Profile
Blog
Photos
Videos
Nú kemur so endiliga tað nýggjasta nýggja herfrá... Og tað er ikki so gamalt hesa ferð. Veit ikki um eg havi skriva tað í dagbókina, men veðrið er super her og tað er bara sól og summar og einki regn, sum í India. Fantastiskt :D
30.06.11
Eg var til arbeiðis klokkan 6 í morgun og var enn sera troytt tí eg fór alt ov seint í song síðstu nátt. Eg var í laundry í dag og tað var sera gott í mun til at verða vanligur Angel, sera avslappandi. Og til lunch í dag át eg saman við føroyingunum, eftirsum Hanus fer heim í morgin. Og eg havi funnið útav at lunch faktis ikki er so ringt sum eg helt tað var, man skal bara venja seg við tað.
Eftir arb. kundu vit møta okkara buddy/volontør vini og so var endiliga ordiliga frí. Eg ruddaði kamari og ordnaði laundry, át nátturða og so var bønarmøtið. family-prayer-night og tað var sera gott, tí man fekk tosa meir við “familjuna” og fekk meir at vita um ”familjuna” og kom at kenna tey eitt sindur betur.
Eg valdi at fara direkta í song aftaná, men sjálvandi er klokkan 23.22 nú :/
01.07.11
Í morgun var so mín 5. dagur á ræð har eg skuldi til arbeiðis klokkan 6 so tað var ikki bara sum at siga tað at koma upp úr seingini. Og aftaná arbeiði hevði eg endiliga ein eitt sindur avslappandi dag. Og klokkan 20.00 fóru vit (nakrir STEParir og Peter) út í býin. Tað var sera merkiligt at fara út um kvøldið, tí í Kochin bleiv gate’in stongd klokkan 20.00 og her kunnu vit verða úti til klokkan 23.00 J Vit vóru í Fort Galle, tað er tann gamli parturin av býnum, og vit gingu bara rundt eftir múrinum og sóu okkum um. Deiliga avslappandi og hugnaligt.
02.07.11
Í morgun kundi eg sova líííka til klokkan 07.30 og tað var fantastiskt. Her umborð setur man virkuliga prís uppá tá man kann sova longri enn klokkan 6 ;) Men tað var sera sera hart at skula vakna og skula upp. Men eg skuldi verða verða klár klokkan 8.15, so tað mátti eg.
Eg hevði mín triðja e-day og í dag skuldu vit til eitt YMCA barnaheim her í Galle.
Tað var sera gott har, og vit vóru væl fyrireikaði við sangi, drama, søgu og spølum og eg haldi at børnini nýttu tað ordiliga.
Tá vit vóru liðug við okkar program fóru vit við manninum sum ordnaði fyri til ein handil sum var beint við síðurnar av, og vit kundu velja okkum eitt plagg, sum takk fyri okkara vitjan. Og meðan vit bíðaðu eftir shauførinum sluppu vit at síggja ein dansitíma hjá nøkrum lokalum smágentum. Og eisini ein frisør undirvísingstíma, har nakrar ungar kvinnur lærdu at seta hár og gera manicure.
Tá vit komu heim aftur hevði eg pausu í ein tíma og so var mín e-day á dekk 4. Mín e-day bólkur valdi at syngja og spæla tónleik av tí at tað vóru so fá vitjandi, so ein genta spældi klaver, ein drongur spældi guitar og sang og eg sang eisini. Tað var sera hugnaligt og fólkini dámdu tað sera væl. Eg gav eisini 2 tour rundt um í skipinum og tosaði ikki so nógv við fólk henda dagin.
Tá mín e-day var liðugur hevði eg 30 min til eg skuldi út at eta við mínari skipsfamilju. Vit vóru 9 út av 14 sum vóru við og tað var sera hugnaligt. Og har sum vit vóru var sera reint og ordiligt. Og eg fekk búff! Tað var fantastiskt at fáa ordiligt kjøt aftur, tí tað fáa vit ikki so nógv av umborð.
Tá eg kom heim aftur snakkaði eg við Jaspur og eisini Mikkalinu. Og so skuldi eg fara tíðliga í song tí eg var so móð, men sjálvandi bleiv klokkan eitt sindur nógv áðrenn eg sovnaði, tí allar genturnar vóru í kamarinum og tá er tað bara fjas.
Ein øgiliga langur og busy dagur men sera góður.
03.07.11
Í morgun kundi eg endiliga sova eitt sindur leingi, til klokkan 9.30 og so var morgunmøtið. Aftaná morgunmøtið og døgurðan skuldi eg verða Public Angel (vaska almenn wc), men tað gekk sera gott, tí tann fyrsta rundan var 1 tíma, tí alt var so reint at tað var næstan einki sum skuldi vaskast. Síðani hevði eg pausu í 3 tímar og tá fór eg at finna mín Buddy/volontør vin og møtti familjuni hjá henni og gav onkrum sum hon kendi ein tour rundt í skipinum. Síðani var mín næsta runda sum PA og tað tók bara 30 min at chek’a øll wc’ini. Og aftaná nátturað var mín triðja runda sum bara var 45 min, so tað var mítt besta PA higartil, tí einki vemmiligt upplivilsi var og eg arbeiddi 2 tímar og 15 min tilsamans.
Eftir arbeiði hildu vit føðingardag fyri Lise og Matthias. Og tað var ordiliga hugnaligt. Vit høvdu tikið føðingardagsheilsaninar frá øllum STEParunum upp á video og vísti tað á stórskíggja og tað var sera stuttligt at síggja. Eftir føðingardagin fóru eg, Joey og Toban á dekk 9 (sum er úti, uppi á toppinum á skipinum) at syngja og spæla guitar og so var songartíð.
- comments