Profile
Blog
Photos
Videos
10.06.11
Í dag var eg aftur til arbeiðis klokkan 6.00 og eg havi støvsúgva næstan alt skipið. Frá dekk 5-8 (trappur) og allar trappurnar og sektión í E, F og G.
Tað var ein eitt sindur øðrvísi arbeiðsdagur, tí starvfólk frá einum lokalum 5* hotelli vóru her í dag.
Aftaná ein strævnan dag var tað bara relax í staff lounge og eg fór eitt sindur seint í song, av tí at eg havi PA í morgin. (public angel) Men Stepfanie frá Malaysia, sum skuldi ferðast við mær og Toban og sum eisini hevði onkrar trupulleikar við visum, kom allíkavæl til skipið í kvøld og visum og alt hjá henni er í ordan nú, so hon kann verða partur av okkara STEP eisini.
11.06.11
Í morgun kundi eg sova líííííka til klokkan 07.10, tí eg skuldi ikki arbeiða morgunvakt, men PA. Eg hevði eitt sindur ilt í hálsinum, so tað var ikki so gott.
Men til andaktina í mogum, fingu vit at vit at okkara góða nýggjheit er avlýst, p.g.a. at maskinurnar hava brúk fyri ymiskum reparatiónum og av tí at tað er monsoon er veðrið ikki heilt til at lýta á, men tað er sjálvandi alt ein meining við hesum og alt verður sjálvandi hugsa væl ígjøgnum áðrenn avgerðir verða tiknar.
Men í morgum fóru allir "einglanir" so til eitt lokalt hotel og vit vóru væl móttikin. Vit fingu ein rundtúr rundt um í hotellinum, fingu lokalan indiskan mat og til seinast fingu vit armbond og henna á hendurnar. Tað var ein sera góð uppliving og tey vóru ordiliga gestablíð við allar 22 "einglarnar".
Men eg og ein onnur vóru so noyddar at fara heim aftur áðrenn hinar tí vit høvdu PA og skuldu vaska tey almennu vesini. Og eg kann erliga siga at tað var grúsomt, men eg kann eisini verða stolt av mær sjálvari, tí eg vaskaði fleiri skitnar almennar vesikummur, og sum tey flestu sikkurt vita eru eg og vesikummur ikki bestu vinir.
Seinni fekk eg so at vita at vesikummurnar vóru brúkar av 12800 fólkum í dag og tað er tað størsta vitjanartalið nakrantíð hjá Logos Hope. Wuuhuuuu :D
Men tá eg var liðug at arbeiða vóru vit nakrir av STEParunum, Jonathan, Tobias, Toban, Shanna, Stephy og eg, sum vóru leingi uppi og lime-aðu (nýtt caribiskt orð).
Tað var ein sera góður dagur :)
- comments


