði Gunnvá seg, og fóru niður av aftur, og svam yvir til bátin. Gurið valdi at hoppa av steininum; hann var 4,5 metur. Tá øll vóru komin í bátin aftur, riverraft'aði vit víðari.
Tilsamans fóru vit ígjøgnum 41 rapids, har tey gingu upp til 4 á skala'inum. Hetta var so skeg, og vit vóru so glaðar fyri, at vit høvdu gjørt hetta. Gurið heldur, at hetta var skaðarnar vert! :p Tá vit vóru lidnar, fekk Gurið eina forbinding um fingurin, og so fóru vit at skifta, soleiðis at vit ikki fóru at sita vátar í bussinum. Vit vóru heima um 18-19 tíðina.
Komnar heim fóru vit undir brús, slappaðu av og so út at eta. Gurið vildi so fegin royna antin kenguru ella krokudillu. Vit fingu at vita, at tað bar til at royna beint við síðinar av okkara hostelli. Vit fóru so í restauratiónina c*** and Bull', har Gunnvá bílegði lasagne og Gurið bæði krokudillu og kenguru. Man kundi fáa bæði tvey saman. Máltíðirnar vóru kempi stórar - serliga tann hjá Gurið. Gurið gjørdist ordiliga yvirraksa av matinum, tí tað smakkaði avbera væl! Krokudillukjøtið var hvítt, og kengurukjøtið minti eitt sindur um búff - ordiliga lekkurt! :) Vit hava tó ongantíð sæð so nógvan ost á eini lasagnu, sum á tí Gunnvá bílegði :p Gunnvá kláraði at eta upp, men tað var eingin møgulleiki hjá Gurið at eta upp - portiónin var ALT ov stór. Vit fóru so ovurmettar aftur á hostellið. Gurið legði seg í songina, har hon steinsovnaði (klokkan var 22.30), meðan Gunnvá setti seg við telduna. Gunnvá fór ikki í song fyrr enn 00.30.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Karin Hasin river rafting túrurin hevur verið rættuliga farligur :) gott eg ikki visti at tað gekk so vilt fyri seg :) Havi tað nú ordiliga gott