Profile
Blog
Photos
Videos
Í gjár fekk eg so keypt ein reyðan Sahri og hevði ein super stuttligan frídag í býnum. Tað var sera stuttligt at hava ein indara við, tí hon helt at tað sum eg keypti var og dyrt og hugdi væl eftir kvaliteti, broderi-arbeiðinum og prísinum, men vit hildu bara at alt var bíligt.
Í dag møtti eg til arbeiðis, 2 min ov seint, tí Joey, sum svevur beint undir mær, leitaði eftir sínum badge, sum longu var fast í blusuni. Fyrst skuldi eg vaska gólv í I-cafe, tað er á dekkinum sum bókasølan er, har sum maskinan ikki slapp til. Síðani skuldi eg dustsúgva eitt sindur, og nógvar trappur. Og aftaná tað skuldi eg vaska wc, men eg slapp tíbetur frá at vaska wc-kummurnar Tí mín “arbeiðsgevari” var sera fitt við meg ;) Eg fekk tíðliga frí, klokkan 14.30 og tá dagurin endaði, fingur Joey og eg, nýggju “einglanir”, gávu frá teimum sum vit høvdu arbeitt við. Tað var sera pent gjørt av teimum men øll eru líka fitt og at er altíð onkur lítil gáva/tanki klárur.
Aftaná arbeiði skuldi eg líííka sova, men tað bleiv til næstan 2 tímar, so tá var nátturði.
Kvøldið í kvøld var sera hugnaligt. Tað var meiningin at vit skuldu baka eina kaku, tí ein STEPari, Raykumar, hevði føðingardag, so vit vildu gera tað eitt sindur serligt fyri hann, men allar tær lítlu køkirnar vóru upptiknar, so tá vóru góð ráð dýr. Tað endaði við at vit brúktu fransbreyð, syrup, hindbersúltutoy, jarðbersúltutoy, beanutbutter, bomm og cornflakes. Og aftaná eina góða worship løtu hildu allir STEParinir føðingardag fyri Raykumar Og tað ein sera hugnalig og góð løta Sum endaði eitt sindur tíðliga, tí vit skulu møta til arbeiðis klokkan 6 í morgin.
- comments
Poul Pabba) Hey góða Alice, tað var stuttligt at hoyra frá tær! Onkur mynd vendur skeivt, so hugsa um tað næstu ferð. Nýggjheitin er okkum kend (haldi eg)!!! Jónas gongur við "støtte-binde" um knæðið, knæskelin fór úr lið, meán hann var og hjálpti til við takinum á Salinum leygardagin, men nú er betur......Vit hava havt ein góðan dag her. Hav tað gott, Jesus verð hjá tær.
Alice Ja, eg veit at onkur mynd er skeiv, men tað var tí eg koyrdi tað direkta av kameraðinum... Her var eisini sól í dag, men eg hevði ikki tíð at fara út :p Men ynsk honum alt tað besta frá mær og spyr hann hvat hann ynskir sær :) Alice.