Los Angeles, California
Hey tikor :)
So vóru okur aftur her við einum bloggi - hesaferð úr L.A. Flogferðin úr New York til Los Angeles gekk heilt á góðari leið. Stutt eftir, at vit vóru komin upp í hædd, og tí kundu taka trygdarbeltið av, segði flogskiparin, at vit kundu vænta nógvan turbulens, og tí skuldu sita niðri við beltinum á. Hetta dámdi ikki Maluni, tí henni dámar als ikki at flúgva. So iPodurin kom í oyrini og so sat Malan og kroysti hondina hjá Un...