Townsville And Cairns, Queensland
Hey :D
Sum sagt í seinasta bloggi vóru vit veðurfastsar í Airlie Beach, tí tað hevði regnað so nógv, at vegirnir til Cairns (ið var okkara seinasta stopp í Australia) vóru stongdir. Ivasamt var tí, um vit fóru at sleppa úr Airlie Beach henda morgun sum ætlað. Vit sluppu tó avstað og hildu fast í vónini um, at tað fór at ganga. Men men, eftir at hava koyrt í 2 tímar fingu vit boð um, at vegirnir ikki vóru opnaðir aftur sum vónað, s...