Profile
Blog
Photos
Videos
Hey øll somul :)
So vóru vit aftur her við einum bloggi; hesaferð fara vit at skriva um býin 1770 og Cattle Station. Aftaná ein sera væleydnaðan túr úti á Fraser Island, gekk leiðin til býin 1770. Býurin hevur hetta løgna navn, tí at James Cook fann býin í 1770! :) hóast býurin hevur eitt spennandi navn, so er hann í sjálvum sær ikki sera spennandi. Vit búðu á einum hostelli mitt í býnum, og aftaná at vit høvdu checka inn fóru vit oman at keypa okkum ein pakka av farsi, so vit kundi gera okkum spaghetti og kjøtsós um kvøldið (yes, aftur nú, hehe). Tá klokkan ikki var so nógv, so løgdu vit okkum fyrst at sova í nakrar tímar, áðrenn vit gjørdu okkum náttara. Aftaná náttaran fóru vit at keypa okkum okkurt lekkurt omaná, og ætlaðu at leiga okkum ein film, men trúgv tí ella ei, so stongdi staðið, har man kundi leiga film klokkan 19.30. So vistu vit at hetta var ein hálvdeyður býur, tí heima í Føroyum steingja filmstøðini í minsta lagið klokkan 23, hehe :) so tað bleiv eingin filmur hetta kvøldið, so í staðin lógu vit bara í kamarinum og lósu, Una skypaði við Heina, áðrenn leiðin gekk í song. Tað vísti seg tó, at kamarið varð alvorliga heitt um náttina, so Malan lá og vendi og dreygaði sær eini 5 tímar, áðrenn hon endiliga sovnaði.
Morgunin eftir gekk leiðin til Kroombit Cattle Station. Higartil høvdu vit bert ferðast upp eftir eystursíðuni, men Cattle Station lá tveir tímar inn í landi, so her fingu vit sæð eitt sindur av outback Australia. Beinavegin tá vit komu til staðið har vit skuldu vit vera, sóu vit at hetta veruliga var bóndasligt, hehe :) Vit búðu í einari mega lítlari hyttu, har tað vóru tríggjar koyggjusengur inn, og einki annað - har var heldur ikki pláss til nakað annað, hehe :) Vit ótu lunch, áðrenn vit fóru út at royna ymisk bónda-ting. Vit byrjaðu vit at læra at kasta lasso, síðan høvdu vit møguleika at skjóta við byrsu, áðrenn vit skuldu brúka tað, sum vit høvdu lært við lasso, tí vit skuldu hava eitt geita-rodeo. Her skuldu vit inn í ein garð tvey og tvey, skuldu fanga geitina við lasso, halda henni fast og merkja hana (ikki ordiliga merkja hana, men bara spæla sum um vit gjørdu tað). Tá sekundini vóru tald saman vísti tað seg, at Malan & danski partnarin vóru skjótast, juhu :D Hetta var alt sera skeg og annaðleiðis. Aftaná at hava rørt okkum eitt sindur skuldu vit aftur eta - vit fingu roastbeef, EPLIR, gularøtur, ertrar og sós, himmalst!! :D Um kvøldið skuldu vit so læra at brúka písk, soleiðis sum tey brúka hann á cattle station - í byrjanini var hetta nokk so trupult, men tá so eitt sindur av tíð var liðin, blivu vit góðar til at brúka pískin, og ljóðini, sum komu burtur úr, tá pískin varð smekkað í jørðina, gjørdist bara hægri og hægri. Vit byrjaði við styttsta pískinum, tí hann var lættastu, og so hvørt vit dugdi betur fingu við longri og longri písk. Tað gekk so gott hjá okkum, at tað endaði við, at Una slapp at royna seg við longsta pískinum og Malan við tí næstlongsta :) Eftir hetta var so tíð til at ríða á mekaniska tarvinum. Una fór fyrst, og kláraði 13 sekund, síðan fór Malan og kláraði 17 sekund, og hetta var mest av øllum, so hon vann eitt gratis barr-crawl í Cairns. Meðan vit sótu á mekaniska tarvinum føldu vit okkum akkurát sum Miranda í Sex and the City partinum, har hon ríður á mekaniska tarvinum í L.A. :D Haha! Restina av kvøldinum sótu vit øll og hugnaðu okkum saman við teimum lokalu, spældu onkur spøl, áðrenn vit fóru vølnøgdar vi okkara innsats sum cowgirls í song. Vit vóru einigar um, at vit høvdu rigga sera væl sum cowgirls, hehe :) Morgunin eftir fingu vit okkum so morgunmat, settu okkum í bussin, klárar til ein tíggju tíma busstúr upp til Airlie Beach. Hóast tunga busstúrin kitlaði tað í búkinum, tí vit skuldu møtast við Gurið og Gunnvá hendan dagin - meira verður at hoyra um hetta í næsta bloggi:)
Hoyrast, Una og Malan
- comments