Profile
Blog
Photos
Videos
Hey øll somul :)
Nú vóru vit aftur her við einum bloggi - hesaferð úr Australia. Vit skuldu upp kl.03.30 um náttina fyri at náa flogfarið til Sydney frá Christchurch (NZ) kl.07. Vit fóru upp, skræddu okkum í klæðini, bustaðu tenn og skuldu so fara at checka út, men hvat, receptiónini var stongd!! Vit høvdu báðar goldið 20 NZD fyri lyklarnar til kamarið, og stóðu nú har og kundu ikki lata lyklarnar inn og checka út. Vit royndu at ringja á eitt nummar hjá hostellinum, men heldur ikki hetta riggaði, so tað endaði við at vit skrivaðu ein seðil, um at vit vóru checkaðar út og blakaðu hendan saman við lyklunum inn í gjøgnum eitt hol inn í receptiónina. Deilig byrjan uppá ein dag, ið byrjaði alt ov tíðliga. Nå, men vit koyrdu so út á flogvøllin, checkaðu inn, og alt gekk sum tað skuldi. Aftur hesaferð vóru vit í góðari tíð, so vit hugdu eitt sindur í handlarnar, ið har vóru. Malan hevði sett sær fyri at keypa eitt digitalt myndatól, ið eisini kann brúkast undir vatni. Á flogvøllinum fann hon eitt, sum henni dámdi og avgjørdi at keypa hetta, men hetta var ikki okkara morgun, tí tá hon skuldi gjalda við korti, riggaði hetta sjálvandi ikki. So royndi hon eitt annað kort, men hetta gekk heldur ikki. So at ringja heim at vita, hvat var galið. At enda mátti Una gjalda myndatólið fyri Maluna. Puha :p
Flogtúrurin tók 3 tímar, og í flogfarinum vóru ein rúgva av filmum at velja í millum, so hetta gekk sera skjótt, og klokkan gott 08 (vit skuldu flyta klokkuna tveir tímar aftur) vóru vit lendar. Skjótt gekk eisini at koma gjøgnum pass kontrol, men verri var við at finna fart til hostellið, og gingu vit leingi við tungu ryggsekkunum á rygginum og leitaðu, áðrenn vit funnu ein mini buss, ið koyrdi beint til hostellið. Komnar á hostellið fingu vit eitt sjokk, tá vit fingu at vita, at vit skuldu búgva í einum 4-mans kamari við wc á gongini fyri 240 kr. um náttina!! Hetta høvdu vit ikki væntað, og tá vit so hugsaðu um tað, so er hetta helvtin av tí vit gjalda fyri at búgva á Hilton síðstu náttina, áðrenn vit fara heim! Vit funnu tó skjótt útav, at alt í Austalia er dýrt. Aftaná at hava blakað taskurnar fóru vit at keypa inn, vit funnu eitt supermarket og keypti nokk av mati inn, soleiðis at vit kundu spara eitt sindur av pengum har. Afturkomnar á hostellið løgdu vit okkum at sova nakrar tímar, tí vit høvdu ikki sovið serliga nógv um náttina. Seinni um kvøldið gjørdu vit okkum mat, hesaferð ikki spaghetti við kjøtsós, men lekkrar kyllingabringur við rísi, grønsakum og piparsós.Til mammurnar: Vit eru blivnar ordiliga raskar at gera mat ;) Eftir langa dagin vóru vit útkoyrdar og fóru tíðliga í song.
Morgunin eftir fóru vit ein guidaðan túr runt í býnum saman við øðrum frá hostellinum. Vit gingu fyrst til ein býar-marknað, har man kundi keypa mangt og hvat, sum var sera bíligt. Vit høvdu tó ikki tíð at stoppa har, men vit báðar avgjørdu at fara aftur har seinni um dagin. Á hesum túrinum gingu vit gjøgnum China Town, Darling Harbour, Syndey Harbour (har frá sóu vit Sydney Harbour Bridge og opera húsið), Oueen Victoria centur, vit ótu matpakka í eini park frammanfyri operahúsið, áðrenn vit fóru ein túr inn í operahúsið. Inni í operahúsinum fóru vit á wc - ongantíð í lívinum hava vit sæð eitt so flott wc, vit tordu illa nokk at seta okkum á kummina og vaskini vóru heilt speciel, hehe :) Aftaná operahúsið gekk leiðin í ein botaniskan hava - á trøðnum har hingu ótrúliga nógvar flagrumúsir, hetta var ikki so hugnaligt, tá man skuldi ganga undir trøðnum, man væntaði næstan man fekk eina í høvdið, men tað hendi so ikki hesaferð :p Túrurin vardi í góðar 5 tímar, veðrið var heilt ótrúliga gott, so alt í alt var hetta ein góður túrur, har vit fingu sæð tað mesta av Sydney. Aftaná túrin fóru vit báðar í city market, men har funnu vit tó ikk tað stóra. Um kvøldið gjørdu vit okkum (enn einaferð:p) spaghetti bologonaise og hugnaðu okkum bara.
Leygardag og sunnudag var veðrið minni gott í Sydney, regn og yvirskýggjað. Leygardagin fóru vit tíðliga upp, tí vit skypaðu við teimum har heima, síðan ótu vit morgunmat, áðrenn vit fóru í eitt stórcentur, ið lá einar góðar 5 min. til gongu frá okkara hostellið, at keypa gávur til tey har heima. Hetta var mestum sum ein avslappnings dagur, har vit bara hugnaðu okkum, keyptu okkum ein lekkra pannukøku við nutella í millum o.s.fr. Heimafturkomnar gjørdu vit okkum døgurða, hesaferð restina av kyllingabringunum blanda við piparfrukt og rís. Sunnudagin fingu vit keypt tey síðstu tingini til gávurnar, og vit høvdu faktiskt ein sovorðnan dag, har vit einki tímdu - haldi eisini veðrið gjørdi sítt til hetta. Vit svóvu, lósu og gjørdu okkum hakkibúff við eplum og piparsós. Um kvøldið fóru vit ein túr á Starbucks, har vit fingu okkum okkurt leskiligt:)
Mánadagin var so frægari, veðrið var nøkulunda. Vit byrjaðu morgunin við at fara tíðliga upp fyri at skypa við tey har heima, síðan fóru vit á posthúsið fyri at senda pakkarnar. Her funnu vit eskjur, har vit fingu kleimt gávurnar saman við onkrum klæðum hjá okkum í, klistra væl fyri og so var klárt. Men hvat, ikki er loyvt at senda parfumu við posti úr Australia, og tá vit báðar høvdu keypt parfumu til tey har heima, máttu vit hála klistri av aftur, taka parfumurnar ur, klistra fyri aftur, og so senda. Tað kostaði rættiliga nógv at senda, men tað løgdu vit ikki í, vit vóru glaðar fyri at koma av við eitt sindur av klæðum og fáa sent gávurnar, og nú vóna vit bara, at pakkarnir koma heilskapaðir heim :)
Eftir hetta funnu vit okkum ein buss, sum koyrdi út til Bondi Beach, veðrið var ikki til at ligga og sóla sær, so har gingu vit og hugdu okkum um, tóku nakrar myndir og fóru so heim aftur, har vit skiftu klæðir og fóru so ÚT at eta, tí Una og Heine høvdu eitt-árs dag. Bergur hevði forkelað okkum & givið okkum pengar til at fara út at eta, so teir brúktu vit hetta kvøldið:) Vit funnu eina lekkra matstovu niðri við Darling Harbour við góðum útsýnið yvir havnina. Har bíløgdu vit okkum fyrst hvítleyksbreyð til forrætt, síðani ein lekkran búff til høvuðsrætt og so ís til dessert. Hetta smakkaði ótrúliga gott, og tá man er vanur við spaghetti bologonaise annan hvønn dag, so var hetta reint luksus. Manga túsund takk Bergur!:) Vit pakkaðu okkum taskurnar, tá vit komu aftur á hostellið, tí morgunin eftir kl.06 byrjaði okkara túrur upp eftir eystursíðuni av Australia.
Meðan vit stóðu og bíðaðu eftir bussinum næsta morgun, møttu vit tveimum donskum gentum, ið eisini skuldu við bussinum. Tær itu Mette og Kirstine, og vit fullu skjótt í prát. Vit koyrdu góðar 9 tímar við bussi, áðrenn vit komu til fyrsta stopp á Eystursíðuni. Hetta staðið kallast Spot X, og har skuldu vit hava surf-undirvísing:D Her búðu vit í einum sovorðnum kontainara, har tey høvdu smekka tríggjar koyggjusengur inn. Náttari var um kvøldið og fingu vit sera lekkran mat, og sótu uppi eina løtu og tosaðu við donsku genturnar, áðrenn vit fóru í song. Morgunin eftir fóru vit tíðliga upp til morgunmat, nógv var at velja í millum og hetta var ein tann besti morgunmatur vit hava fingið. Kl.08 byrjaði so surfundirvísingin! Fyrst fingu vit forklára eitt sindur um, hvussu alt fyrigongur, tá man skal surfa - fyri at vita hvørjar aldur vóru best og gjøgnumgingu nakrar trygdarreglar. Síðani fingu við vátdraktir og surfbretti, og leiðin gekk oman á strondina, har víst var, hvussu man skal bera seg at fyri at koma upp á bretti at standa. Vit føldu okkum sera býttar, lógu á stondini og svumu, og hoppaðu upp og niður á surfbretti :P Men so kom tíðin, at vit skuldu binda fótreimina á beinið og í vatnið. Fortalt var fyri okkum, at man ikki skuldi vænta at koma upp á bretti fyrstu ferð man royndi at surfa, so tá vit fóru í vatni, høvdu vit ongar vónir, men men, longu aðru ferð vit báðar royndu, komu vit upp at standa:) Hetta vóru vit sera stoltar av, og høvdu nú veruliga fingið mót uppá at surfa. Vit vóru í vatninum í yvir ein tíma, og komu fleiri ferðir upp at standa. Hetta var eitt sera skeg upplivilsi, og er hetta avgjørt nakað vit vilja royna aftur :) Vit løgdu okkum at sóla okkum eina løtu aftaná, áðrenn tíð var til døgurða. Aftaná døgurðan løgdu vit okkara túr eitt sindur til rættis og avtalaðu at fylgjast við donsku gentunum eitt petti upp eftir eystursíðuni. Síðani hugdu vit eftir einum filmi og so kom bussurin, sum skuldi koyra okkum til næsta staðið á eystursíðuni, sum kallast Byron Bay.
Meira um hetta staðið verður at hoyra í næsta bloggi, saman við ørðum spennadi frágreiðingum frá eystursíðuni av AustraliaJ Havið tað øll so gott!
Klemm, Una & Malan
- comments
Eydis Aftur ein super bloggur. Tit eru ordeliga cool, duga at surfa og gera mat :). Tað verður spennandi at fáa pakka, frá hinari síðuni av jørðuni. Tað havi eg ikki roynt fyrr. Alt tað besta og góða ferð víðari. Jesus verið hjá tykkum. Heilsan Eydis
Nina Hey :) Ja ja , tit eru bara sooo óførar at skr. Eru tit vísar í at tit ikki skulu lesa til "journalistar" í staðin ? hi hi. Må men nokk um tað. Gleða okkum at hoyra aftur tá tit eru komnar eitt sindur "nærri " Fø (for you Malan ;)) Havi tað so gott, og Jesus veri hjá tykkum. Gott verður at fáa kokkar heim aftur ;) Muss og klemm Nina
Jonny Hey Una og Malan! Sera áhugavert at lesa tykkara bloggar. Tit hava longu upplivað so nógv. Tað verður stuttligt hjá tykkum fýra tá tit møtast, Gurið, Gunnvá og tit báðar. Góðan túr víðari. Jesus veri hjá tykkum :)