Profile
Blog
Photos
Videos
Vit komu til Kochin í øllum góðum klokkan 3.40 lokala tíð, men vóru noydd til at bíða eftir bagaguni í ca. 1 tíma. Men tá vit komu út, og væntaðu at síggja eitt skelti har tað stóð Logos Hope á, blivu vit eitt sindur skelkaði. Eingin var har, so vit vistu ikki rættiliga hvat vit skuldu gera. Men eg hevði tlf.nr. hjá sjaførinum hjá okkum so vit prøvaðu at ringja, men trupulleikin var at eingin tók tlf. Vit funnu so eina telefonbox og Toban royndi at ringja øll nummarini vit høvdu hjá okkum men einki nyttaði, so vit byrjaðu at blíva nervøs og tað einasta vit kundu gera var at biðja, tí vit høvdu ikki anilsi fyri hvat vit skuldu gera og fólkini uttan fyri flogvøllin vóru nokk so nærgangandi, tí vit vóru ljós, so eg var bara noydd til at snakka við tey og verða fitt, so tey ikki fór avstað við allari bagaguni hjá okkum, meðan Toban var í tlf.boksini og royndi at fáa fatur á onkrum. Aftaná 2 tímar, nógvar nervar og nógvar bønir fingu vit so fatur á sjaførinum, sum segði at vit vóru noydd at bíða 2 tímar afturat, tí hann slapp ikki gjøgnum portrið á bryggjuni fyrr enn klokkan 6. Vit vóru sjálvandi glað fyri at vit fingu at vita hvat og hvussu, og aftaná eina so langa ferð, er 2 tímar ikki serliga leingi at bíða. Vit prøvaðu so at sleppa inn aftur í terminalin at bíða, og militerfólkini við teirra vápnum vóru bara løtt at hava við at gera J
Aftaná bara ein tíma var sjaførurin eftir okkum og vit komu til bátin aftaná ein gyyyyseeeligan koyritúr. Har vóru bilar, bussar, scootarir, tuk-tuks og fólk á gøtuni, alt í senn. Og á tveimum koyribreytum vóru tríggjar røðir av bilum sum kappaðust at yvirhála hvønn annan, men eg eri bara glað fyri at shaførurin var týskari, tí teir eru kendir fyri at koyra skjótt og ordiligt.
India er slett ikki sum eg forstillaði mær tað, tí fyrst og fremst er tað regntíð, og tað var eg slett ikki klár yvir tá eg fór avstað, men tað man man sikkurt klára at liva við, fyri tað minsta er tað heitt ;) Men í býnum vóru eisini stór hús, kroysir, pálmatrø, eikitrø, hvørt um annað, so tað er eitt sindur merkiligt at síggja.
Tá eg kom umborð, møtti eg Símun Pætur og Annu og eisini Hanus og fekk endiliga havt eina samtalu á føroyskum aftur J Tá eg kom í kamari hjá mær, hevði mína "big sister" gjørt seingina hjá mær klára og eg slapp at sova í eini song eftir 2 heilar dagar og tað var himmalskt. Seinni vísti hon mær so runt í skipinum og gamla Norrøna er ikki til at kenna aftur.
Í kvøld var so Prayer Night, sum var ordiliga gott og øðrvísi og eg fekk eina góða nýggjheit at vita har, sum eg av trygdaráðum tíverri ikki kann skriva á netið, men tit skulu nokk hoyra um hetta seinni ella tá eg komi heim aftur J Og um onkur veit hvat eg meini við, mugu tit ikki kommentera tað á her, alt av trygdaráðum.
Men her er ordiliga gott umborð, og eg havi snakka leingi við mínar 4 roommates sum eru komnar her, í dag. Men enn mangla 4 aðrar og vónandi koma tær einaferð í nátt.
Øll eru líka fitt umborð og eg eri longu komin at kenna fleiri nýggj menniskjur.
Og sjálvandi endaði man kvøldið saman við føroyingunum og einum góðum te-munni ;)
- comments
jaspur :)
Barbara Vest Hey Alice, spennandi hjá okkum her heima at lesa um títt ævintýr:) Gott at hoyra at tú ert komin fram í øllum góðum!! Jesus verið hjá tær!!! Heilsa Onnu og Símun Pætur frá okkum.
Paula Heyhey:) stuttligt at kunna fylgja vid tinari ferd:) hvat meinat tu vid, gamla Norrøna?
Alice Hey Paula :) Deiligt at tú hevur funnið útav hesum ;) Og takk fyri seinast :) Tað var sera hugnaligt og stuttligt at síggja teg aftur :D Men Logos Hope er gamla Nørrena :) Nørran er bara renovera og er ein flótandi bókasøla :)