Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag er so okkara síðsti dagur í Asia!
Í morgun fóru vit upp kl. 9, tí vit ætla okkum út á oynna Sentosa. Áðrenn vit fóru avstað, ótu vit morgunmat á hostellinum. Vit báðar tóku tað, sum vit ætlaðu at senda heim, við okkum, og spurdi tey á hostellinum, um tey vistu um nakað posthús her um leiðir. Eitt var í tí stóra sentrinum, so har fóru vit, og fingu tíbetur sent pakkan heim.
Nú gekk leiðin so til Sentosa! Vit tóku MRT til eina statión, sum eitur Harbour Front, og gingu ígjøgnum eitt centur fyri at koma har til, vit skuldu keypa billettirnar til Sentosa. Vit keyptu bilettir við Cable Cars, og fingu boð um á fara á 15. hædd í sama bygningi. Tá vit komu niðan har, kundu vit fara beinleiðis við einum Cable Car. Ein Cable Car koyrir høgt uppi, og hongur í einum tjúkkum snóri. Útsigtin frá honum er øgiliga góð - vit sóu næstan allan býin, og hetta var sera vakurt! Tá vit vóru komnar til Sentosa, ganga vit beinleiðis ímóti strondini. Á vegnum hartil stendur ein maður á gøtuni og spyr fólk, um tey hava hug at halda eini slangu fyri 5 S$. Gurið hevur leingi tosað um at halda eini slangu, so hetta var perfekt til hana! :) Hon vildi gjarna, men tordi ikki so gott í byrjanini. Men aftaná eina lítla løtu bað hon mannin seta slanguna um hálsin á sær. Meðan Gurið helt slanguni, tók Gunnvá nakrar myndir av henni og slanguni. Aftaná at Gurið var liðug at halda slanguni, var hon sera glað - endiliga slapp hon at halda eini slangu :D og Gunnvá var eisini sera glað, tí nú sleppur hon undan at hoyra uppá Gurið, at hon vil halda eini slangu ;p
Aftaná at hava gingið í eini 20 min. komu vit til strondina. Tað var so flott har, og tað var eisini øgiliga heitt. Vit funnu eitt 7-eleven, har vit báðar keyptu okkum sodavatn og bananir at hava við oman á strondina. Vit løgdu handkløðinum út og løgdu okkum niður at sóla okkum, men av tí tað var sooo heitt, orkaði man ikki at liggja leingi í sólini. Gurið fór ein túr yvir til eini brúgv og upp til eitt torn, sum er tað sunnasta punktið í Asia, og harfrá var eisini gott útsýni. Ímeðan Gurið var túr, lógu Gunnvá og Ida og sólaðu sær. Tá kl. var 15.30 fóru vit avstað aftur frá Sentosa, tí vit báðar skuldu av hostellinum kl. 18, tí vit skuldu flúgva. Meðan Gunnvá og Ida fóru á hostellið, fór Gurið at gera eina seinastu roynd at sleppa upp í Marina Bay Sands hotellið. Hetta var 5. ferð, Gurið vitjaði hotellið, og tíverri slapp hon heldur ikki upp hesa ferð, av tí at Nokia konferencan enn var har uppi. So Gurið mátti fara skuffa avstað aftur. Hon skundaði sær alt, hvat hon kundi, soleiðis at hon eisini náddi at fara undir brús, áðrenn vit fóru eta og út á flogvøllin. Hon kláraði tað akkurát, og vit skundaðu okkum avstað. Vit høvdu tíbetur góða tíð, og komu á flogvøllin kl. 19.30.
Komnar út á flogvøllin, síggja vit, at flogfarið hjá okkum ikki fer fyrrenn kl. 23 (eftir røttum skuldu vit flúgva kl. 22.10), so vit taka tað bara heilt róligt. Vit møta teimum donsku gentunum Sofie og Matilde og tosa ein løtu við tær, áðrenn vit fara at checka okkara bagagu inn.
Vit fara síðani ígjøgnum passkontroll, men tey hugdu slett ikki í taskurnar hjá okkum. Vit spurdu, um teir ikki skuldu hyggja, men teir søgdu bara tað ikki behøvdist - so vit fingu smugla nutella inn við! :) Av tí at vit eru rættiliga svangar, fara vit at keypa okkum franskbreyð frá 7-eleven. Vit høvdu jú nutella í taskuni. Vit seta okkum so fittar uttanfyri 7-eleven, tí at har ganga ongi fólk, og tí er tað so deiliga friðarligt. Aftaná at hava etið eitt heilan franskbreyðpakkan, fara vit at leita eftir einum slikkhandli, tí vit vilja gjarna hava okkurt slikk umborð á flogfarinum. Vit finna ein, ið selur sjokolátu og gummidrops og keypa slikk fyri uml 80 kr. :p
Nú er tíð at fara til gate'ina, so har sita vit eina løtu, áðrenn vit sleppa í flogfarið. Kl. 23.30 fara vit á flog, og leiðin gongur til Australia :D jeyyy!! :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments