Profile
Blog
Photos
Videos
Í dag var mín frídagur, so eg svav LEINGI ! Líka til klokkan 12.00! Fantastiskt eftir eina strævna viku.
Tað var bara avslapping á skránni, líka til klokkan 15.00 tá vit fóru á strondina at svimja. Á veg til strondina fóru vit inn í nakrar handlar og eg fekk keypt onkrar gávur og soveniers ;) Og tá eg kom til strondina var tað sum ein dreymur, man heldur at myndirnar sum man sær eru ikki ordiliga veruleikin, men tað var tað. Tað var fantastiskt. Og vit bara hugnaðu okkum í eini tveir tímar, síðani fóru vit til eitt hotel sum onkur av skipsmanningini er á feriu á og har ótu vit lekkran og bíligan døgurða. Eg át vár-høsnarunga, chips og salat fyri 44 DKK J
Vit vóru ikki heima aftur fyrr enn klokkan 20.00 og tá var worship. Aftaná tað tosaði eg heim og so var longu songartíð fyri meg.
Ein fantastiskur dagur :D Og annars, so líktist strondin øgiliga nógv myndini sum er á hesi síðuni :)
- comments