Profile
Blog
Photos
Videos
Síðsta vikan hevur flogið avstað. Men eg skal royna koyra okkurt úr dagbókini inná og royna at fortelja vikuna í stuttum.
Í morgun 12.06.11 var eg ikki uppi fyrr enn klokkan 9.30og forkølilsi var bara verri, men eg fór upp allíkavæl og aftaná døgurða var eg hjá sjúkrasystrini og fekk onkrar tablettir fyri hálsin.
Klokkan 16.45 hevði eg e-day og skuldi fyrst verða crowd control uttanfyri og bara tosa við tey vitjandi. Síðani hevði eg nátturðapausu og skuldi so á dekk 4 at tosa við fólk og hjálpa til í bókasøluni. Og har hevði eg mína fyrstu samtalu, har eg kláraði at fáa evangelii fram, men maðurin var longu ein kristin/katolikkur J
Í dag 14.06.11 var fyrsti bíbliutími við Kevin Penman, sum er trúboðari í miðeystri. Og hann dugdi sera væl at seta alt í perspektiv.
Seinni í dag, fóru eg, Jemy, Wai Wa, Mayhelin, Esther, Laura og Hope í býin (Ernauklum) at shoppa og hyggja okkum um. Vit ætlaðu allar at keypa taskur, men tá seljarin gjørdi tær 10 rupies dyrari, segði Jemy at vit ikki skuldu keypa, sjálvt um tað er eitt hálvt tyggigummi fyri meg :p Men eg skuldi fáa eina blus til mín Sahri seymaða, men tað var eitt verri skil, tí vit máttu avhenta hana í morgin og alt var eitt evigt roks
Í dag 15.06.11 var so aftur bíbliutími um morgunin og aftaná døgurða var fótbóltskapping í Fort Kochi og eg var sjálvandi cherleader;) Men vit vóru einasta liðið sum hevði ordiligar cherleadarar sum høvdu gjørt nakað burturúr. Vit vóru 4 gentur, (eg, joey, esther og laura) sum vóru svartar og hvítar, og høvdu blondu-band í hárinum. Og eg og Joey høvdu tveir fittar rottuhalar. Men dysturin gekk ikki sooo gott, tí vit taptu 2-0, men tað var betur enn forvænta. Meðan eg sat og hugdi at fótbólti og nýtti veðrið undir einum træi, skvetti ein fuglur beint á skinnabeini hjá mær, so tað var bara sera lekkurt. Og tá vit vóru á veg heim aftur sá eg tvær flottar sjónir. Tann fyrsta var ein geit, sum stór á tveimum beinum í einum ruskdunga og toygdi seg upp til eitt træ at eta bløð. Tann seinna var ein ordilig indisk-gøtu-sjón, har ein maður sat og seldi smáar fiskar, meðan kettan gekk við síðurnar av og át fiskin og ein hani gekk hinumegin. Tá eg kom heim aftur, hevði Jemy verði í býnum og avhenta blusuna hjá mær og tað skal sigast at hon var sera smøl, men indarir eru klókir tá tað kemur til seyming. Eg skuldi bara koyri ein tráð upp aftur, so var hon eitt sindur størri og passaði fínt. Men í dag hevði so Peter úr Týsklandi føðingardag og meiningin var at vit skuldu halda føðingardag fyri honum, men tað bleiv alt útsett til dagin eftir, av tí at onkur sum skuldi verða við í føðingardegnum ikki kom heim til nátturða.
Seinni var so Sving Dance Party og tá eg var á veg yvir at vita hvussu tað var, møtti eg tveimum gentum úr mínum kamari og báðar søgdu at eg skuldi dansa við Toban, tí hann dugdi so gott, men eg eri ikki ein dansipersónur, sum øll vita, men eg fekk so ein dans við honum áðrenn alt endaði, og tað skal sigast at hann dugdi bara heilt gott av at verða nýbegynnari. Kvøldið endaði so við einari bønarløtu við STEParunum í dininghall.
Í morgun 17.06.11 var forkølilsi heilt vekk og eg var spillfrísk ;) Vit skuldu verða klár klokkan 8, fyri at gera matpakkar og eta morgunmat, tí vit skuldu á útferð. Eg skuldi til ein "houseboat", so aftaná at hava koyrt í 2 tímar í bussi og hava verði við í einum óhappi í ferðsluni í India, har síðan á bussinum bleiv skava burturúr, komu vit til har sum vit skuldu í bátin. Men fyrst skuldi tað líka pissa niður, so vit blivu gjøgnumbloytt. Men vit komu so til húsbátin og tá vit høvdu siglt í einar tveir tímar, aftaná nakrar síður úr bókini hjá mær, og aftaná nøkur spøl av UNO saman við nøkrum týskarum, fingu við traditionellan indiskan døgurða, sum eg ikki dámdi serliga væl. Men vit sigldu eina løtu eftir ánni og løgdu so at eina staðni, har vit kundu henta mango og kokusnøtir. Hetta var so fyrstu ferð eg prøvaði at drekka direkta úr einari frískari kokusnøt, og tað smakkaði ikki sum eg hevði væntað. Helt ikki at tað smakkaði serliga væl. Men áðrenn vit fóru í bátin aftur, datt ein genta niður úr trænum, sum hon royndi at taka mango'ir úr, men tíbetur hendi einki.
Vit sigldu so spakuliga aftur eftir ánni og fingu grillaðar bananir til desert. Og bara slappaðu av. Men meðan vit sigldu løgdu nøkur merki til ein stóran eiturkopp, sum eg sjálvandi mátti síggja, men tað burdi eg kanska ikki havt gjørt, tí hann var alvorliga stórur í mun til teir vit síggja í Føroyum.
Men vit blivu so skift yvir til ein minni bát, mitt úti í ánni, sum skuldi sigla okkum inn til lands aftur. Og aftaná enn ein busstúr upp á 2 tímar vóru vit endiliga heima aftur, eftir ein sera góðan og avslappandi dag.
Eg slappaði eisini bara av restina av kvøldinum, men fekk tey keðiligi boð at fyrrverðandi arbeiðsgevarin hjá mær var deyð. Hetta var eitt sindur ringt fyri meg, og serliga eisini nú tá man ikki er heima, og ikki hevur nakran sum skilir sína støðu.
Her er so eitt sindur úr mínari dagbók, frá vikuni sum er farin. Og tíverri er eingin mynd hesa ferð. Eg skal roynar at verða raskari at koyra inn á so eg ikki verði noydd at sita og skriva ein heilan dag, sum í dag. Og so tit ikki hava fleiri síður at lesa tá tað endiliga er :p
Alice.
- comments



jaspur :*