Profile
Blog
Photos
Videos
First of all :D Í morgun vóru vit 4 í kamarinum, sum høvdu experience day í dag, sum forsvóvu okkum til STEP andakt. Men vit skundaðu okkum og vóru bara ca. 10 min ov seinar, so tað var ikki soooo galið. Men dagurin í dag var eisini mín fyrsti experience day og tað má sigast beinanvegin at hann var fantastiskur :D Fyrst, ella fyrrapartin, var eg á fundi við mínum experience-team og planlegði hvussu og hvat vit skuldu gera. Fyrst vóru vit á bókasølu-dekkinum og bara tosaðu við fólk og komu at kenna tey og hjálpa arbeiðsfólkinum á dekk 4 og tað var ordiliga stuttligt og uppmuntrandi at tosa við øll tey ungu sum vóru her, tí tað vóru nógvir skúlaflokkar og vitjaði í morgun, og tað vóru sera nógv, ið vóru hugtikin av mínum húðaliti. Tað er eitt sindur merkiligt fyri meg, tí í FO havi eg bara fingið kommentarar um at: "tú ert so hvít" og eg haldi ikki tað hevur verði serliga hugaligt, men nú eru fólk sera hugtikin av at eg eri so ljós og tað er sera øðrvísi fyri meg, men tað má eg bara venja meg við.
Seinnapartin var eg og vitjaði eitt katólskt barnaheim fyri gentur og tað var sera spennandi. Vit høvdu sangir við teknum, søgu, spøl, drama og so hevði ein av team'inum ein vitnisburð og boðskapurin var sera týðiligur. Tá vit høvdu gjørt alt, sum vit høvdu á skránni, vóru tað nakrar gentur, ið framførdu ein indiskan dans fyri okkum og tað var sera vakurt. Og so var tað ein genta, sum takkaði okkum fyri vitjanina og eg helt at tað var so rørandi, at kunna gleða hesar gentur á hendan hátt, at eg fekk tár í eyguni.
Tá vit vóru á veg heim aftur, bjóðaðu chaførarnir hjá okkum okkum á café, til køkur og kaffi/te. Tað var eitt ungt par við trimum døtrum, ið hava hjálpt við at koyra toymini út meðan skipið hevur verðið her. Tey vóru sera blíð og tann eina dóttirin framførdi eisini ein sang á barnaheiminum og tað ljóðaði ordiliga gott J
Vit komu so heim og tosaðu um hvussu tað hevði gingið og mettu um hvat kundi verði øðrvísi, men vóru samdar um at dagurin hevði verði perfektur.
Síðani var eg til bønarmøtið og aftur hesa ferð, var tað sera gott. Og tað var mest fokusera á trúðboðarar úti í heimunum.
Jemy og eg hevði so eina bønarløtu aftaná og eg fekk tárini fram av at hugsa um henda dagin og alt tað sum Gud hevði gjørt gjøgnum okkum hendan dagin.
Eitt ord: Ótrúligt !
- comments
Atli Minnir meg á farnar dagar ! Bønarmøtini er so nógv tey bestu :D