Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag vóru vit aftur tíðliga uppi, tí ProDive fólkini komu eftir okkum kl. 6.10 - nú skuldu vit út í havið at dykka! Tað regnaði heilt forferdiliga illa, tá vit fóru avstað. Vit blivu øll koyrd til bátin, vit skuldu við - hesin báturin eitur ScubaPro III. ProDive hava tríggjar ymiskar bátar, sum tey brúka, tá tey eru úti á Great Barrier Reef. Vit tóku tann lítla ryggsekkin við okkum, og lótu tann stóra liggja eftir á hostellinum, av tí at vit skulu sova har aftur, tá vit koma av bátinum.
Vit fóru umborð á bátin og sóu, at báturin var rúmligur og hugnaligur. Vit settu okkum øll niður í rúmi, har man etur, tí nú skuldi tey umborð fortelja okkum, hvar vit skuldu sova, og harumframt skuldu vit eisini fáa eitt "safety number", sum vit skuldu hava allan túrin. Talið, sum vit fingið, skuldi vit siga við tey umborð, áðrenn vit sigldu til eitt nýtt stað, og tí er hetta eitt check fyri at vita, um øll vóru umborð. Aftaná at tey høvdu informerað okkum um trygdina o.a., fingu vit morgunmat. Tey høvdu kok við umborð, og hetta var faktisk ein av assistentunum hjá Pierre, tá vit vóru í svimjuhylinum. Eftir at hava etið, var klárt at fara avstað! Nú gekk leiðin út til Great Barrier Reef!
Great Barrier Reef er størsti reefur í heiminum, og er 2000 km langur, og tað ber til at síggja hann frá rúmdini.
Beinanvegin vit fóru frá kei, anbefallaði tey, at vit tóku eina sjóverktablett. Men vit høvdu ikki keypt nakra at hava við okkum, og keyptu tí tvær umborð. Men av tí at vit tóku hana ov seint, og hon ikki virkaði beinanveg, fingu vit sjóverk! Ikki gekk long tíð, áðrenn Gurið mátti fara út at fáa sær fríska luft, tí hon hevði sjóverk. Tá hon kemur inn aftur, sær tað ikki út sum nakað bagir, og hon fer beinleiðis yvir til smákøkuílatið, og fær sær tvær kakur. Gunnvá heldur, at hetta er undarligt, tí hon visti, at Gurið hevði sjóverk, áðrenn hon fór útum. Men meðan Gurið hevur verið úti, hevur hon spýð, og var tí nógv betur fyri nú :) Vit ætlaðu at leggja okkum inni at sova, men hetta sluppu vit ikki. Sarah, instruktørurin bað okkum fara útum, tí so fingu vit tað betur. Gurið setti seg uppá, meðan Gunnvá sat niðriundir. Av tí at Gunnvá var so illa fyri og vildi eisini so illa sova, snýkti hon seg oman í koyggjuna, og har bleiv hon beinanvegin nógv betur fyri. Eftir eina løtu fór hon niðan aftur, og legði seg at sova í felagsrúminum.
Tá vit vóru komin til ta fyrsta staðið, har vit skuldi dykka, var veðrið batna nógv. Vit báðar vóru eisini betur fyri, og tað var gott, tí nú skuldu vit gera okkum klárar at fara at dykka. Hesar fyrstu dykkingarnar skuldu vit gera ymisk skills undir vatninum, fyri ikki at fara í panik, um so okkurt líknandi hendir, tá vit fara at dykka sjálvar. Eftir at hava hoppa útí, skuldu vit fyri fyrstu ferð royna at dykka í opnum havi. Tá vit skuldu fara niður hildu vit í einum bandi, sum gekk frá bátinum og niður á botn. Meðan man fer niðureftir móti botninum, má man halda fyri nøsina og blása fyri ikki at fáa ilt í oyruni; hetta gjørdi vit fyri næstan hvønn metur vit fóru longur niður. Í teimum fyrstu dykkunum, sluppu vit ikki longur niður enn 10 m.
Í tí fyrsta dykkinum skuldu vit læra okkum at kontrollera okkara buoyancy, t.v.s. at læra okkum hvørki at sykka ella at fara uppeftir til yvirflatuna. Tá vit komu upp aftur á yvirflatuna, skuldu vit lata okkum úr bcd-vestinum og síðani lata okkum í hann aftur, meðan vit vóru úti í havinum. Somuleiðis skuldu vit eisini flyta tær eyka vektirnar, man hevur á (fyri at sykka betur) av okkum og koyra tær uppá aftur .
Aftaná tað fyrsta dykki fingu vit lunch! Vit fingu ymiskar salatir og nógv annað gott. Aftaná lunch, sluppu vit at slappa av eina løtu, áðrenn vit skuldu dykka aftur. Hesa ferð skuldu vit aftur øva okkum nøkur onnur skills - t.d. skuldu vit gera ein CESA, har man svimir uppeftir til yvirflatuna uttan at anda - hetta skillsi brúkar man, um man ikki hevur nakra luft eftir í tanganum. Ímeðan man svimir uppeftir, skal man siga ahhhh, meðan man hevur regulatorin í munninum. Tá man kom á yvirflatuna, blæsur man sjálvur luft í bcd-vestin, av tí at man hevur jú onga luft at koyra í bcd-vestin.
Eftir hetta dykki, stóð kaka á borðinum. Vit hava longu funnið útav, at man fær alla tíðina okkurt at eta umborð. Men hvørja fær man hevur verið úti og dykka, kemur man svangur upp aftur, so tað er bara deiligt, at matur stendur á borðinum.
Til tað síðsta dykki skuldi vit fyri fyrstu ferð fara niður uttan at halda í bandinum, t.v.s. svimja niður á botn. Meðan man svimur niður, má man minnast til halda fyri nøsina og blása luft í oyrinum ofta. Øll á okkara holdið hildu, at tað faktiskt var lættari at svimja niður á botn enn at halda á bandinum. Harumframt gjørdu vit eisini ymiskt onnur skills, sum vit eisini høvdu gjørt fyrr í dag. Meðan vit eru túr niðri á botninum, síggja vit nakrir fiskar, so sum many spotted sweetlips, surgeonfish, epaulette shark, blue sea star o.a.
Tá vit so komu upp frá tí seinasta dykkinum fyri í dag, stóð sum ikki einaferð matur aftur á borðinum - hesaferð døgurði. Seinni um kvøldið fóru fleiri av okkum at spæla kortspælið Uno :) Hetta var ordiliga skeg og hugnaligt - vit sótu eini 10-12 fólk og spældi. Meðan vit sita og spæla, fáa vit dessert. Vit kunnu ikki siga annað, at vit vera ordiliga forkelaði umborð her, tá tað kemur til mat :) og hetta leggja vit onki í :D Aftaná dessert spældu vit Uno eina løtu afturat. Men tað var ikki leingi, áðrenn tey flestu fóru í song, tí øll vóru sooo troytt. Vit báðar vóru eisini øgiliga troyttar, so vit fóru eisini. Kl. var 22, tá vit fóru í song, og vit steinsovnaðu beinanvegin.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments