Profile
Blog
Photos
Videos
Í dag var eg aftur tíðliga til arbeiðis og dagurin gekk, fyri fyrstu ferð, ikki so skjótt sum vanligt. Klokkan 14 var STEP-training og tað var bara hugnaligt at verða saman við øllum STEParunum aftur. Aftaná tað var tað bara avslapping á skránni og vit fingu KJØT til nátturða :D Var fantastiskt at ikki føla seg sum vegitar meira. Men Shanna, eg, Joey, Jonathan, Toban og Lise høvdu eina góða løtu saman aftaná nátturða og eg mátti brúka mínar góðu geografi gávur til at forklára hvussu Føroyar vóru uppbygdar og hvussu alt er har. Tað var bara hugnaligt. Og so er tað bara avslapping fyri rest, tí aftaná ein arbeiðsdag sum byrjar klokkan 6, hevur man fortjent max - relax.
P.S. Royni at skriva dagbók hvønn dag, men eri ikki altíð so skjót at koyra inná :P Tit mugu bera yvir við mær ;)
- comments