Profile
Blog
Photos
Videos
Tit mugu orsaka at eg ikki koyri inn á fyrr enn nú (03.07.11) og at tað sum eg koyri inná er so gamalt, men internetið hevur ikki verði optimalt í seinastuni so eg havi ikki fingið koyrt inn á fyrr enn nú :/
18.06.11
Í morgun var eg í so seint uppi, men fekk tó allan bíbliutíman við, og hann var aftur í dag sera góður og uppbyggjandi J Men vit høvdu so døgurða og aftaná tað, fór eg at rudda í okkara kamari og tað var ikki bara sum at siga tað. Tá eg støvsugaði, og fekk fleiri nevar av hári í, sum tilstoppaði støvsugarin, fór eg at hugsa um hvat mamma hevði sagt um hon hevði 9 døtur sum hon skuldi støvsuga hár upp eftir. Veit hvussu hon hevur havt tað við at taka hár upp eftir mær.
Eftir hetta skrivaði eg nýggjheitsbræv til salin, koyrdi nýggjheitir inn á bloggin, skrivaði mail og skrivaði dagbók, so tað var bara skriving, skriving, skriving allan dagin.
Klokkan 19.30 var so worship-night/prayer-night og tað var gott og uppbyggjandi. Men meðan eg var har, kom tað fram á skerminum at tað var ein uppringing til mín, og tað hevði eg ikki ordiliga væntað, av tí at eg longu hevði snakka við Jaspur beint áðrenn. Men tað var so Karina, og tað var sera stuttligt at bara kunna snakka heim sum vanligt, tá man er so langt vekk og ikki ordiliga hevði væntað at kunna snakka heim akra sum tá man er í FO.
Aftaná worship/prayer-night høvdu høvdu nakrir av STEParunum eina sera áhugaða samrøðu um hvat vit trúðu og hvat okkara samkomur stóðu inn fyri, og vit vóru nokkso einig og hildu tað sama um hetta forskelliga, sjálvt um vit eru frá hvør sínum landi, verðina rundt.
Meiningin var at eg skuldi fara í song tíðliga, tí eg skal arbeiða í morgin, men tað bleiv ein góð løta áðrenn eg kundi sova, tí fyrst prøvaði eg mín Sahri og tí at suður-koreanarin sum vit hava í kamarinum er so festlig og vit høvdu allar láturkrampa av henni. Aftur ein super dagur J
19.06.11
Sunnudagin var endin á sabbath vikuni og eg var eitt sindur illa fyri hendan dagin, so eg var ikki til morgunmøtið, men legði meg heldur at sova, so eg bleiv betur fyri og kundi fara til arbeiðis aftaná møtið.
Logoscars var hetta kvøldið og tað var ordiliga hugnaligt og stuttligt. Tað er ótrúligt, hvussu gott fleiri duga at gera filmar. Og øll vóru eisini líka fín. Aftaná vóru allar STEPgenturnar og vitjaðu STEPdreinginar og seinni spældu eg, Joey, Jonathan og Tobias kort eina løtu, so fóru Joey og eg at fáa okkum natmad áðrenn vit fóru at sova.
20.06.11
Í dag svav eg leingi, líka til klokkan 12.00 :) Fyri fyrstu ferð síðan eg kom umborð. Eg fekk mær so døgurða og so fóru Joey og eg út, til Fort Kochin. Har møttu vit einum port-volontør sum Joey var komin at kenna og vit gingu rundt har og fóru inn í handlar. Veðrið var sera gott, so tað var ordiliga lekkurt bara at ganga og mæla og keypa gávur. Og nú kann eg siga at eg føli sum eg eri í India, tí eg sá kyr á gøtunum og tað er tað einasta sum eg havi sakna her, tí "tað er ikki verði India, uttan kýr" sum eg havi sagt, síðan eg kom her. Vit komu so heim aftur, ikki so seint (fyri fyrstu ferð), og aftaná nátturða søgdu eg og Shanna bei við bólkin sum hevur verði her og sungið og spælt í sabbath-vikuni. Og so var tað bara avslapping inntil Worship-Night.
21.06.11
Til nátturða í dag var familjukvøld og vit fingu kalkun og pasta til nátturða, og eg át meg propp metta fyri fyrstu ferð í nakrar dagar, av tí at eg havi havt ilt í búkinum síðan vit vóru í húsbátinum og havi ikki tora at eti nakað serligt.
Klokkan 7 høvdu vit familju-kvøld/film men vit vóru bara 4 "systkin" sum hugdu.
Og klokkan 20.30 var eg til mína fyrstu venjing í Swing Dance J Tað var ordiliga stuttligt og at enda dugdi eg nøkur trin.
Aftaná tað var eg eina løtu í dininghall og tosaði við Natalie og Matthew og so var songartíð J Ein deiliga avslappandi og góður dagur J
22.06.11
Í kvøld høvdu genturnar í kamarinum hjá mær GIRLSNIGHT við ísi og gentufjasi J Tað var sera hugnaligt og ordiliga stuttligt.
24.06.11
Í dag svav eg leingi, lííííka til klokkan 7.30 :p, og so var andakt og so svav eg víðari til klokkan 12, tí tá mátti eg upp til døgurða og so til arbeiðis klokkan 13.
Fyrst var eg pá besøg hjá mínum nýggja bossi og so hevði eg PA (public angel) og skuldi vaska tey almennu wc'ini, og hesa ferð var tað slett ikki so galið J Tað gekk bara heilt gott og tað var einki sum var sera sera ótespiligt. Men tá eg skuldi vaska wc'ini á dekk 4 fyri seinastu ferð, hevði onkur spýð í vaski á konufólkavesinum, so tað var mítt upplivilsi fyri dagin og sjálv haldi eg at eg kláraði tað bara heilt væl ;)
Annars er ikki tað heilt stóra hent í dag. Svav leingi, arbeiddi, og so var næstan songartíð beinanvegin....
25.06.11
Í morgun skuldi eg møta til arbeiðis klokkan 6, men eg hevði stilla vekkarin skeift, so eg var ikki uppi fyrr enn klokkan 6.10 tá ein ringdi at vakja meg og biða meg koma til arbeiðis. Hetta var so fyrstu ferð í 3 vikur at eg ordiliga forsvav meg. So tað er bara gott klára ;)
Men arbeiði í dag var sera skjótt og lætt, tí vit vóru 3 í bólki saman, so alt gekk skjótari enn vanligt. Vit vóru lidnar við allar okkara uppgávur áðrenn døgurða í dag, og klokkan 14.00 høvdu vit angels moment, har vit brúktu tíð at biða saman og bara hava okkara quiet time. Tað var sera gott at kunna taka pausu frá øllum. Og tá tað var liðugt høvdu vit frí og so fóru eg, Joey, Serene, Toban, Toby og Jonathan til Ernakulum fyri síðstu ferð á hesum sinni, og aftur hesa ferð prøvaðu vit at verða 6 persónar í einum tuk-tuk og Toban fekk ein guitar fyri 1200 rupees. Ein sera hugnaligur dagur, men veðrið var ikki av tí besta.
Tá vit komu aftur fingu vit ein góðan nátturða og aftaná tað var tað bara avslapping saman við STEParunum, til eitt sindur seint, tí tey flestu av okkum hava frí í morgin J
- comments