Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit :)
Í morgun fóru vit upp kl. 7.30 - tað var deiligt at sleppa at sova "leingi" ímun til í gjár ;) Vit tóku bussin frá hostellinum til býin kl. 8.15, og gingu so víðari til terminalin á keiini, har vit checkaði inn til at fara ein túr við báti til Great Barrier Reef. Báturin var ein katamaranur, og var í tveimum hæddum. Hann fór avstað kl. 9, og vit báðar fingu tvey góð liggipláss uttanfyri í bátinum. Sólin skein, og tað var deiliga heitt, so vit løgdu okkum har at sóla okkum. Hetta var ordiliga avslappandi, og áðrenn vit vistu av, vóru vit komin langt út á havið.
Komin til tað staðið í Great Barrier Reef, har vit skuldu verða restina av degnum, fóru vit at gera okkum klárar at fara at snorkla. Snorkliútstýrið var í einum sovorðnum húsi, sum liggur og flýtur í Great Barrier Reef. Tá vit komu hartil, bleiv báturin og hetta húsið samanbundið við eini brúgv, so man kundi ganga ímillum tey bæði. Vit leigaðu okkum stingersuite, tí vit vildu ikki verða stungin av hvalspýggjum. Aftaná fingu vit svimjiføtur, snorkliútstýr, bjargingarvest og eina gummistong, sum skuldi hjálpa okkum betur at flóta. Nú vóru vit klárar, og lupu í havið. Hetta var heilt fantastiska flott, og aftur var hetta annarleiðis enn aðrar ferðir, vit hava snorkla á okkara ferð. Vit sóu flottar fiskar, og eisini hvukku vit við, tá vit sóu ein mega stóran fisk. Hesir fiskarnir eita Napoleon Maori Wrasse, men verða kallaðir fyri Wally. Hann var størri enn eitt vanligt fólk; vit vænta, at hann hevur verið uml. 2 metur langur, og kanska 1 metur høgur, men hann var ikki serliga breiður. Fiskurin var bláur, og skygdi eisini aðrar farvur. Fólk, sum dykkaðu, sluppu at taka mynd við Wally, og síðani kundi tey keypa myndirnar í bátinum. Vit snorkaðu uml. í 1 tíma, áðrenn vit fóru upp, tí nú fóru vit at fáa okkum "lunch". Tað var sjálvbetjening og nógvir ymiskir rættir, t.d. kylling og rís, lasagna, nuddlir, frukt og nógv annað. Vit ótu okkum proppmettar, so nú vóru vit klárar at fara at snorkla aftur. Hesaferð snorklaðu vit ikki so leingi, og fóru nokso skjótt uppaftur, tí vit vildu sóla okkum eina løtu, áðrenn vit fóru avstað. Vit settu okkum í nakrar liggistólar, og lógu og sólaðu okkum har í 1 tíma. Eitt sindur yvir kl. 15 fóru vit aftur í bátin, tí hann fór avstað kl. 15.30. Vit settu okkum í somu pláss, og aftaná at ein kona flutti seg, sluppu vit at liggja niðri :p Báðar sovnaði áveg aftur til Cairns, so komnar hartil vóru vit ordiliga væl fyri. Vit vóru eisini mega glaðar fyri at hava verið á hesum túrinum, tí hann var so avslappandi, og so sluppu vit eisini at snorkla.
Vit fóru beinleiðis "heim" til hostellið, har vit fóru at planleggja okkara fjakkaratúr víðari frá Cairns. Av tí at vit ikki vistu ordiliga, hvussu man bookar bussar og sovorði her, bóðu vit um hjálp frá manninum í receptiónini her á hostellinum. Hann var sera hjálpsamur og segði, at hann skuldi ordna okkurt við okkara busspassið til í morgin, meðan vit eru úti. So tað er ordiliga gott :) Vit bookaðu eisini 2 nætur afturat á hesum hostellinum, nú meðan vit, teir fyrstu dagarnar av okkara dykkarakursus, skulu vera her í Cairns.
Aftaná at hava verið undir brús, fóru vit yvir til c*** & Bull at eta. Aftur í dag keyptu vit Roast of the Day, sum var tað sama sum í gjár, svínakjøt við eplamosi og grønsagum. Vit høvdu ikki ætlað at keypt nakað omaná, men blivu freistaðar av ísi. Vit keyptu okkum tí vaniljuís við sjokolátasós omaná :) Lekkurt!! :D
Vit høvdu avtalað at fara oman í býin til eitt hostel, tí vit høvdu sæð eitt kvøldið, at tey høvdu frítt internet. Men... Eftir at hava gingið allan vegin oman hartil, sóu vit, at tað bara var til kl. 18 um kvøldið... Øvv... Vit fóru nú til ein handil, har vit keyptu okkum matpakkan til í morgin. Vit ætlaðu at lukkast við bussinum til hostellið hjá okkum, og komu har 2 min. áðrenn hann skuldi fara, men komnar hartil sóu vit í reyvina á bussinum!! Hann var akkurát farin. Vit sóu, at hann stegðaði eitt sindur longur frammi fyri reyðum ljósi, so vit royndu at renna til hann at innheinta hann, men tað bleiv grønt, áðrenn vit komu til hann, so vit máttu so pent ganga allan vegin heim ;)
Tá vit vóru næstan komnar heim, sóu vit, at ein bilur hevði koyrt av einum nokso høgum kanti, og stóð faktiskt fastur. Vit báðar og 3 onnur fólk, sum gingu frammanfyri okkum, fóru at hjálpa við at skumpa undir bilin, so hann slapp leysur. Tíverri kom gronin av bilinum eisini av kantinum, og tað ljóðaði ikki gott, men teir koyrdu avstað beinanvegin og takkaðu fyri, at vit høvdu hjálpt teimum. Komnar heim fóru vit at skriva bloggarnir sum vit manglaðu, og fóru síðani á netið at leggja teir út, so tit kunnu sleppa at lesa um okkara upplivingar her í Australia. Aftaná fóru vit í song.
Klemm Gurið og Gunnvá.
- comments