Profile
Blog
Photos
Videos
Hey :D
Sum sagt í seinasta bloggi vóru vit veðurfastsar í Airlie Beach, tí tað hevði regnað so nógv, at vegirnir til Cairns (ið var okkara seinasta stopp í Australia) vóru stongdir. Ivasamt var tí, um vit fóru at sleppa úr Airlie Beach henda morgun sum ætlað. Vit sluppu tó avstað og hildu fast í vónini um, at tað fór at ganga. Men men, eftir at hava koyrt í 2 tímar fingu vit boð um, at vegirnir ikki vóru opnaðir aftur sum vónað, so vit skuldu yvirnátta í Townsville, ið er ein býur 6 tímar frá Cairns. Komnar fram til Townsville var lagið einki serligt. Vit fingu boð um, at tað ikki sá út til, at bussarninr sluppu ígjøgnum fyrrenn sunnudagin (hetta var ónsdag). Og tá Townville er heimsins minsti og rotnasti býur, og harafturat varð seera hart raktur av cyklonini Yasi fyri beint yvir einum mánaða síðan, var hetta ikki stuttligasta staðið at stranda. Nåh, men tað var ikki nógv at gera við. Vit checkaðu inn á eitt hostel og fóru inn á kamarið. Hostellið stóð til at skrambla, sum fylgja av Yasi, so vit hava sæð betur hostel. Vit løgdu okkum at sova eina løtu fyri at dríva tíðina, og so fóru vit at keypa inn. Vit funnu eina bíliga stóra lasagnu, so vit avgjørdu at hetta skuldu verða náttarin næstu 2 dagarnir, hehe ;) Komnar aftur á hostellið gjørdu vit okkum lasagnuna & fóru síðan upp á kamarið, har vit lógu og prátaðu við genturnar har inni, inntil vit fóru at sova:) Morgunin eftir høvdu vit ikki sett vekkaran, so vit svóvu til klokkan 10 :) Eftir morgunmatin avgjørdu vit at fara á eina ferðaskrivstovu at kanna hvørjar møguleikar vit høvdu. Vit umhugsaðu, at broyta billettirnar so vit kundu sleppa til Thailands fyrr, tí at verða strandaður í einum so lítlum býi har einki var at gera kendist sum spill av døgum (og nú hava vit altso ikki so nógvar eftir:P ). Inni á ferðaskrivstovuni fingu vit at vita, at um vit ætlaðu okkum til Cairns, og tað noyddust vit, tí tað var harfrá vit skuldu flúgva til Singapore/Thailands, so máttu vit flúgva innanríkis, tí tað sá ikki gott út við vegunum. Vit fingu konuna at kanna okkum prísirnar, og funnu útav, at bíligast var at gera tað tveir dagar seinni, tvs leygardagin, so vit bóðu hana goyma okkum tvey pláss, meðan vit hugsaðu um tað. Síðan fóru vit aftur á hostellið fyri at práta um, hvat vit skuldu gera. Komnar inn í kamarið rena vit okkum beint í tvær av gentunum í okkara kamari, ið fortelja, at tær júst hava funnið sera bíligar ferðaseðlar til Cairns, og at tær skulu flúgva um 3 tímar. Vit skundaðu okkum á internetið, og har funnu vit bíligu ferðaseðlarnir. Vit høvdu ikki tíð at hugsa okkum stórvegis um, tí fá pláss vóru eftir á flogfarinum, so 10 min seinni høvdu vit bílagt og goldið ferðaseðlarnir, hehe :P Vit fóru so glaðar yvir, at vit endiliga sluppu úr hesum býnum at vit fóru beint í kamarið at pakka taskurnar, fingu okkum døgurða & so gekk leiðin út á flogvøllin. Vit fylgdust við ensku gentunum frá okkara kamarið, og so tveimum svenskum dreingjum, ið eisini skuldu sama túr sum vit. At checka inn gekk skjótt og gott, og so sótu vit bert og prátaðu, inntil tíð var at boarda. Komnar inn í flogfarið var Malan sera nervøs, tí vit sótu í einum pinkalítlum propel-flogfari - puha! Komnar uppfrá var sera nógvur turbulensur, og Malan hevur havt betri dagar! Tìbetur var flogtíðin bert 50 min., hehe :p Lendar í Cairns kom ein minibussur frá hostellinum vit skuldu búgva á eftir okkum, og koyrdi okkum beint til hostellið. Vit checkaðu inn, fingu okkum okkurt lítið at eta og so beint í song, troyttar, men glaðar :) Morgunin eftir fóru vit upp at eta morgunmat, í brúsu & síðan fóru vit inn í centrum at mala. Eftir at hava gingið eina løtu funnu við eitt shoppingcentur, og har gingu vit so inni í nakrar tímar. Komnar aftur til hostellið fingu vit okkum náttara, og so sótu vit á internetinum og hugdu eftir sjónvarp í filmsstovuni restina av kvøldinum :) Morgunin eftir fóru vit tíðliga upp at fáa okkum frían morgunmat & síðani løgdu vit okkum aftur nakrar tímar :P Vaknaðar aftur avgjødu vit at fara ein túr inn í centrum aftur. Har mólu vit so runt nakrar tímar, áðrenn vit fóru aftur til hostellið :) Komnar á hostellið avgjørdu vit at prøva at ringja til flogfelagið, ið vit skuldu flúgva til Thailands við, fyri at vita, um møguleiki var fyri at broyta dato'in, tí ikki var nógv at gera í Cairns, tí tað regnaði so heilt ótrúliga illa :( Gamaní, eftir at hava sitið við rørið í 30 min sluppu vit endiliga ígjøgnum, og har fingu vit at vita, at vit kundu sleppa til Singapore 14. marts, ístaðin fyri 16. marts, og at broytingin ikki kostaði nakað :) Vit smekkaðu til, og avgjørdu eisini, at vit ikki broyttu billettina frá Singapore til Bangkok eisini, men valdu heldur at taka okkum 3 dagar í Singapore - spennandi :D Eftir hetta avgjørdu vit, at vit skuldu fara at riverrafta dagin eftir (tað kann man so gera sjálvt um tað regnar :P). Vit bíløgdu okkum hetta á hostellinum :D Sìðani fóru vit at gera okkum náttara, og eftir hendan sóu vit, at nógv fólk vóru samlaði um sjónvarpið, so vit fóru at forvitnast, hvat hendi har. Har sóu vit, at Japan var blivið sera hart rakt av einum jarðskjálvta, og fylgjandi eini flóðaldu. Forferdiligt skil :/ Harafturat funnu vit útav, at ein flóðalda væntandi skuldi koma forbí okkum 9 tímar seinni, og so byrjaðu telefonirnar at kima. Bekymraði foreldur og ommur vildu vita, hvussu vit høvdu tað osv. Vit vóru eitt eindur bangnar, um nú flóðaldan veruliga kom, so vit settu okkum frammanfyri sjónvarpið at fylgja gongdini. Nakrar tímar seinni var greitt, at ikki var sannlíkt, at vit fóru at verða rakt, so vit løgdu okkum at sova. Morgunin eftir skuldu vit alvorliga tíðliga upp, tí bussurin, ið skuldi koyra okkum til riverraftingina kom kl. 07.00, puha :P Eftir morgunmatin blivu vit so heintaðar, og tiknar til eitt kontór, har vit skuldu avleverað kvittanina, og síðan gekk leiðin til Tully River - spennandi :D Vit skuldu koyra í góðar 3 tímar, og vit svóvu næstan allan túrin :) Komnar fram vóru vit sera spentar!!:D Vit fingu hjálmar & bjargingarvestar, og síðani vóru vit koyrd í bólkar við 6-8 fólkum. Vit vóru 6 og so guide'in í okkara báti :) Vit koyrdu bátin í vatnið og so skuldu vit fáa frálæru í, hvussu vit skuldu gera um vit koppaðu, hvussu vit sluppu upp í bátin aftur osv! Harafturat vórðu vit ávaraðar um, at vegna nógva regnið seinastu vikurnar var sera nógv vatn í ánni, so tað kundi gott gerast eitt sindur ógvusligt :P Hehe, gott mammurnar ikki vistu! So byrjaðu vit at fara omaneftir ánni. Hetta var alvorliga stuttligt og vit flentu í kíki alla tíðina. Eftir 2½ tíma (har vit ongantíð vóru koppaðar - juhu!) var døgurðatíð. Eftir at hava etið blivu við koyrdar longur upp aftur, og so skuldu vit aftur oman eftir ánni! Hetta var minst líka stuttligt sum fyrra helvtin, um ikki stuttligari, tí nú var eitt sindur ógvusligari :D Eftir 2½ tímar vóru vit so komin til endan og manglaðu bert 2 rapids (ein rapid er eitt stað, har eitt sovorið "vatnfall" kemur, ið ein skal oman eftir). Vit byrjaðu at rógva oman ímóti hesari rapid, og hildu at alt gekk sum tað skuldi, men nei, áðrenn vit vistu av vóru vit slongdar úr bátinum. Una slapp skjótt úr streyminum, men Malan varð fangað í einari sirkulerandi bylgju undir vatninum, og slapp ikki upp at anda. Hetta var minni stuttligt, men eftir at hava panikka eina løtu slapp hon úr streyminum, og svam yvir til bátin! Her vísti tað seg, at 4 í bátinum vóru blivin fangaði í hesum sterka streymi, og eini maðurin hevði svølgt so nógv vatn, at hann fór úr bátinum og fekk læknahjálp! Eftir at øll vóru ok aftur, varð fortalt okkum, at vit ikki bert vóru koppaði runt, men vit vóru farin tvær ferðir runt, og hetta var ikki hent seinastu 15 árini, hehehe :P So vit blivu "kend" og instruktørar komu yvir at geva okkum herðaklapp og fortaldu okkum, hvussu sjúkt tað hevði sæð út :P Vit hugsaðu við okkum sjálvum, at hetta nokk skuldi blíva spennandi at fortelja mammunum, haha! Síðan vóru vit liðug, og fóru í skiftitúm at skifta í turr klæðir, og so gekk leiðin aftur til Cairns. Komnar til hostellið aftur fóru vit beint í brúsu, og síðan fóru vit at gera okkum klárar at fara út at eta, eftir sum hetta var seinasta kvøldið í Australia. Vit tóku ein taxabil inn í centrum, har vit funnu eina matstovu, ið hevði kenguru & krokodillu á menu'ini - hetta skuldi roynast ;) Una bílegði sær ein rætt við bæði krokodillu og kenguru, og Malan bert kenguru, tí hon hevur prøvað krokodillu fyrr. Tá maturin so kom vóru vit spentar, hvussu okkum fór at dáma matin, men tað smakkaði alvorliga lekkurt :D Serliga kenguru er nakað vit sagtans kundu fyristillað okkum at roynt aftur! Eftir at hava goldið rokningina avgjørdu vit at fara á McDonalds at fáa okkum ein ís omaná, áðrenn leiðin gekk á hostellið aftur :) Komnar aftur á hostellið skypaðu vit við tey har heima, og síðan fóru vit at pakka taskurnar :) Morgunin eftir skuldu vit rættiliga tíðliga upp, ótu morgunmat, checkaðu út og síðan sótu vit og bíðaðu eftir bilinum, ið skuldi koyra okkum á flogvøllin. At checka inn gekk sum tað skuldi, og vit settu okkum síðan við gate'ina at bíða, til flogfarið skuldi fara. Vit skuldu fyrst flúgva til Darwin, ið tekur 2 tímar, síðan skuldu vit bíða har í 4 tímar, og so flúgva 4 tímar til Singapore. Langur dagur, men vónandi fer hetta at ganga gott allíkavæl :P
Vit hava nú verið í Australia í 5 vikur, og niðurstøðan er, at hetta er eitt heilt fantasiskt land, ið hevur ótrúliga nógv at bjóða :) Vit hava havt nakrar fantastiskar vikur; hava lært at surfa, fingið vinir fyri lívið, snorklað við Great Barrier Reef, búð í telti á heimsins størstu sandoyggj, útfordra okkum sjálvar við einum villum riverraftið og mangt mangt annað:D Alt í alt 5 ógloymandi, fantastiskar, spennandi & stuttligar vikur ;) EIsini sjálvt um vit hava verið rættiliga hart raktar av regni & yvirflóð!
Leiðin gongur nú til Singapore, Thailands & Hong Kong, áðrenn vit aftur seta føturnar á føroyska jørð um minni enn 4 vikur!
Vit síggjast skjótt :)
Malan & Una
- comments