Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :)
Nú er so tíðin komin, at vit skulu úr Thailandi. Hetta er ordiliga syrgiligt, tí vit trívast so gott her. Men tað verður tó spennandi at sleppa at síggja eitt nýtt land. Í morgun gongur leiðin nevniliga til Singapore. Taxa bilurin kom eftir okkum kl. 7.30; tað tekur eina løtu at koyra, og vit skuldu flúgva kl.10.15. Komnar á flogvøllin síggja vit Subway - vit eru nú ordiliga fallnar fyri sandwich'unum hjá Subway, so vit hildu tað vera passandi, at okkara síðsta máltíð í Thailandi skuldi vera á Subway. Eftir at hava etið fóru vit til passkontroll. Vit stóðu ordiliga longi í kø her, áðrenn vit sluppu framat. Vit fingu síðani stempul, sum vísti, at vit fóru úr Thailandi.
Vit vóru so troyttar, meðan vit sótu í flogfarinum, men tíbetur vardi flogtúrurin bert 1 tíma og 40 min. Tá vit komu til Singapore, skuldu vit aftur ígjøgnum pass kontroll. Vit útfyltu eitt immigratiónspappír á flogvøllinum í Phuket við reyðum penni, tí tað var tað einasta, tey høvdu. Komnar til passkontrollið her í Singapore, fingu vit at vita, at vit máttu skrivað alt á nýggjum, av tí at man bert kundi brúka svartar og bláar pennar at útfylla pappírið. Tá vit fóru ígjøgnum pass kontrollið aðru ferð, gekk alt sum tað skuldi, og vit sluppu eftir bagaguni.
Eftir hetta fóru vit at finna útav, hvussu vit skuldu sleppa inn til býin. Gurið spurdi eina kona, og hon segði henni so, hvussu vit skuldu gera. Vit fingu eisini eitt kort yvir býin frá henni. Síðani máttu vit taka pengar út, tí vit høvdu jú ongar singapore dollarir. Meðan Gunnvá er á wc, kemur ein maður yvir til Gurið, og spyr um hon er frá New Zealandi. Hon sigur nei, at hon er frá "Faroe Islands"; maðurin sigur síðani nå okey. Hon spyr so sjokera, um hann veit, hvat Føroyar er. Hann kennir til Føroyar orsakað av fótbóltsliðinum. Hetta var ordiliga sjokerandi, at ein maður frá Singapore skuldi vita, hvar Føroyar var, tá eingin av øllum teimum svenskarunum, vit hava møtt, hevur vita um Føroyar! Hann gevur henni ráð um, hvat vit skulu gera her í Singapore, og hvat vit ikki skulu gera. Tá vit hava fingið pengar, fara vit við tokinum inn til býin. Fólk vóru sera hjálpsom, og vístu okkum, hvat tok vit skuldu við fyri at koma inn til býin, hóast vit ikki spurdu. Komnar í tokið, leggja vit beinanveg merki til, at tað er sera ordiligt og reint her, so hetta dámdi okkum sera væl ;)
Tá vit eru komnar inn í býin við tokinum, skulu vit finna eina tokstatión, har tað ber til at keypa ferðaseðlar til Malaysia. Orsøkin, til at vit fara til Malaysia eftir bert einum degi í Singapore, er, at flogferðaseðilin Phuket-Singapore bleiv broyttur, so tað endaði við, at vit skuldu vera 9 dagar í Singapore; hetta hildu vit vera sera long tíð at vera í Singapore, av tí at landið/býurin er so lítil, so vit avgjørdu bara at fara til Kuala Lumpur, Malaysia, í fýra dagar. Vit ganga so við stórur ryggsekkum, og royna at finna hesa vælsignaðu tokstatiónina. Tá vit endiliga koma til statiónina, keypa vit ferðaseðil til Kuala Lumpur við toki sum fer í kvøld kl. 22.30. Vit lata bagaguna liggja eftir á tokstatiónini, tí vit tíma ikki at ganga og drassa uppá hana, nú vit fara at hyggja eftir býnum.
Vit fara so fúsar avstað. Gunnvá er, sum ikki eina ferð, kortpersónurin, so hon finnur leiðina til Marina Bay. Á veg til Marina Bay síggja vit ein bókahandil og fara inn í hann, tí í seinastuni hava vit tosað um at keypa okkum eina bók at lesa. Allastaðni vit eru, síggja vit fólk við eini bók í hondini, so hetta vilja vit eisini sleppa at royna. Vit keypa tríggjar bøkur fyri 10 singapore dollar, uml. 43 kr. So nú er bara at byrja at lesa bøkur ;p Hareftir ganga vit víðari, og koma til eitt stórt stað við nógvum restaurantum. Vit velja at keypa okkum eina pizza at deila. Hendan var mega lekkur, men tað var bara ALT ov nógv fylla á, so vit sótu so penar á gøtuni í Singapore og plukkaðu av pizzaini.
Allastaðni í Singapore eru flottir bygningar, men tá vit komu til Marina Bay, stóðu vit bara og gløddu. Hetta er tann flottasti arkitetururin, vit nakrantíð hava sæð. Vit gingu fyrst og hugdu eftir øllum bygningunum sum heild, men avgjørdu so at hyggja nærri eftir summum og eisini inn í nakrar. Tann fyrsti, sum vit fara til, er Marina Bay City Gallery. Í fyrstuni ætlaðu vit okkum ikki inn har, av tí tað ljóðaði nokso óinteresant, men so segði Gurið, at vit skuldu inn ein túr at hyggja. Vit vóru sera glaðar fyri, at vit fóru inn, tí her var eitt lítið design yvir øllum Marina Bay-økinum. Harafturat kundi man hoyra alla søguna um Marina Bay økið - hví tey í fyrstuni fóru undir at byggja hetta, og hvønn tað er gjørt til. Aftaná at hava verið her, fara vit í shopping sentrið í Marina Bay, men her kundu vit gott gloyma alt um at brúka pengar, tí her vóru bara merkjahandlar - sera dýrt!! Inni í shopping sentrinum eru skeltir, sum vísa t.d. hvønn veg man skal fara, um man skal til Marina Bay Sands (hotellið), casino o.a. Vit avgera nú at fara inn í casino'ið, tí hetta vilja vit gjarna síggja. Vit eru øgiliga spentar, tá vit skulu fara inn, men áðrenn man sleppur inn, má man vísa passið. Gurið vísir sítt og er klár at fara inn, tá Gunnvá fortelur, at hon hevur tíverri ikki tikið sítt við. Vit royna at spyrja mannin, um tað ikki ber til at sleppa inn allíkaval, men nei! Øvv! :( Vit fara tí skuffaðar út aftur, men vit fara heilt klárt her aftur, tá vit koma aftur til Singapore um 4-5 dagar :)
Nú gongur so leiðin í Marina Bay Sands hotellið. Hetta hotellið eru tríggir bygningar, sum eru samanbundin ovast av eini skypark, sum er designa sum ein bátur. Hendan skyparkin er 200 metur uppi í luftini, og tað er sagt, at her hevur man eitt tað besta útsýnið yvir Singapore. Harumframt eru eisini svimjihylar her uppi. Vit fara yvir til torn 1, har vit fara niðan til 57. etagu (ovast) við elevatori. Vit báðar eru sera yvirraskaðar, hvussu skjótt elevatórin koyrir, tí áðrenn vit vita av, eru vit har uppi. Tá ætla at fara inn, siga vaktinar har, at vit, sum ikki eru gestir á hotellinum, mugu yvir til torn 3. Øv, so nú máttu vit allan vegin oman aftur, yvir til torn 3 og síðani upp aftur við elevatór. Men aftur her komu vit í trupulleikar, tí fyri at sleppa inn, mátti man hava eina bilett. Hetta vistu vit einki um frammanundan, so hana høvdu vit jú ikki. Hesa bilettina skal man keypa niðast :p Av tí vit høvdu koyrt upp og niður, upp og niður og høvdu fingið proppar í oyruni, avgjørdu vit bara at fara niðan aftur her, tá vit fara í casino'ið. Komnar út av hotellinum, fara vit víðari, og ganga yvir um eina brúgv. Her síggja vit eina rúgvu av kinesiskum lutum. Her finna vit m.a. útav, at í ár er árið hjá kaninuni. Sum vit hava skilt, feira kinesarar eitt djór hvørt ár, og í ár feira teir kaninuna. Vit ganga forbíð eitt stað, har ein rúgva av áskoðaraplássum eru framman fyri ein pall. Hetta er ein floating stage, har koncertir plaga at verða spældar. Tætt við hendan pallin er ein vøllur, har nógvir kinesiskir lutir eru. Vit ganga eitt sindur frá hesum staðnum og koma skjótt til eitt tivoli. Vit royndu tó einki, tí vit høvdu ov lítið av tíð. Á veg aftur til tokstatiónina, koma vit fram við einum matmarknaði. Tá vit síggja at tað ber til at keypa sjokoláta ís milkshake, kundu vit ikki lata vera við at royna hetta. Vit hildu, at tað smakkaði øgiliga væl!! :p
Vit ganga spakuliga til statiónina aftur aftaná milk shake'ið, og kl. 20.30 vóru vit aftur á tok-statiónini. Her brúktu vit tíðina at skriva bloggar og kl. 22 fóru vit so til tokið. Áðrenn vit sluppu í tokið, skuldu vit gjøgnum immigratiónskontrol. Hetta gekk fínt, og tað var ikki leingi, áðrenn vit sótu í tokinum á veg til Kuala Lumpur :) Vit høvdu bestillt pláss vit einari undir- og einari yvirkoyggju. Vit tóku okkara ryggsekkir í koyggjuna, og byrjaðu síðani at lesa í teimum nýggju bókunum, vit keyptu í dag :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Beinta Maaa, sum alt sær flott út í Singapore, eg havi google "Marina Bay" - ótrúliga flott!!! Men eg sigi bara UHA, tá eg síggi hasa parkina, sum er forma, sum eitt skip, sum liggur uppi á hotellinum, eg ivist um eg hevði tora út á endan at hugt niður!!!!!