Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun vaknaðu vit ikki fyrrenn kl. 14. Vit høvdu avtalað við Idu at fara til oynna Sentosa, men av tí at tað oysti niður, droppaðu vit tað, og ætla at fara í morgin. Ida var farin til lækna, so vit báðar sótu við telduni eina løtu og bíðaðu, til hon kom aftur.
Tá Ida kom aftur til hostellið, avgjørdu vit at fara út, hóast tað regnaði. Vit tímdu ikki bara at sita inni, so vit allar funnu okkum regnjakka fram og fóru út. Komnar út síggja vit, at tað regnar ikki longur, so vit fara úr regnjakkunum aftur, og ganga víðari. Vit vildu fyrst hava okkurt at eta, áðrenn vit fóru nakrastaðni, so vit funnu eina kinesiska restaurant tætt við hostellið, har vit fóru inn at eta. Aftaná vit vóru liðugar og vóru mettar og vælsettar, gekk leiðin til Little India. Vit tóku MRT'in frá Chinatown hartil. Komnar til Little India, ganga vit bara runt har og hyggja eftir hesum býarpartinum. Vit funnu beinanvegin útav, at tað sá nógv meira fyrifallið út her, enn tað ger í Chinatown. So vit eru rímiliga glaðar fyri, at vit búgva á A Beary Good Hostel í Chinatown. Av tí at Gurið hevði hoyrt frá onkrum um eitt centur, sum æt Mustafa Centur, og sum lá í Little India, avgjørdu vit at fara at leita eftir hesum. Centrið var øgiliga stórt, og tað virkaði ikki ordiliga, sum nakað skil var í nøkrum. Tá vit komu inn, var tann fyrsti handilin ein ur-handil, síðani komu vit hartil, tey selja memory-card og kamera - alt lá so tætt og kleimt saman. Centrið er í fleiri hæddum, so vit fóru nakrar hæddir upp, bara fyri at hyggja. Men vit komu tómhentar út aftur, tí hetta var ikki akkurát nakað fyri okkum. Men tað var fínasta slag at síggja centrið. Vit avgjørdu at ganga ígjøgnum Little India, áðrenn vit fóru víðari. Meðan vit ganga í Little India, verða vit allar lekkursultnar og keypa okkum hvør sín milk shake! :)
Nú gekk leiðin til Marina Bay Sands Hotel, har vit fyri fjóðru ferð skuldi royna at sleppa upp á takið, har svimjihylarnir eru. MEN vit fóru aftur skuffaðar út aftur, tí NOKIA hevði eina konference har. Á veg heim bleiv tað myrkt, og tað var ordiliga flott at síggja býin tá. Ljósini á bygninginum vórðu tendraðu og onkur av teimum skiftu farvu, meðan onnur blinkaðu. Vit vóru á hostellinum uml. kl. 20.30 og ætlaðu at fara í Zoo á Night Safari, tí at vit hava hoyrt so nógv positivt um tað.. Hetta bar tíverri ikki til, tí tað lukkar kl.22.30, og tað tekur ein tíma at koyra hartil. Vit avgjørdu heldur at fara at hygga okkum heima við pizza og filmi. Vit bóðu tey á hostellinum bestilla pizza frá sama staðið, har vit ótu seinast. Hetta var onki problem, og 40 min. aftaná fingu vit pizza og settu filmin "What Happens In Vegas" á. Vit hildu, at hetta var deiliga hyggeligt og avslappandi. Aftaná settu vit okkum til teldurnar at facebookast og skypa heim. Vit fóru í song um 1-tíðina.
Klemm
Gurið og Gunnvá
- comments