Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Vit eru enn til sjós, men nú er okkara síðsti dagur komin. Vit blivu vakt longu kl. 5.45, tí vit skuldu dykka tíðliga í morgun. Um hesa tíðina er mest av "ferðslu" í sjónum. Náttardjórini (so sum hajar) eru á veg heim at leggja seg at sova, og dagdjórini eru júst vaknaði. Eftir at vit høvdu verið til briefing, um hvussu leiðin hjá okkum skuldi vera, fóru vit at rigga útgerðina til, og so í havið. Vit byrjaðu longu at dykka kl.6.30, so hetta var ein heilt ótrúliga góður máti at byrja dagin uppá. Nú eru vit so komnar til okkara áttinda dykk :) Vit báðar dykkaðu aftur hesa ferð saman við Jennie. Beinanvegin vit komu í vatnið, og byrjaðu at fara niður á botnin, kom ein Wally. Hann svam tætt at okkum eina løtu, men hesin var tó ikki eins stórur, sum hin í gjár. Hann hevur nokk bert verið uml. 1 metur. Komnar niður á botn, fylgdu vit kompassinum, sum vit høvdu fingið at vita í briefingini. Fyrst 0 gradir til vit komu til múrin, og síðani fylgdu vit múrinum. Vit høvdu ikki svomið leingi, áðrenn vit rendu okkum í ein stóran flokk av stórum Bumphead Parrotfishes. Teir mugu hava verið eini 18 í tali, og allir vóru um 1,5 metur. Tá vit høvdu eygleitt teir eina løtu, fóru vit víðari.
Fram við múrinum sóu vit nógv ymisk fiskasløg, har í millum one-stripe Clingfish, Swarthy Parrotfish, six-banded Anglefish, men eisini Jólatrø og Brainkoral (í faktiskt líktist einum heila). Meðan vit svimja fram við múrinum, kemur ein hajur. Hetta er ein White Tips Reef Shark. Hetta er eitt av teimum sløgunum, vit sóu í gjár, tá vit vóru á okkara nightdive. Teir eru ikki vandamiklir, so tað var ordiliga cool at vera so tætt at honum, nú tað var ljóst. Hajar sova um dagin og veiða um náttina, so hesin hajurin var júst á veg í song. Vit eygleiddu hann, meðan hann svam runt nakrar ferðir. Hann legði seg síðani á botnin at sova. Mega cool at síggja :) Eftir hann var sovnaður, svumu vit víðari. Vit svumu og svumu, men vit funnu ikki bátin. Eftir at hava svomið eina løtu, bestemmaðu vit okkum at fara upp til yvirflatuna. Tá vit komu upp til yvirflatuna, sóu vit, at vit vóru farnar langt út av kurs, so vit endaðu vit at liggja og flenna eina løtu, áðrenn vit byrjaðu at snorkla allan vegin til bátin. Men.. tað vóru tveir eins bátar tætt við okkum; tann eini æt ScubaPro II og hin ScubaPro III. Jennie var ordiliga sikkur í, at vit vóru umborð á ScubaPro II, men vit báðar hildu tað verður ScubaPro III. Av tí at ScubaPro III lá eitt sindur nærmari enn hin, snorklaðu vit til hann. Til alla lukku var hetta okkara bátur, so vit blivu ikki heilt fyri skommum ;) Hetta dykkið vardi í 36 minuttir, og vit vóru niðri á 16,8 metrum. Tá vit komu upp, fóru vit at eta morgunmat. Meðan vit ótu, sigldi báturin til eitt nýtt stað, ið eitur Tracy's Bommie. Av tí at vit skuldu lukkast at dykka tríggjar ferðir áðrenn kl. 12, so høvdu vit ikki nógva tíð ímillum hvørt dykk. Beint eftir morgunmatin var aftur briefing, og síðani fóru vit aftur í havið. Á hesum staðnum bar til at síggja Clown Anemonefish - eisini kendur sum Nemo! :) Tá vit tríggjar komu niður á botn, byrjaðu vit "Operation Finding Nemo". Vit svumu aftur hesa ferð framm við einum múri. Hetta dykki sóu vit eisini nógvir fiskar, sum t.d. Steephead Parrotfish, Butterflyfish, Pink Anemonefish og nógvir aðrir, men vit funnu tó ikki Nemo. Hesa ferð gekk nógv betur at fylgja kompassinum, og vit funnu bátin! Framstig :) Vit vóru tó skuffaðar, at vit ikki sóu nemo, tá øll onnur umborð høvdu funnið tveir nemo's. Men tað seinasta dykki var eisini á hesum staðnum, so vit høvdu ein eyka møguleika. Í hesum dykkinum vóru vit niðri á 16.3 metrum, og vóru á botninum í 37 minuttir tilsamans. Tað góða við at vera konufólk, tá man dykkar, er, at vit brúka nógv minni luft enn mannfólkini; t.v.s. at vit kunnu vera undir vatninum nógv longur, av tí at øll fáa ein lufttanga við 200 barrum. Tá vit komu upp úr havinum, var kaka á skránni.
Heldur ikki her var pausan long. Eftir at vera liðug at eta kaku, var aftur briefing. Nú var rutan øðrvísi, og gekk ikki forbíð har, sum nemo var. Men allir instruktørarnar søgdu við okkum, at vit skuldu ikki koma upp, áðrenn vit funnu nemo! :) Vit bestemmaðu okkara rutu sjálvar, av tí at vit aftur byrjaðu uppá "Operation Finding Nemo". Beinanvegin vit komu niður á botn byrjaðu vit at hyggja eftir teimum ymisku koralunum. Tá vit høvdu svomið eina lítla løtu, helt Gurið, at ein koralur virkaði ordiliga áhugaverdur, og vildi sleppa yvir til hann. Hon gjørdi tekn um, at vit allar skuldu yvir til hann. Tá hon sá, at Gunnvá hevði sæð teknið, byrjaði hon at svimja yvir í móti koralinum. Men hon visti ikki, at Jennie ikki hevði sæð teknið. Jennie svam síðani víðari beint fram eftir múrinum. Gunnvá sá báðar fara hvør sín veg. Av tí at tað ikki ber til at rópa undir vatni, visti hon ikki annað at gera enn at standa í stað. Tá Gurið hugdi aftur um seg eina lítla løtu aftaná, sá hon ongan. Hon tonkti, at Gunnvá og Jennie mundu vera hinumegin koralin, so hon byrjaði av svimja runt um hann. Meðan hon svimjur runt um hann, sær hon Nemo! :) Hon bleiv so glað, men tað var stadivekk eingin rundan um hana. Hon byrjaði so spakuliga at fara uppeftir, at vita um hon sá nakran. Komin eitt sindur upp sær hon Gunnvá og Jennie. Í somu løtu Gurið var á veg upp, var Jennie vend við aftur. So vit allar møttist aftur á tí staðnum, har Gunnvá var. Gurið var so spent at vísa Gunnvá og Jennie Nemo, at hon skundaði sær at vifta tær at fylgja aftaná sær. Vit hugdu so eftir nemo eina løtu, áðrenn vit fóru at svimja yvir til rutuna, ið vit fingu at vita í briefingini, áðrenn vit fóru út í vatnið.
Tá vit svumu til rutuna, ið vit høvdu fingið upplýst í briefingini, sóu vit eina blue spotted stingray liggja á botninum og sova. Hon var rættuliga ring at síggja, av tí at hon hevði nógvan sand á sær. Eftir at hava svomið eitt sindur longur, rendu vit okkum í ein flokk av Orange Unicornfishes. Teir mugu hava verið einar 50 í tali. Vit eygleiddu teir, meðan teir svumu frá staði til stað at fáa sær at eta. Tá vit høvdu verið niðri á botninum eina løtu, vendi Gunnvá sær við, at hyggja aftur til Gurið. Hon ger síðani beinanvegin "hajateknið" (hondina framman fyri pannina), og Gurið vendir sær við. Tá svimur ein White Tips Reef Shark aftanfyri okkum. Tá vit ikki sóu hann meira, svumu vit víðari. Vit mugu staðfesta, at hajar eru slett ikki eins vemmiligir, tá man er í sjónum við teimum :) Tá vit høvdu svomið eina løtu, hyggja Gurið og Jennie rundan um seg, men eingin Gunnvá er at síggja. Men sum ikki eina ferð, er Gunnvá á veg upp í móti yvirflatuni. Hvørja ferð Gurið hevur leitað eftir Gunnvá, meðan vit hava dykkað, og ikki funnið hana, hevur Gunnvá verið á veg upp í mótir yvirflatuni. Gunnvá ger tað sjálvandi ikki við vilja. Tá Gunnvá er komin til yvirflatuna, koma Gurið og Jennie eisini upp. Vit vóru faktiskt blivnar vekk, men av tí at tað var so ótrúliga gott time'a av Gunnvá at enda á yvirflatuni, endaðu vit beint við bátin :)
Eftir at vera komin upp, var døgurði á skránni. Tá vit vóru liðug at eta, byrjaðu vit at sigla aftur til Cairns. Í stuttum er tað einasta vit hava gjørt í morgun dykka, etið, dykka, etið og dykka. Tá vit tríggjar vóru liðugar við tað seinasta dykki, vóru vit rættuliga keddar. Hetta er eitt tað besta upplivilsið í okkara lívið, og skal heilt klárt gerast aftur. Vit hava jú keypt ein part av útgerðini (snorklaraútgerðina) til at dykka, so vit fara heilt klárt í havið aftur. Um tað ikki verður at dykka, so verður tað at snorkla :) Vit øll umborð vóru sera kedd, tí hetta hevur verið ein so fantastiskur túrur, men vit avtalaðu so at fara út í Rattles Hum at eta seinni.
Komnar í land blivu vit koyrd til ProDive handilin, har vit skuldu gjalda eitt síðsta gjald. Av tí at hvørgan av okkum hevði tikið pengar við, sluppu vit at gjalda seinni. Vit blivu so koyrdar aftur á Calypso Backpackers. Her chekkaðu vit so inn aftur av nýggjum, áðrenn vit fóru ein túr inn í býin. Calypso Backpackers liggur um 20 min frá miðbýnum, so vit sluppu við einum bussi :) Komnar til býin, fóru vit beinavegin at gjalda tað eyka avgjaldið í ProDive handlinum, og hareftir í Baskins Robbins at keypa okkum ís! :) Vit gingu og hugdu í handlar, inntil vit fóru í Rattles Hum. Tá vit komu, vóru bert Brian og Utsav komnir. Vit sótu so og roksaðu, og so við og við komu fleiri fólk. Tá øll vóru komin, keyptu vit pizza. Vit sótu her og hyggaðu okkum inntil klokkan gjørdist 00. Tá fóru tey flestu víðari í dans, men vit báðar kláraðu akkurát at halda eyguni opin, so vit fóru heim í song. Meðan vit sótu í Rattles Hum og roksa, tosa vit báðar við Pierre (okkara instruktør). Hann hevði fingið eitt sindur niður um, so hann var seera prátingarsamur. Gurið var so troytt, at hon kláraði næstan ikki at halda eyguni opin, meðan vit tosaðu við hann. Hetta helt Gunnvá vera ordiliga stuttligt! :)
Vit gingu allan vegin heim. Meðan vit ganga í okkara egnu verð, koyra tveir bilar forbíð. Knappliga dettur okkurt niður á vegin beint frammanfyri okkum. Vit hildu hetta fyrst vera eitt fuglaskvett, men so síggja vit, at tað er eitt EGG! Onkur úr teimum tveimum bilunum hevur blakað eitt egg eftir okkum! :o Vit vóru ordiliga sjokeraðar, tí vit hava ikki verið úti fyri nøkrum líknandi alla okkara ferð. Vit vóru tó so troyttar, at vit skundaðu okkum bara heim í song, og tonktu ikki meiri yvir hesa hendingina.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments