Profile
Blog
Photos
Videos
26.06.11
Í morgun kundi eg sova líka til klokkan 9.30 ella seinni, tí morgunmøtið var klokkan 10 og eg hevði frí, so tað var bara at koma upp til tað. Til morgunmøtið fingu vit at vita at Stahl familjan mátti fara heim, av tí at konan er upp á vegin og hevði havt onkrar trupulleikar, so tryggingarfelagið mælti henni frá at sigla til Sri Lanka. Aftaná morgunmøtið var eg til open cabin hjá Annu og Símun Petur og tá nevndi Captain Pat at hugsa tær til um vit vóru á veg til Maldivurnar. So hevði vit verði 400 míl úr landi tá okkurt hendi við konuni og vit høvdu ikki kunna gjørt tað stóra. So tað er altíð ein meinging við øllum.
Eg hevði ætlað at eg bara skuldi lesa og slappa av í dag, men akkurát tá eg var byrja fór eg á dekk 4, við Stephy, at keypa nakrar bøkur og onkrar gávur, síðani byrjaði eg at lesa, men so fór eg ein rundtúr við onkrum systkinabørnum hjá Jemy og so kundi eg endiliga lesa í ein hálvan tíma, so svav eg eini 15 min og so var longu nátturði.
Aftaná nátturðan var so training fyri tey sum ikki høvdu siglt við Logo Hope enn og aftaná tað var tað Stowaway Search, so vit kannaðu alt skipið, hetta var sera áhugavert at verða við til. Og aftaná hetta tosaði eg bæði við Jaspur og mammu J
Um kvøldið byrjaði so ferðin frá Kochin og vit vóru øll úti á dekkinum og hugnaðu okkum meðan vit sigldu út frá India. Og STEParinir høvdu avtala at hava Oreo-party við mjólk og Oreo, og tað var stak hugnaligt. Men tá eg fór í song byrjaði tað at rulla eitt sindur, so tá fekk eg eitt sindur av sjóverki, men eg tók eina sjóverktablett og svav alla náttina, einki problem.
27.06.11
Í morgun byrjaði arbeiði so klokkan 7.00 og tað var slett ikki so galið sum eg hevði væntað, veðrið var betur enn vit høvdu væntað, men aftaná morgunmatin hevði eg eitt sindur av sjóverki, og tók eina sjóverktablett, sum eg ikki skuldi havt gjørt, tí eg bleiv so gyyyseliga móð at eg kláraði ikki at halda eyguni opin. Men arbeið gekk fínt og vit vóru liðug at arbeiða klokkan 13.00 og tað var sera deiligt. Allar genturnar í kamarinum vóru sovnaðar aftaná arbeiði og lógu slaktaðar tá vit skuldu gera eina bjargingar-roynd. Men tað gekk alt gott og aftaná royndina las eg eina løtu og sovnaði aftur í 15 min og so var besti nátturði higartil, pasta bolognese. Jummy J
Í kvøld var so Worship-night og Port-praise og tað var sera gott at hoyra tær ymisku søgurnar frá skipsmanningini, tað sum tey høvdu uppliva í Kochin og lovsangurin var eisini ordiliga góður.
Aftaná tað setti eg meg bara at lesa eina løtu og klokkan 22 var vanliga bønarløtan hjá STEParunum og so fór eg í song. Fyri einaferð eitt sindur øgiliga tíðliga.
28.06.11
Í morgun var arbeiði klokkan 6 og veðrið var sera ringt í dag, í forhold til í gjár, so tað var ikki so gott at verða til arbeiðis, tá man hevði eitt sindur av sjóverki, men mín og Natalie'sa uppgáva var ikki so strævin í dag, so tað var bara gott. Vit lógu so við ankar frá klokkan 11 í morgun og bíðaðu eftir at eitt skip skuldi koma út við olju, tí bryggjan í Colombo var sera upptikin við skipaferðslu. Men tað besta við arbeiðsdegnum var at vit fingu frí klokkan 14, so aftur í dag lógu allar slaktaðar í kamarinum, til nátturðan, sum vit máttu fara til, tí tað er familjukvøld í kvøld.
Eftir ein góðan og langan nátturða saman við skipsfamiljuni var eg bara í kamarinum og slappaði av saman við mínum roommates og sjóverkinum. Og seinni høvdu vit okkara dagligu STEPbønarløtu úti á dekk 9 og tað var sera hugnaligt, ein kundi síggja Sri Lanka eitt sindur burturfrá J
29.06.11
Í dag var eg til arbeiðis klokkan 6 og tað var sera ringt at koma upp, tí eg svav sera illa í øllum rullinum í nátt. Og eg var faktis øgiliga ring í sjóverki áðrenn døgurða í dag at eg mundi spýð og eg sat úti á dekkinum í ein heilan tíma áðrenn døgurða. Aftaná at hava ligið við ankar í 24 tímar sigldu vit endiliga víðari til Galle. Í døgurðapausuni høvdu vit ein fund við Emily frá DEEP av tí at eg havi melda meg til at verða Buddy/vinur hjá einum volontøri í Galle, Sri Lanka. So arbeiddi eg víðari, inntil klokkan 14, tá vit høvdu STEP training til klokkan 16. Klokkan 16 komu vit endiliga til Galle og tað var sera stuttligt at standa úti á dekkinum meðan vit sigldu inn J Eftir hetta skuldu allir einglarnir møta í Hope Lounge, tí vit høvdu farvæl party fyri einari konu sum hevur verði eingil 2 tey seinastu árini. So var nátturði og so mátti man gera klárt til føðingardagin hjá Joey. So tað var ein sera busy dagur, har man ikki heilt var fit for fight. Aftaná port orientation hildu vit so endiliga føðingardag fyri Joey og tað var ikki bara sum at siga tað :p Kakan sum Shanna hevði baka var brend, poppkorni sum vit gjørdu vóru hálvbrend og tey sum ikki vóru brend vóru søt, chokobudingurin sum Peter gjørdi var forsinkaður, so Jemy buldraði eina kaku saman í einum hast og tá hon endiliga kom fram var hon sera góð. Vit høvdu ein sera góðan føðingardag fyri Joey og spældu ymisk spøl saman. Aftaná tað mátti man ordna laundry og skifta á seingini og til endans fór man ein túr upp á dekk 9, men tað er eitt sindur keðiligt at liggja við kei akra her sum vit liggja nú, tí skipið dandar alla tíðina, so tað virkar sum man siglur ella tað melur fyri einum alla tíðina, men annars er veðrið gott og strendur eru heilt tætt við, har vit kunnu svimja í okkara frítíð og tað er einki problem við shore pass, loyvið, at verða tíðliga heima, og sovornum fjasi sum í Kochin.
Ein sera sera sera busy dagur J Men eisini sera góður.
- comments