Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tikor :)
So vóru okur aftur her við einum bloggi - hesaferð úr L.A. Flogferðin úr New York til Los Angeles gekk heilt á góðari leið. Stutt eftir, at vit vóru komin upp í hædd, og tí kundu taka trygdarbeltið av, segði flogskiparin, at vit kundu vænta nógvan turbulens, og tí skuldu sita niðri við beltinum á. Hetta dámdi ikki Maluni, tí henni dámar als ikki at flúgva. So iPodurin kom í oyrini og so sat Malan og kroysti hondina hjá Unu í nakrar tímar. Una helt ikki turbulensin verða nakran trupulleika, tí eftir eina lítla løtu føldi Malan, hvussu hondin hjá henni "loysnaði" so við og við, og stutt eftir steinsvav hon :p Gott í hana, tí tað hevði ikki verið lukkuligt, um hon eisini var eitt nervavrak í luftini sum Malan :)Vit kundu eisini sita á internetinum í hesum flogfarinum, so teir 6 ½ tímarnir gingu rættiliga skjótt. Komnar til LAX gekk alt sera skjótt og gott, og 20 min eftir, at vit vóru lendar, sótu vit í einum bussi áveg til Hostelli. Her møttu vit Idu, sum eisini hevði verið í sama bussi sum vit um morgunin (tá vit fóru frá hostellinum til JFK floghavnina. Tað vísti seg, at hon hevði verið í sama flogfari sum vit, og hon skuldi eisini á sama hostel sum vit í Hollywood. Komnar til hostelli vóru vit óvanliga svangar og blakaðu taskurnar inn í okkara 8-mans kamar og fóru beint út at leita eftir onkrum at eta. Komnar 15 metrar útum úthurðina sóu vit stjørnurnar í gongubreytini (Walk Of Fame). Wow, vit búðu veruliga MITT í Hollywood :D Hetta kvøldið fóru vit tíðliga í song, tí vit høvdu aftur lopið nakrar tíðarzonur, og vóru tí merktar av jet-lag.
Morgunmaturin á hostellinum var fríur, og hetta ætlaðu vit at útnytta, og fóru tískil upp kl.10 næsta morgun fyri at lukkast at eta áðrenn kl.10.30, tá morgunmaturin endaði. Morgunmaturin var ikki nógv at reypa av, veljast kundi millum havragrýn uttan mjólk og pannukakur. Vit valdu at gera okkum hvør sína pannukøku, men av tí at vit vóru í síðstu løtu, so fingu vit at vita at køkin stongdi nú og vit kundu fara út at eta liðugt og so vaska okkara egnu tallerkar ella at gera teimum tallerkarnar nú og koyra pannukøkurnar vekk. Aftaná at hava vant okkum við tann dovna lívsstílin, sum fjakkaralívið hevur við sær, valdu vit sjálvandi at blaka pannukøkurnar vekk og yvilata skitnu tallerkarnar til vaskikonurnar :D :P Gid viti, hvussu tað verður at koma heim um 3 mánaðar og skula arbeiða aftur, tá vit longu eftir nakrar vikur eru blivnar so dovnar, hehe... Eftir at hava skypa heim og hoyrt um teirra góðu sunnudagdøgurðar heima, so hildu vit at vit høvdu fortjent eina góða máltíð og fóru tískil út at leita eftir einum góðum matstaði. Vit komu fram til eitt mexicanskt matstað, sum vit hildu sá lekkurt út. Vit fóru inn og bíløgdu okkum hvør sín tallerk við burrito og nachos. Hetta var eingin succes, maturin var milt sagt vánaligur, og aftaná ein bít, sum næstan kom uppaftur, løgdu vit frá okkum næstan uttan at hava rørt tað, sum lá á tallerkinum. Malan helt, at tað var so synd at fara út aftur uttan at hava etið nakað, og hon rullaði tí eitt sindur av matinum inn í serviettin, fór út á wc og koyrdi tað vekk har :p Vit fóru svangar og skuffaðar at betala og slepptu okkum skjótt út har frá. Leitanin eftir mati helt áfram, og skjótt komu vit fram á 'Mels Diner'. Hetta var ein veruligur amerikanskur 'dinari', soleiðis sum vit kenna tað úr gomlum amerikanskum filmum (t.d. Grease). Har var sera hugnligt inni og tá maturin eisini smakkaði super, so var alt gott :) Vit gjørdu sum so ikki tað stóra henda dagin, gingu okkum ein túr eftir Walk of Fame, tóku nakrar myndir av ymisku stjørnunum og øðrum áhugaverdum. Komnar aftur á hostelli upplivdu vit nakað rættiliga løgið. Brádliga fór eina konan í kamarinum út á gólvið, rullaði eitt teppi fram, tók sær eitt turriklæði á høvdið, og so skiftisvís stóð og sat hon og bað í uml 30 min. Ein nokkso løgin hending, tí vit vistu ikki, hvussu vit skulu fyrihalda okkum. So vit lógu músastillar í songini og skeittu av og á oman á gólvið at vita, hvussu leið hjá konuni :P
Dagin eftir fóru vit enn einaferð ein túr á Hollywood boulevard at leita okkum eftir onkrum bussi, ið koyrdi runt til m.a. Beverly Hills, Rodeo Drive, Sunset Boulevard, ein túr at hyggja eftir Hollywood-skeltinum, og ið koyrdi framvið húsunum hjá ymiskum kendum. Hetta var ein deiligur túrur, sólin skein og sera stuttligt at síggja alt, ein bert hevur sæð í filmunum. Vit sóu m.a. eisini húsini hjá Orlando Bloom, Julia Roberts, Dr. Phil, Michael Jackson (har, ið hann var funnin deyður) og nógvum øðrum :D Tá túrurin var liðugur, fór Malan at leita sær eftir einari telefon, tí hennara (ið hon hevði við úr Føroyum), riggaði ikki. Hetta gekk sum smurt, og telefonin varð funnin & keypt áðrenn 5 min. Vóru farnir - deiligt :D Meðan vit gingu og spákaðu eftir Boulevardini sóu vit, at fólk vóru farin at gera klárt til eina premieru uttan fyri Grauman's Chinese Theatre (har allar premierurnar av filmum verða hildnar). The Green Hornet æt filmurin, og í honum spældu m.a. Cameron Diaz, Seth Rogen, Michael Clarke Duncan og nógvar aðrar kendar filmstjørnur. So vit fóru "heim" á hostelli at slappa eitt sindur av, áðrenn premieran skuldi verða. Hetta gjørdist eitt ordiliga surrealistiskt kvøld, tí brádliga stóðu vit mitt í øllum hurlivasanum, vit vanliga bert síggja í sjónvarpinum! Alvorliga feitt upplivilsi, har vit fingu sæð, hvussu alt í veruleikanum fyrigongur :D Eftir hetta fóru vit at keypa inn til døgurðan næsta dagin, og so heim í song. Týsdagin, ið eisini var seinasta dagur í L.A., áðrenn vit skuldu ein túr til Las Vegas, fóru vit at vaska okkum klæðini, fáa okkum eitt langt brúsubað & síðan at gera okkum náttara, ið var sera væleydnaður :D Vit fóru tíðliga í song hetta kvøldið, tí vit skulu upp kl 05.00 næsta morgun, so vit kundu náa bussin, ið skuldi koyra okkum til Las Vegas. Tit kunnu lesa um dagarnar í Las Vegas í blogginum harfrá.
Fríggjakvøld vóru vit afturkomnar til Los Angeles, og vit skuldu ikki búgva á sama hostellinum á Hollywood Boulevard, men á einum hostelli í Santa Monica. Eftir at verða sleptar av bussinum, gingu vit við tungu ryggsekkunum til Union Station, ið er "høvuðs-statiónin" her, har ein bæði kann fáa fatur á einum bussi, taxabili, koyra metro o.s.v. Vit vistu ikki reiðiliga, hvussu langt vit vóru frá hostellinum, ella hvussu vit skuldu koma til tað. Men her vóru vit sera heldigar, tí áveg yvir um eitt fótgangarafelt, sóu vit ein stóran bláan buss, har tað stóð Santa Monica á. Vit fingu steðga bussinum, og bussførarin visti, hvar vit skuldu, og koyrdi har til, so tað var ordiliga super J Komnar á hostelli vóru vit seras troyttar, eftir at hava koyrt í bussi í nærum 12 tímar. Vit ætlaðu okkum út at keypa onkran mat, men tíbetur høvdu tey hetta kvøldið "all you can eat burgers" á hostellinum, so tað var so deiliga nemt. Malan hevði fingið migrenu, so hon var sera illa fyri, og fór tí beint í song, longu kl 20.00. Una sat uppi eitt sindur longri, og koyrdi myndir á telduna o.t. Vit svóvu deiligt, og fóru upp kl 09.00 at fáa okkum morgunmat, ið er fríur á hesum hostellinum. Eftir morgunmatin fóru vit at spáka okkum ein túr, og fóru síðan ein túr oman á Santa Monica Beach (sum er strondin, har Baywatch er upptikið :P). Har lógu vit og sólaðu okkum eina góða løtu. Tað var skífríur himmal og um 25 gradur henda dagin, so tað var sera lekkurt og ikki minni undarligt at liggja og sóla sær mitt í januar mánaða :D Síðan fóru vit at keypa spaghetti og kjøt, so vit kundu fara og ger a okkum náttara á hostellinum seinni. Harafturat fór Malan ein túr á apotekið, tí hon var blivin sjúk í hálsinum av góðu (for góðu) air-conditionini á hotellinum í Las Vegas. So fóru vit á hostelli at vaska okkum seinastu klæðini, áðrenn vit fara á Fiji, og síðan at gera okkum náttara! Hesin smakkaði ordiliga super duper :) Síðan sótu vit restina av kvøldinum í sjónvarps-stovuni og tosaðu við nógv ymisk fitt fólk :D Síðan fóru vit í brúsu (yuck - vemmiligar brúsur her), og so beint í song! Sunnudagin (í dag), skuldu vit so chekka út áðrenn kl 11.00 (eisini hóast vit ikki skulu flúgva fyrrenn kl 21.30 - øv bøv..). Vit fingu okkum morgunmat, fingu taskurnar inn á eitt skáp og fóru so at spáka okkum ein túr í góðveðrinum. Her gingu vit forbí nógvar lekkrar handlar (og komu til at keypa okkurt smáting - ups :P), og nú sita vit so í eini uppihalds-stovu her á hostellinum, og mestsum bíða bert eftir klokkuni. Vit skriva blog, koyra myndir á facebook og skype'a við teimum kæru heima :) Vit ætla okkum at fara á matstovu at eta í kvøld, eftirsum hetta er seinasta kvøldið í Amerika á hesum sinni. Í kvøld seta vit okkum í eitt kempi 2-hædda flogfar, og skulu flúgva í 11 tímar, áðrenn vit lenda á Fiji. Vit gleða okkum sera nógv til at síggja Fiji, tí tað verður ein heilt nýggjur heimur fyri okkum, og vit ana ikki, hvat vit kunnu vænta at síggja og uppliva - spennandi :D Tað einasta keðiliga er, at av tí at vit skulu sigla millum ymsar smáar oyggjar, kunnu vit ikki vera sikrar í at hava internet/telefon-samband. Vit vóna tó at hetta lagar seg, tí hvørki vit ella tey har heima vita, hvussu vit skulu klára 8 dagar uttan nakra kontakt yvirhøvur. So vit krossa fingrar J Niðurstøðan, nú vikurnar í Amerika eru av, er, at Amerika er júst so ein fyristillar sær tað, út frá filmum og tílíkum. Vit hava heldur ikki følt okkum ótryggar, hóast vit hava reika einsamallar runt í stórbýum. So hetta er vónandi ikki seinastu ferð vit eru her J
Nú gjørdist hetta aftur ein langur stílur hesaferð, so vit fara at enda nú. Vit hoyrast, tá vit eru komnar til New Zealand 25. Jan :D
Alt tað besta.
Klemm, Una & Malan
- comments