Profile
Blog
Photos
Videos
Í dag møtti eg til arbeiðis klokkan 6, og tað var sera hart at koma upp. Men dagurin var ikki so strævin, tí vit skuldu hava arbeiðs-training í dag. Og tá klokkan var 14.30 høvdu allar sum vóru til arbeiðis pausu, og onkur av “einglunum” hevði baka smákøkur til okkum. Men aftaná pausuna høvdu STEParinir frí og eg og Joey fóru á dekk 4, í bókasøluna / I-café at tosa við fólk. Tað var ordiliga áhugavert og stuttligt at koma at tosa við totalt fremmant fólk. Okkara túrur á dekk 4 endaði so við at vit høvdu ein “tour” runt í skipinum við tveimum monnum, sum gjarna vildu síggja brúnna og skiparan. Og tað gekk kanska ikki so gott hjá okkum, men til at tað var fyrstu ferð gekk tað okay.
Og hetta er so fyrsti dagur at man hevur sæð sólina frammi, men eg var so ikki úti, men vónandi verður ein góður dagur aftur í morgin
Vit høvdu so ship-familjudøgurða í kvøld, og eg møtti mínari ship-famiLEE og kom at kenna tey eitt sindur betur og var eisini í føðingardag hjá mínum “beiggja”.
Og so hevur kvøldið í kvøld bara verði max-relax, aftaná nakrir strævnir dagar.
- comments