Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag svóvu vit longi, eftir sum at vit vóru so seint heima, so vit vóru ikki uppi fyrr enn kl. 13 :) Beinanvegin vit vaknaðu, fóru vit oman í reseptiónina at spyrja, um tey vistu, hvar eitt sjúkrahús ella ein klinik var. Vit fingu at vita, at ein klinik var í centrinum, ið liggur beint yvir av her vit búgva. Uffuff, aftur á The Clinic í dag ;) Vit leitaðu longi eftir klinikkini, áðrenn vit funnu hana. Tá vit komu á klinikkina, var læknin farin á húsavitjan, men skuldi koma aftur hálvan tíma seinni. Meðan vit bíðaðu, fóru vit at eta. Her keyptu vit okkum kinesiska pizza og pitabreyð.
Tá vit vóru liðugar at eta, vóru vit sjálvandi lekkurtsultnar, so vit fóru í 7-eleven at keypa okkum Sab-ís. Hetta var fyrstu fer vit prøvaðu hann, og hann skal heilt klárt keypast aftur! :) Meðan vit eta ísin, seta vit okkum í nakrar trappur har í centrinum. Ein maður kemur so oman ígjøgnum trappurnar. Á veg oman, hevur hann allarhelst sæð beinini hjá Gunnvá, tí hann spyr okkum, um tað eru vit, sum skulu til lækna. Hetta var læknin, ið vit faktiskt bíðaðu eftir :) Vit fóru so við inn á klinikkina. Læknin hyggur fyrst eftir beininum hjá Gunnvá, og gevur henni síðani ein hópin av medisini :p So nú mugu vit bara vóna, at tað fer at hjálpa :)
Vit fóru aftur á hostellið at venda, áðrenn leiðin gekk fyri aðru ferð í casino. Hesa ferð mintist Gunnvá til at taka passið við :p Vit fóru so inn í casino, og komu ígjøgnum pass-kontrollið. Tá vit eru komnar inn, síggja vit eitt skilti. Á skiltinum stendur, at man skal vera 21 ár fyri at sleppa inn! Vit fóru tó yvir til har, tey chekka aldurin á passinum. Vit tonktu at royna fyri stuttleikar, so at vit ikki vóru komnar allan vegin hertil til einki. Tá tey høvdu hugt eftir passinum, bleiv ein vaktur tilkallaðu - hann skuldi fylgja okkum út :P So nú hava vit eisini roynt at blivi blakaðar út úr einum casino. Vakturin fortaldi okkum, at um vit høvdu sloppið ígjøgnum aldur-kontrollið, og blivið uppdagaðar, høvdu vit fingið eina bót uppá 10.000 SGD = 40.000 krónir. Singapore verður ikki kalla "The Fine City" fyri einki :p Til tykkum sum ikki skilja tað, so merkir 'fine' bót. Man fær bøtur fyri alt her í Singapore. Tú hevur ikki loyvi at spýta, pissa við síðnar av, innflyta tyggigum, blakað nakað á vegin, ganga skeivan veg í rullutrappunum, roykja (tú hevur bert loyvi at roykja á ávísum støðum), eta ella drekka í MRT (metro), o.s.v. Hatta vóru bert nøkur fá dømir um, hvat man ikki hevur loyvi at gera. Um tú gert nakað av hesum, fært tú bót - og tær eru stórar!
Eftir at vera blakaðar út úr casino, fóru vit skuffaðar aftur á hostellið. Júst sum vit skuldu byrja at ganga til hostellið, byrjaði at OYSA niður. Tað regnaði so illa, at man slett ikki kundi ganga úti. Tá toran byrjaði at ganga, bestemmaðu vit okkum at taka ein taxa til hotellið. Av tí at tað regnaði so illa, avgjørdu vit bara at vera inni eina løtu. Tá vit komu á dorm'ið, har vit sova, vóru Ida (norsk) og David (California) har inni. Vit sótu so og roksaðu eina løtu. Síðani spyr Ida, um vit hava hug at fara út at eta. Vit vóru svangar, so vit søgdu sjálvandi ja. David kom ikki við, tí hann fór á Iron Maiden konsert. Vit fóru so í eitt centur at eta. Her funnu vit Subway! :p Tá vit høvdu etið hvør sína footlong sandwich, fóru vit aftur á hostellið. Vit sótu við telduna eina løtu, áðrenn leiðin gekk út í býin. Vit tríggjar fóru aftur á Clark Quay (har m.a. The Clinic lá). Vit fóru í eina barr, ið æt Pump room. Her var live musikkur. Vit settu okkum so at lurta eina løtu, men fóru so at dansa. Meðan vit dansa koma tveir frá Týsklandi, Ceasar og Sebastian, og ein frá Bretlandi, Nigel, yvir til okkum. Vit dansaðu so øll, inntil tað lukkaði. Tá tað lukkaði møttu vit Andreas frá Svøríki og Chi... frá Malaysia. Vit fóru so øll til hostellið har Ceasar, Sebastian og Nigel búðu. Vit báðar vóru so lekkursultnar - vit vildu hava fransbreyð við nutella. Til alla lukku var ein 7-eleven handil tætt við hostellið. Vit keyptu so breyð og sjokulátu, og settu okkum á fortovið uttanfyri hostellið. Øll settu seg so hjá okkum, og vit bjóðaðu teimum at koma at eta við okkum. Her sótu vit so, 8 fólk, mitt á gøtuni og ótu fransbreyð við nutella. Svenskarin, Andreas, hevði aldrin roynt nutella fyrr, so vit vóru heilt chokeraðar! Hann royndi tað so, men dámdi tað ikki! :o Ótrúligt :o :)
Eftir at vit vóru liðug at eta, fóru vit tríggjar aftur á hostellið hjá okkum. Øll lógu og svóvu, tí klokkan var jú 5 um náttina :) So vit fóru eisini beina leið í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments