Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tykur :)
So fara vit í gongd við triðja bloggin úr Australia. Aftaná Brisbane fóru vit til ein bý, ið eitur Noosa. Vit komu rímuliga seint til Noosa, checkaðu inn á hostelli, har vit fingu at vita, at vit fingu ókeypis mat og tað útnyttaðu vit sjálvandi. Aftaná náttaran fóru vit at keypa inn og restina av kvøldinum sótu vit bara á kamarinum og slappaðu av. Næsta dagin fóru vit tíðliga upp, tí vit skuldu í Australia Zoo, har vit skuldu vera allan dagin. Vit koyrdu í bussi í ein góðan tíma og vóru so frammi kl. 09. Australian Zoo er eitt mega stórt økið, sum heimskendi Steve Irwin átti. Familja hansara hevur nú tikið yvir, so Irwin familjan eigur tað enn:) Í Zoologiska havanum sóu vit mangt og hvat; vit fóraðu elefantar, vóru til eitt vilt krokodillu-show (sum Stewe Irwin stóð fyri, áðrenn hann doyði), Una helt einari slangu, Malan einari koala, vit fóraðu og kelaðu kengurur, vitjaðu eitt djóra-sjúkrahús og mangt mangt annað. Áðrenn vit fóru í zoo vóru vit eitt sindur í iva í, hvussu vit skuldu brúka 9 tímar har, men tað endaði við, at vit máttu renna runt, fyri at síggja alt. Alt í alt ein alvorliga stuttligur & annaðleiðis dagur :) Komnar aftur á hostellið fóru vit fyrst í brúsu og so saman við Mette & Kirstine at gera tortillas. Eftir hetta var klokkan blivin so mikið nógv, at vit løgdu okkum at lesa eina løtu, áðrenn vit løgdu okkum at sova. Morgunin eftir skuldu vit checka út kl. 10, og síðan bíða til kl 16, tá ið bussurin heintaði okkum aftur. Vit fingu okkum morgunmat, og so fóru vit út í býin at spáka okkum ein túr & vita, hvat har var at síggja. Eftir eina løtu komu vit fram á ein biograf og har lopu vit inn, keyptu okkum billettir til filmin Conviction og settu okkum væl tilrættis í stóra biografinum við bleeytum setrum :) Filmurin var ordiliga góður, so tað var ein succes. Tá filmurin var liðugur var klokkan blivin so mikið nógv, at vit fóru beint aftur á hostellið, funnu taskurnar fram & so fóru vit við bussinum.
Vit skuldu nú víðari til Rainbow Beach, og eftir ein stuttan túr við bussi uppá 3 tímar vóru vit frammi. Eftir at hava checka inn og fingið taskurnar inn í kamarið, fóru vit at gera okkum náttara. Á skránni var kyllingabringa, rís, piparsós og, fyri Maluna, maiskolbur :) Lekkurt! Eftir náttaran fóru vit at pakka okkum smáu ryggsekkarnar, ið vit skuldu hava við út á Fraser Island morgunin eftir, og so fóru vit í song. Morgunin eftir skuldu vit longu upp kl 05.00, fyri at náa til eitt upplýsings-møti um Fraser kl. 05.30. Fraser Island er heimsins størsta sandoyggj, og har skuldu vit verða í 3 dagar & 2 nætur. Av tí, at tað er ein sandoyggj, skuldu vit koyra í 4-hjóls trekkjarum og tí skuldu tey í okkara bólki, ið skuldu koyra, hava serliga upplýsing um, hvussu ein skuldu fyrihalda seg til at koyra á sandi. Harafturat fingu vit m.a. at vita, hvussu vit skuldu gera, um vit rendu okkum í dingo'ir, og so var alt annars klárt at fara.Vit fingu at vita, hvørjum bólki vit vóru í, hvør skuldi koyra (vit kundu ikki koyra, tí vit eru undir 21), og so koyrdu vit til bátin, ið skuldi sigla okkum yvirum til Fraser. Komin yvirum koyrdu vit nakrar tímar, inntil vit komu fram til Lake McKenzie, har vit skuldu steðga nakrar tímar. Hetta var eitt ótrúligsa vakurt stað, har vit lógu og sólaðu okkum & svumu í nakrar tímar, áðrenn vit fóru at fáa okkum døgurða. Síðan gekk leiðin til okkara campingpláss, har vit fingu okkara telt. Her vístu vit okkum sum rættir campistar, 1-2-3 so var okkara telt, sum tað fyrsta uppi at standa, hehe :) Eftir at vit høvdu fingið taskurnar í telti og høvdu reitt upp við okkara lekru reinu soviposum (ella ikki!!), var náttara-tíð. Hetta kvøldið hevði okkara bólkur 'frí', so vit settu okkum bert niður at bíða eftir matinum. Vit fingu nudlir, kylling, grøntsakir og breyð. Eftir náttaran sótu vit úti og hugnaðu okkum, lurtaðu eftir tónleiki osv. Tá vit vóru blivnar troyttar fóru vit at finna okkum eitt stað, har vit kundu fara á wc (vit høvdu hvørki wc ella brúsu har).:p Akkurát tá Malan skuldi pissa sá hon í høvdi á einari dingo, puha altso! Okkara guide kom yvir til okkum og bað okkum standa pinnastillar, og so royndi hann at forskrekkja dingo'ina vekk. Eitt annaðleiðis upplivilsi má man siga :p Eftir hesa hending skundaðu vit okkum at busta tenn og so inn í teltið at liggja. Vit svóvu einki serligt hesa náttina, og vit vóru glaðar tá klokkan varð 06.00, og fólk byrjaðu at fara upp. Eftir at hava etið morgunmat skuldu vit aftur út at koyra. Vit koyrdu fyrst í ein lítlan tíma, tá vit komu til Eli Creek, har vit fingu møguleika at sóla okkum og svimja í tí reina vatninum. Aftaná eina góðan tíma settu vit okkum aftur í bilarnar og koyrdu út til eitt stað, sum tey kalla sjampangu-hylarnar. Har sótu vit eina góða løtu, nøkur svumu, meðan onnur bert lógu og sólaðu sær. Síðan gingu vit uppá Indian Head, har vit sóu eitt fantastiskt sýnið yvir ein part av Fraser Island. Og ja, tað sást at hetta er heimsins størsta sandoyggj, tí alt var dekka til av sandi! :) Á veg aftur til camping-plássi stegaðu vit aftur við Eli Creek, so vit fingu vaska okkum eitt sindur í vatninum, tí vit høvdu hvørki brúsu ella wc á campingplássinum, og tá vatnið í Eli Creek er eitt tað reinasta man kann finna, so tóku vit av møgleikanum. Hetta kvøldið var tað so okkara tørn at gera mat, hesaferð var menu'in burgarir, og sigast má at hesir smakkaðu sera væl. Síðan hugnaðu vit okkum, sótu undir stjørnumklárum himmali og prátaðu, lurtaðu eftir musik o.s.fr. So var farið í song, og hesaferð svóvu vit vlæ betri enn fyrru náttina. Morgunin eftir skuldi so alt pakkast saman og takast skuldi sjálvsagt eisini upp eftir okkum. Síðani fóru til Lake Wobby, áðrenn leiðin gekk aftur til Rainbow Beach. Túrurin á Fraser Island var eitt ótrúliga stórt upplivilsi. Annaðleiðis var eisini at sova í tjaldi, og hóast hetta til tíðir var strævið, so eru vit glaðar fyri at vit eisini fingu roynt hetta á túrinum. Komnar aftur til Rainbow fóru vit beint at vaska klæðir (klæðini milt sagt stinkaðu), tí tað trongdi virkiliga til aftaná ein sovorðnan túr, har man býr úti. Meðan vit bíðaðu eftir klæðunum fóru vit sjálvar undir brúsuna, og hetta trongdi minst líka nógv til, tí vatnið í baðikarinum bleiv svart, hehe :) Sìðan gjørdu vit okkum mat, hesaferð aftur kylling og rís, men fyri einaferð skyld fingu vit okkum lekkrar pannukøkur omaná :) Vit hongdu klæðini upp at turka, skypaðu heim, løgdu klæðini saman og fóru síðani í song. Vit skuldu jú víðari upp eftir eystursíðuni næsta morgun, og meira verður at hoyra um hetta í næsta bloggi.
Havið tað nú so gott,
Una og Malan
- comments