Profile
Blog
Photos
Videos
Okay nú koyri eg so inn á aftur, sorry at tað tók so leingi :p
Men hetta er bara direkta úr mínari dagbók so tit mugu bara lesa tað sum tit tíma at lesa, tí tað er eitt sindur nógv.
05.07.11
Í dag byrjaði so aftur ein vanlig arbeiðsvika og arbeiði í dag var tíbetur ikki so strævið. Í morgun fór so eini í mínari skipsfamilju heim og tað var øgiliga merkiligt at siga bei við hann, tá man akkurát er komin at kenna hann. Eftir arbeiði skuldi eg so fara tour rundt í skipinum við onkrum sum mín volontør vinur kendi, men eg bíðaði í 45 min og ongin kom fram. So eg fór bara aftur í kamari og so var bara avslapping á skránni inntil klokkan 19.30, tá vit skuldu hava grillparty fyri einari familju sum fer heim nú. Tað var ordiliga hugnaligt og stuttligt. Vit fingu nógv gott at eta, og tað var eisini eitt sindur av undirhaldi.
Eftir “party’ið”, sum ikki endaði so seint fóru eg, Joey og Shanna í StaffLounge at tosa um hvat vit kundu gera fyri at forbetra okkara reinligheit í kamarinum hjá okkum, tí tað er eitt sindur for óruddiligt og viðhvørt for skiti. Og tað var bara ordiliga stuttligt og vit tvætlaðu eitt sindur bítt eisini
06.07.11
Í dag var eg so til arbeiðis, sum vanligt og tað var sikkurt okkurt galið við matinum sum vit fingu til grillparty’ið, tí allar í kamarinum, sum vóru við til tað høvdu ilt í búkinum og seinni fekk eg so at vita at fleiri onnur høvdu eisini búkilsku. Klokkan 14 var STEPtraining og tað var sera stuttligt og álvarsamt hesaferð. Fyrst skuldu vit hava okkurt um Írland og so dansaðu vit írskan dans, og tað var sera stuttligt. Tað sum kom aftaná var meiri álvarsamt, tað var um HIV/AIDS og vit fingu ymiskt at vita um persóar sum høvdu HIV og blivu burturvíst út familjum og ikki kundu fara út at keypa o.a men sum Logos Hope hevði hjálpt. Beint aftaná arbeiði fóru eg, Joey og Shanna á strondina. Vit vistu ikki ordiliga um vit skuldu fara o.s.v. tí eingin annar kom við okkum og veðrið var ikki soooo gott. Men vit fóru so kortini og tað var sera hugnaligt. Eftir at vit høvdu verði á strondini fóru vit aftur til somu resturant sum vit vóru mánadagin. Og so máttu vit skunda okkum heim áðrenn tað bleiv myrkt, tí eingin drongur var við okkum og tá má man verða heima áðrenn tað verður myrkt.
Seinni var so pige-aften fyri SGA/STEP girl association og tað var sera hugnaligt :p Vit tosaðu fyrst um hvat vit skuldu fyrireika til teir nýggju STEParinir sum koma tann 15. juli, og so tosaðu vit um okkara reinligheit og ruddiligheit í kamarinum. Og okkara stóra “hyll” bleiv endiliga rudda.
07.07.11
Í morgun var aftur vanligur arbeiðsdagur og tað var ein meiri merkiligur arbeiðsdagur fyri meg, tí eg tók mær tíð at snakka við Annu og mín buddy og eg var hjá læknanum mitt í tí heila meðan vit vaskaðu. Beint aftaná arbeiði fóru vit, eg, Joey, Mayelhine, Toby og Shanna, aftur á strondina, men hesaferð var tað ein onnur strond, Hikkavadua og tað tók 25 min við bussi, men tá vit komu til strondina, var hon einki at reypa av. Tað var bara ein lítil fýrakantur sum man kundi svimja í og tað bleiv ordiliga spakuliga djúpri, so man grynti næstan allan vegin út til boyurnar. Tá vit fóru av strondini fóru vit á eitt hotel at eta og maturin var sera góður og beiggi til eigarin var sera blíður og tosaði við okkum. Vit tosaðu eisini við konuna hjá eigarinum um tá Tsunami’in rakti Sri Lanka í 2004 og tað var sera áhugavert at hoyra ein greiða frá sum hevði verði har og sæð alt. Vit fóru so heim aftur við bussi og komu heim ca. klokkan 21.00 og tá klokkan var 22.00 var eg longu farin í song.
08.07.11
Í morgun var eg aftur til arbeiðis sum vanligt, men tá andaktin var, fór eg at sova eina løtu, tá hálvur tími var eftir. Og tá eg vaknaði aftur, var búkilskan ikki fragari. Eg fór so til KarenRoom har einglanir møtast eftir andaktina og so til læknan at fáa eina sjúkraváttan.
Síðani fór eg í song aftur og svav allan dagin ígjøgnum, og fór upp klokkan 19.00 og var ov sein til nátturðan, so tað var bara fransktbreyð og syltetøj til mín. Um kvøldið var tað bara max relax og so í song, ikki ov seint.
09.07.11
Morgunin hjá mær byrjaði ikki fyrr enn klokkan 11. Eg valdi at sova leingi og blíva frísk, tí tað var mín e-dagur. Vit byrjaðu á dekk 4 og til døgurðapausuna var eg El Capitano, sum var sera stuttligt, tað var sera stuttligt at síggja hvussu smílandi og fegin fólk blivu, ikki bara børnini, men eisini tey vaksnu. Eftir døgurðan gav eg fleiri tours og aftur í dag var tað TukTuk chauførurin sum eg møtti seinast og so møtti eg eisini einar familja, maður, kona og 2 synir og maðurin bjóðaði mær og vinum at koma til teirra hús til eina Sri Lanka máltíð. Klokkan 16.00 fóru vit so á church-team. Vit høvdu fyrst sunnudagsskúla fyri eini 30 børnum og so var service aftná og Selva hevði ein boðskap til tey á Tamil/Indiskum, so okkum nýttist ikki ein at umseta. Men tað segði tað sama sum at vit einki skilti av tí sum hann segði. So eg sat fyri tað mesta og helt vakt yvir teimum, at enda 3, fýrabeinunum sum gingu á vegginum. Eftir møtið fingu vit Sri Lanka nátturða, og tað smakkaði bara heilt væl. Og tá klokkan var 22.00 vóru vit aftur á skipinum, so tað var ein sera langur dagur. Og tá eg skuldi fara í brús áðrenn eg fór at “bust a lime” við STEParunum, var einki vatn til mín, so eg mátti so pent bíða við mínum vælfortjenta brúsubaðið.
10.07.11
Dagurin byrjaði við at eg mundi verði ov sein, tí eg skuldi verða klár longu klokkan 7.00 og eg vaknaði ikki fyrr enn 5 min áðrenn. Men tá eg vit so endiliga vóru klár, fingu vit at vita at vit ikki blivu avhentaði fyrr enn klokkan 08.30, so eg kundi fáa mítt vælfortjenta brúsubað áðrenn vit fóru. Tá vit so byrjaðu at koyra fingu vit at vita at tað tók ein tíma at koyra, og tað var ikki bara sum at siga tað, tað var sum vegirnir á Tvøroyri x (ganga) 5 ;) Men vit komu fram í øllum góðum og fyrst høvdu vit sunnudagsskúla í 1 tíma og spældu spøl við børnunum í 1 tíma og tá vit vóru liðug var sangur og tala ikki liðug fyri tey vaksnu enn, so vit settu okkum bara á møtið og vóru við til restina av tí. Og tað sum var serligt við hesi samkomuni var at tað bleiv umsett til 2 mál, so talarin frá okkara toymi hevði næstan gloymt hvat setningurin var áðrenn hann fekk sagt næsta setning. Men eftir møtið fingu vit døgurða frá teimum og tað var næstan sum tað vit fingu í gjár, og tað smakkaði bara heilt væl. Mær dámdi tað betur enn tann indiska matin.
Tá vit vóru á veg út úr samkomuni blivu vit biðin um at biðja fyri dóttir pastorin og hennara útsletti, tí hon føldi seg so illa av tí at tað var á andlitinum hjá henni og tá vit koyrdu heim møttu vit einum flokki av fólkum sum heppaðu upp á ein ella annan sum stillar upp til væl og tað var eitt skrekkiligt lív í.
Tá vit so endiliga vóru heima aftur, svav eg í 2 tímar og var aftur hesa ferð ov sein til nátturðan, so aftur nú var tað fransktbreyð til mín. So nú eri eg gott nokk svong eftir ordiligum mati.
Seinni slappaði eg bara av, tosaði við Jaspur, skrivaði mail og ordnaði ymiskt á telduni.
11.07.11
Í dag hevði eg frí og svav leingi. Seinni fóru vit so á strondina og ein volontørur í Galle kom við, hann er beiggi mín buddy. Vit svumu og ótu nátturða úti og fóru síðani heim og eftir tað var lovsongsløta.
12.06.11
Í dag var eg til arbeiðis aftur klokkan 6. Og tað var sera strævið at arbeiða, tí eg arbeiddi saman við Steffy og hon kundi ikki gera nakað hart arbeiði, tí hon er dottin og hevur meitsla sær ryggin. Eftir arbeiði skuldi eg hava eina sproytu, síðani støvsugaði eg kamari, og ordanði alt millum himmal og jørð og so var Family dinner aftaná tað skrivaði eg postkort og ordnaði ymiskt annað til Swing dance venjing og aftur hesa ferð var tað sera stuttligt og eftir tað var songartíð.
13.07.11
Í dag var tað lættari at arbeiða og vit fingur frí tí vit skuldu til STEPtraining. Vit brúktu helvtina av tíðini til at planleggja eitt bønarmøtið sum vit skulu skipa fyri og vit skulu hava okkara egnar lovsongsbólk og eg eri sangari í bólkinum. Eg tosaði við Annu Siefers um at forleingja mítt uppihald her, men tað ber ikki til tí tað eru so nógvir STEParir sum koma nú og tað er ikki pláss fyri mær. Klokkan 17.00 fóru vit út at eta nátturða og tá vit komu aftur var Ceili Dance, sum er írskur/skotskur dansur og tað var sera undirhaldandi og stuttligt. Aftaná tað mátti man koyra klæðir í vask og kanna bilett heim og annað og so i song.
Ein sera busy dagur.
14.07.11
Í dag kunsi eg aftur sova leingi tí eg skuldi arbeiða PA klokkan 13.00. Og í dag vaskaði eg almenn wc eftir 16.129 vitjandi, sum er verðinsrekord fyri Logos Hope. Eftir at ein lokalur buddistur hevði verði í sjónvarpinum og tosa ringt um skipið, høvdu vit flest vitjandi síðan skipið byrjaði at sigla og tað er fantastiskt. Eftir arbeiði var bønarmøtið og so høvdu vit venjing til bønarmøtið sum okkara STEP skal skipa fyri. Eftir hetta gjørtd eg video til brúdleypið hjá Susie og Ørvur sum eg hopi eg fái sent heim við internetinum sum vit hava her.
- comments