Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tikor :)
So vóru okur aftur her við einum bloggi úr Australia. Eftir Spot X, har vit fingu surf-undirvísing, gekk leiðin sum sagt til Byron Bay. Byron Bay er ein býur, har man hevur valt at ganga ímóti streyminum, og forbjóða háhúsum, ketum sum t.d. McDonalds osv., fyri ikki at "oyðileggja" býin. Hetta er gjørt sum uppreistur ímóti nútímansgerðingini av býum, ið fólkini í Byron Bay halda er við til at "drepa" býirnar. Í hesum býi skuldu vit yvirnátta í 2 nætur :) Bussurin slepti okkum av við Holiday Village, har vit checkaðu inn í eina íbúð saman við Mette & Kirstine. Sera deiligt endiliga at hava eitt sindur av privatlívi, og ikki deila køk og bað við hundratals øðrum, hehe :p Tað var liðið væl út á kvøldið, tá vit komu, so vit fóru beint at keypa inn og gjørdu okkum síðani náttara (spaghetti við kjøtsovs, hahaha). Eftir hetta sótu vit bara og hugnaðu okkum í íbúðini, hugdu eftir sjónvarp (luksus!) og slappaðu sum heild bara av! Morgunin eftir skuldu vit tíðliga upp, tí vit høvdu bílagt ein 1-dags túr til Nimbin, ið er ein hippie-býur, ið kann samanlíknast við Christiania. Hetta var ein sera annaðleiðis dagur! Vit koyrdu í einum alvorliga gomlum bussi, ið var litríkt málaður, og 80-90'ara tónleikurin var for frá allan vegin til Nimbin. Komin til Nimbin blivu vit ávaraði um, at vit uttan iva fóru at blíva bjóðaði hash-køkur, og at takka ja var ólógligt. So blivu vit slept út úr bussinum og fingu boð um at koma aftur til bussin hálvanannan tíma seinni. Vit fýra spákaðu okkum oman eftir høvuðsgøtuni, har vit sóu ótrúliga nógv ymisk fólk, nógvar handlar og so vóru eisini ymiskar cafe'ir. Vit høvdu ikki gingið í meira enn 1 minutt, tá vit vóru blivnar bjóðaðar stoffir 3 ferðir. Vir takkaðu nei, og settu okkum á eina cafe og fingu okkum ein í. Har sótu vit so í ein heilan tíma, tí tað pissaði niður, so ikki var hugaligt at ganga úti. Komnar til bussin aftur var eingin ivi um, at øll ikki høvdu takka nei til ymisku tilboðini. Har var ein bólkur við 6-8 ungum, ið snøgt sagt vóru mega irriterandi, har tey sótu og flentu í kíki, róptu og skrálaðu - puha :p Aftaná Nimbin fóru vit til eitt pláss, har vit fingu barbeque mat, sum smakkaði fínasta slag. Áveg heim aftur steðgaðu vit við eitt vatnfall, har vit kundu svimja um vit vildu, men av tí at sólin ikki var frammi henda dagin, so troystaðu vit okkum ikki í kalda vatni :p Komnar aftur til íbúðina spákaðu vit okkum ein túr í býnum og fóru síðani heim at gera okkum náttara; rís, kylling, mais & piparsós - ordiliga lekkurt :D Síðani slappaðu vit bert av eina løtu og fóru so í song! Morgunin eftir skuldu vit tíðliga víðari til næsta bý á eystursíðini. Vit kundu gott hugsa okkum at verið eitt sindur longri í Byron Bay (alvorliga lekkurt við egnari íbúð), men so er - nú skuldu vit so víðari :) Næsta stopp var Surfers Paradise, og vit vóru nú komnar til Queensland. Surfers Paradise er fullstendiga tað øvugta av Byron Bay. Hetta er ein býur, ið livir av turismu, er smekk-fullur av háhúsum osv. Har skuldi opinbart verða onkur tónleika-festivalur hetta vikuskifti, so ikki var lætt at fáa nakað kamar. Tað endaði so við, at vit enn einaferð fingu egna íbúð - juhu :D Íbúðin var alvorliga lekkur - hvør sítt kamar, wc, brúsu, baðikar, sjónvarpstovu, køk & altan :D Vit fóru beint at skifta í bikini, og so gekk leiðin oman á strondina, har vit lógu og bakaðu allan seinnapartin! Alvorliga deiligt ;) Síðan gingu vit eftir strondini til miðbýin, har vit funnu eitt shopping-centur, ið vit avtalaðu at fara í aftur næsta dagin, tí klokkan var blivin nokkso nógv. Vit funnu eitt supermarket, har vit valdu at keypa okkum lasagnu. Hana gjørdu vit so, tá vit komu aftur í íbúðina. At gera lasagnuna var eingin trupulleiki, men so skuldu vit eisini steikja okkum nakrar maiskólbur á pannuni, og tá var verri. Knappliga hoyra vit Kirstine, ið hevði ábyrgd av maisinum, siga, at tað var alvorliga nógvur roykur inni í køkini. So hon opnaði vindeyga og stakk pannuna útum, men hvat, so fór brandalarmurin at ýla :p So vit runnu runt og opnaðu øll vindeygu í húsinum, Mette fór út á altanina við pannuni og so knappliga kom ein kona frá receptiónini spurtandi inn í íbúðina fyri at vita, hvat hendi. Alvorliga flóvisligt, tí tað sótu eini 50 ung og flentu í kíki beint uttanfyri okkara altan. Men tvætl, vit vóru eisini næstan deyðar sum vit flentu sjálvar :p Náttarin eydnaðist tá væl hóast alt, og lasagnan smakkaði super :D Restina av kvøldinum sótu vit og slappaðu av frammanfyri sjónvarpinum og morgunin eftir høvdu vit avtala ikki at seta vekkarin - lekkurt :) Tá vit so allar vóru vaknaðar, ótu vit morgunmat, og so gekk leiðin aftur oman á stondina at liggja. Tá vit ikki orkaðu at liggja meir (sólin var alvorliga sterk hendan dagin), gingu vit yvir til shoppingcentrið. Har vóru vit so í nakrar tímar, hugdu í handlar, settu okkum á eina cafe og so fóru vit at keypa inn. Komnar í íbúðina aftur fóru vit at gera okkum tortillas, og hesaferð eydnaðist tað uttan at brandalarmurin tendraði - haha :D Vit slappaðu aftur av frammanfyri sjónvarpinum hetta kvøldið (løgið at kunna tað aftur, so tað skuldi njótast) :p Morgunin eftir skuldu vit so checka út, og leiðin gekk nú til Brisbane :) Vit koyrdu ikki serliga leingi, og komnar til Brisbane checkaðu vit inn á okkara hostel, og fóru so beint út at hyggja eftir býnum,og so ein túr á Starbucks :) Seinni um kvøldið valdu vit so at fara ein túr á náttklubban niðriundir á hostellinum, har vit dansaðu alt kvøldið - ordiliga stuttligt kvøld :D Minni suttligt var tað tó, tá vit klokkan 02.30 um náttina blivu vaktar av brandalarminum, og boðum í hátalarinum um, at bygningurin skuldi evakuerast NÚ. Puha altso, tað var ein máti at verða vaktur uppá. Vit tóku bert smáu ryggsekkarnir við okkum (har vit hava pass, pengar o.t. í), tí vit hildu ikki tað kundi passa, at tað var so alvorligt. Men hvat, komnar útum kamarið rendu vit okkum í eini 15 brandmenn, og SO fóru vit í panik. Vit spurtaði inn aftur í kamarið, blakaðu so nógv vit kundi í stóru taskuna, og runnu so oman gjøgnum trappurnar og útum. Komnar útum sóu vit hópatal av brandbilum, sjúkrabilum & politibilaum - uha.. Har stóu vit so, mitt á vegnum, saman við einum 500 øðrum fólkum, í náttklæðum, við frísutum hárið og alvorliga forvirraðar. Eftir okkurt um 1 tíma sluppu vit so inn aftur, tí tað vísti seg at verða falskur alarmur (vit fingu seinni at vita, at tað var ein grovur vatnskaði, ið hevði byrja alt). Komnar inn aftur í kamarið vóru vit sera glaðar, at vit vóru slopnar so lætt, men serliga Malan var enn chokera. So hvørjaferð ein bil-alarmur fór frá uttanfyri, var hon leys uppfrá og vakti hinar, tá hon spurdi um tað var brandalarmurin - verri skil, hehe :p Vaknaðar næsta morgun staðfestu vit, at ongin streymur var á hostellinum, og soleiðis var tað allan dagin. Uttanfyri oysti tað niður og toraði heilt ótrúliga nógv, so ikki var nógv annað at gera hendan dagin enn at slappa av í songini. Vit høvdu ikki eingong nakað ljós at lesa eina bók við - hugnaligt :p Tá streymurin endiliga kom aftur seint seinnapartin fóru vit í brúsu, og valdu so at fara í matstovuna niðriundir á hostellinum at eta. Har bíløgdu vit okkum ein lekkran búff :D Lidnar at eta fóru vit at keypa okkum ís, og so sótu vit annars bara á kamarinum og slappaðu av, hugdu eftir sjónvarp og pakkaðu taskurnar. Morgunin eftir checkaðu vit so út, tí nú gekk leiðin til næsta bý á eystursíðini, ið var Noosa :D Meira um hann og aðrar býir í næsta bloggi :)
Klemm, Una & Malan
- comments
Nina Hey tit báðar ! Aftur deiligt at hoyra alt tað ið vit ikki fáa við tá ið tit skypa :) Tit eru blivnar nakrar "vaksnar"diddur, ið halda høvdi kalt, tað er gott. Havi tað so gott. Muss og klemm Nina
Eydis Hey Gott at hoyra frá tykkum. Altíð líka áhugavert, at lesa tað tit uppliva í stóru verð. Ynski tykkum alt tað besta víðari. Jesus verið hjá tykkum. Heilsan Eydis