Profile
Blog
Photos
Videos
Gurið og Gunnvá fara jørðina runt
Hey!! :)
Í morgun vóru vit longu uppi kl. 6.30, av tí at vit skuldu á ein túr til Fitzroy Island. Tey frá hostellinum koyrdu okkum til har, sum man boadar, áðrenn man fer í bátin. Av tí at tað ikki var opið, tá vit komu, fóru vit í eina café, har vit keyptu okkum ein sandwich - vit høvdu jú ikki etið nakran morgunmat. Vit bíðaðu eina løtu, áðrenn vit sluppu at boada, og fóru síðani í bátin.
Kl. 8.30 sigldi báturin avstað. Veðrið var gott, men av tí at sólin ikki ordiliga var komin fram, var tað eitt sindur kalt at sita úti á dekkinum. Vit sótu og hálvsvóvu næstan allan vegin til Fitzroy Island, av tí at vit eru ikki so vanar við at fara so tíðliga upp. Tá vit komu til Fitzroy Island, vistu vit ikki ordiliga, hvar vit skuldu, men aftaná eina løtu sóu vit eitt skelti, har tað stóð Raging Thunder, sum eisini er felagið, vit vóru við á túrinum. Herfrá fingu vit so útstýr til at fara at rógva kano. Av tí at vit skuldu snorkla, fingu vit stingers suite, ið er ein drakt, sum skal fyribyrgja, at man ikki verður stungin av nøkrum í sjónum, sum t.d. stingers og hvalspýggi. Harafturat fingu vit eisini bjargingarvest, snorkulútstýr og svimjuføtur. Tá vit vóru komin í klæðini, og alt var klárt, skuldu vit líka fáa nøkur ráð um, hvussu man rør eina kano. Aftaná var so klárt at fara avstað. Vit skuldu av røttum róð út til Little Fitzroy Island, har vit skuldu snorkla, men av tí at streymurin var so harður, bar tað ikki til at fara. Tí vendu vit við aftur, og fóru til Shark Fin Bay at snorkla. Grundin til, at staðið eitur soleiðis, er ikki tí, at har eru hajar, men av tí at har er ein steinur, sum líkist akkurát eini finni hjá einum haji. Her skuldu vit so snorkla ístaðin fyri Little Fitzroy Island. Komin uppá land og høvdu latið okkum í alt snorkliútstýri og svimjiføturnar, fóru vit at snorkla. Hetta var eitt sindur annarleiðis, enn tá vit snorklaðu í Thailandi, tí her var tað djúpri. Man sá nógvir flottir fiskar, t.d. zebrafiskar, nakrir, sum guidurin kallaði fyri, GT = Giant Trewally. GT-fiskarnir vóru sera stórir svartir fiskar. Harafturat sóu vit eisini eitt hvalspýggj.
Vit hildu, at tað var sera vakurt og eisini spennandi at snorkla á Shark Fin Bay, tí hetta var annarleiðis, enn tað vit hava roynt áður. Aftaná at hava snorklað í uml. 1 tíma fóru vit avstað aftur, og inn aftur hartil, har vit byrjaðu túrin; nú var kanotúrurin liðugur, og nú fingu vit eta. Tey frá Raging Thunder høvdu gjørt okkum ein stóran matpakka. Í pakkanum var ein sandwich, ein burritosrulla við kyllingi í, eitt súrepli og ein myslibarr. Harafturat fingu vit eisini eina vatnfløsku og eina fløsku av sportvatni. Aftaná at hava etið alt hetta, vóru vit deiliga mettar :) Nú gekk leiðin til Nudey Beach at sóla okkum. Man gekk eini 700 metrar fyri at koma á strondina, og man gekk ígjøgnum ein skóg. Tá vit gingu til strondina, møtti vit fleiri fýrbeinum. Í fyrstuni løgdu vit ikki so nógv merkis til øll hesi fýrbeinini, men eftir at Gurið hevði sæð eina stóra slangu ímillum buskarnir, vóru vit meira forsigtigar, tá vit hoyrdu okkurt røra seg. Hvørja ferð eitt fýrbein gekk beint frammanfyri beinini á okkum, hvukku vit við, tí vit vistu ikki, um tað var ein slanga, ella hvat tað var. Komnar á strondina eftir ein strævnan túr í hitanum, vóru vit øgiliga heitar og sveittutar, og so hjálpti tað ikki at fara at sóla sær. Stutt eftir at vit vóru komnar á strondina, uppdagar Gurið, at hon skal á wc. Og onki wc var á Nudey Beach, so hon mátti allan vegin aftur aftur. Gunnvá var eftir á strondini og sólaði sær. Gurið var øgiliga forsigtig, tá hon gekk aftur til wc, og tí var tað ein løta, áðrenn hon kom aftur. Aftaná hon er komin, sólaðu vit okkum í 1 tíma, áðrenn vit fóru aftur, hartil báturin var. Nú skuldi vit avstað aftur til Cairns, tí túrurin var endaður. Vit sótu aftur á dekkinum í brenni sólskini, men tað hjálpti, tá báturin byrjaði at sigla, tí tá var eitt sindur av vindi. Eisini henda túrin sótu vit og hálvsvóvu, og tí gekk tað ikki so leingi, áðrenn vit løgdu at kei og vóru á veg til hostellið.
Á vegnum heim avgera vit at fara at eta í c*** & Bull (sama stað sum í gjár). Vit deildu eina stóra portión av spagetti og bolognese, og tað var akkurát, sum vit kláraðu tað. Omaná keypti vit eitt, ið eitur Death by Chokolate. Vit vóru sera spentar uppá hesa dessertina, tí í gjár sóu vit eina konu eta hetta. Vit hugsaðu, at hetta var sjokolátuísur, og tað var tað eisini. Men niðast lá sjokolátamousse, í mittuni sjokolátakaka og sjokolátaísur og ovast fløti við nøtum og sjokolátu. Vit blivu eitt sindur skuffaðar, men tað smakkaði tó øgiliga gott ;)
Aftaná fóru vit á hostellið undir brús og fóru síðani út í býin at keypa okkum matpakka til í morgin. Tað var øgiliga ringt at finna nakað at keypa, tí alt er so nógv dýrari her enn, hvat tað var í Thailandi. Men vit øgiliga glaðar, tá vit sóu, at man kundi keypa nokso grovt breyð. Vit keyptu tað myrka breyðið, syltetøj, 2 súrepl og okkurt slikk (eftirsum tað er sunnudagur - vit hava gjørt av bara at eta slikk sunnudag ;)). Tá vit komu út úr handlinum, sirmaði tað, men tíbetur bleiv tað ikki so nógv regn, at vit vórðu gjøgnumbloyttar, tá vit komu heim. Komnar heim ætlaðu vit at fara á interneti, men eftirsum receptiónin var stongd, bar tað ikki til. Vit royndu at ringja til Unu og Maluna, og fingu tíbetur fatur í teimum aftaná eina góða løtu. Vit hava avtalað at fara til Whitsunday Island saman 3. marts, so tað verður spennandi :)
Vit fóru inn í kamarið at fáa okkum at eta, og síðani fóru vit í song, tí vit skulu longu upp kl. 3.30 í nátt á ein túr, har vit fara ein ballóntúr og skyrail í Kuranda.
Klemm Gurið og Gunnvá

- comments