Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tykur øll ;)
So vóru vit aftur her, hesaferð við einum bloggi av Fiji. Vit fóru úr L.A kl.21.30 sunnudagin 16.jan, og lendu merkiligt nokk týsdagin 18 jan kl.05.15 á Fiji!:) Hetta var simpulten so løgið, vit høvdu altso ongan 17.jan 2011! Tá vit komu inn í flogfarið blivu vit nakað yvirraskaðar, trappur vóru inni í flogfarinum, tvs. flogfarið var altso í tveimum hæddum:p hetta er fyrstu ferð vit hava sæð tílíkt, og í mun til atlantic airways flogførini, so var hetta ein stór kollvelting. Harafturat vóru 69 rekkjur við 12 setrum hvør + ovara hæddin, so sigast kann við vissu at hetta var eitt STÓRT flogfar! Flogtúrurin tók 11 tímar, men tá hetta var um kvøldið og náttina, so svóvu vit tað mesta, hóast turbulensurin var nógvur, og vit mestsum hoppaðu allan vegin til Fiji.
Komnar út úr flogfarinum (man gekk úti, ikki sum vanligt, har man kemur úr flogfarinum og beint inn í flogvøllin) merktu vit ALVORLIGA tropiska klimaði. Tað var simpulten so kvalið, hóast klokkan var fimm á morgni, og moyggjabitar vóru allastaðni. Tó skal sigast, at vit blivu væl móttiknar; inni á flogvøllinum stóðu nakrir menn og spældu festligan tónleik og stemningurin var super góður. Tað gekk skjótt at koma í gjøgnum kontrol í mun til USA, og klokkan var bert eitt sindur yvir seks, tá alt var ornað. Vit fingu at vita, at bussurin oman til havnina fór kl.07., so vit fingu okkum ein skjótan morgunmat á flogvøllinum, áðrenn leiðin gekk víðari. Komnar út av flogvøllinum og í bussin, legði man beinavegin merki til, at hetta var eitt rættiliga primitivt land. Bussurin var út av lagið vánaligur, og hús og annað sóu heldur niðurfallin út. Allíkaval sóu fólk sera væl nøgd og glað út -tey eru helst ikki von við annað enn tað, tey hava. Vit fingu nógv 'Bula' (sum merkir vælkomin ella hey á Fijianskum) við á vegnum, og vit ivaðist ikki í, at hetta nokk skuldi blíva ein góður og ikki minst annaðleiðis túrur. Heimanifrá høvdu vit bílagt ein túr, har vit ikki skuldu verða á høvuðsoynni (ið er alt ov nógv merkt av turismu). Harafturímóti skuldu vit út á Yasawa oyggjarnar, har vit skuldu sigla millum oyggjarnar í 1 viku. Yasawa oyggjarnar er ein bólkur av sera lítlum og primitivum oyggjum. Fyrsta oyggin vit skuldu búgva á lá sera norðaliga, so vit sigldu uml. 5 tímar fyri at koma til hana. Rættiliga strævið, eftir tann júst yvirstadna 11 tíma langa flogtúrin - men men, tað gekk :) Umborð á bátinum møttu vit tveimum gentum, Kristie og Brittany. Tær eru úr Canada, og skuldu vera eina viku á Fiji, áðrenn tær fara til New Zealand at búgva/arbeiða í eitt hálvt ár. Tær skuldu eisini á somu oyggj sum vit, so tað var ordiliga deiligt :) Oyggin æt Tavewa Island, og resortið vit checkaðu inn á æt Coral View. Vit vistu simpulten ikki, hvat vit skuldu væntað av staðnum. Vit hoyrdu mangt og hvat, serliga at alt var sera primitivt, kaldar brúsur, vánaligt air condition, men eisini, hvussu fantastisk, flott og stuttligt tað var. Tá vit nærkaðust oynni skuldu vit vísa nøkrum monnum,hvørja tasku vit áttu, so vit vóru vissar í at fáa hana við á oynna. Vit vórðu síðani fluttar í ein lítlan speed-bát, fyltan við taskum og øðrum ferðandi. Hesin bátur skuldi sigla okkum seinasta strekki inn til oynna. Av tí at vatnið var so grunt gingu vit seinastu 50 metrarnar inn til oynna. Wow altso alt var spennandi :D Øll resortini á ymsu oyggjunum verða rikin av familjum, og vit føldu okkum sera vælkomnar inn í hesa familju. Hvør sum ein í familjuni stóð klárur á strondini við Bula, klemmum, blíðum heilsanum og køldum juice :) Vit vórðu beinavegin sett til borðs og fingu døgurða. Hetta var tó ikki nøkur stór succes - maturin var slett ikki nakað fyri okkum, men har vóru nøkur rís, so tey ótu vit! Síðan checkaðu vit inn á okkarar 20 mans-kamar, ið faktisk sá nógv lekkrari og reinari út, enn vit høvdu væntað. Vit blakaðu taskurnar frá okkum, fóru í bikini, smurdu okkum inn við sólkremi og blakaðu okkum á sólsengurnar á strondini (sum var eini 4-5 metrar uttanfyri okkara "hús"). Vit lógu allan dagin og slappaðu av, svumu og svóvu í hoyngikoyggjunum, til vit fóru til buffet um kvøldið- maturin fall heldur ikki hesaferð í okkara smak, men vit fingu etið eitt sindur av rísi og so fingu vit fantastisk chips, sum ikki vóru gjørd av eplum, men av onkrari lokalari grøntsak. Fólkini, ið reka resortina, sungu ein lokalan vælkomst sang til øll tey nýggju, ið vóru komin - hetta var sera skeg at síggja. Vit vóru sera troyttar av at hava ferðast so leingi, so vit fóru tíðliga í song og sóvnaðu beinavegin. Vit vaknaðu úthvíldar, men einasta neiliga var, at Malan var fullstendiga upp etin av moyggjabitum - hurra fyri tí! Eftir at hava etið morgunmat, sigldu vit út til eina aðra oyggj, ið hevði nakrar sokallaðar undirvatnsgrottur. Hetta var so fantastiska flott! Vit komu fyrst til eina grottu, har dagsljós slapp inn, so vit sóu ordiliga, hvussu fantastiska flott og stórsligið tað var. Síðani fingu vit at vita, at tey sum tordu kundu svimja undir vatnið gjøgnum eina lítla "tunnel", fyri at koma til eina aðra grottu, ið var fullstendiga innilukkað frá dagsljósið. Malan var fyrst ígjøgnum, og tá tað var bølamyrkt inni, var hon sera glað, tá Una endiiliga kom ígjøgnum eisini ;) Her inni var eisini fantastiska flott! Vit hava faktisk nakrar myndir av tí, tí eina kanadiska gentan hevði eitt undirvatnskamera - so tær leggja vit út :) Restina av degnum slappaðu vit bara av (her er snøgt sagt ONKI annað at gera enn at slappa av og lesa eina bók o.t.). :D
Eftir tvær nætur á Tavewa Island sigldu vit suður til Naviti Island, har vit skuldu búgva á einum resortið, ið æt Korovou. Hetta var minni enn fyrra staðið, og hevði bert streym nakrar fáar tímar um dagin, men hetta var tó eingin trupulleiki. Vit checkaðu inn á okkara 36-mans kamar, og wc og brúsa var uttanfyri - spennandi, hehe :p Maturin á hesum resortinum var super, so vit føldu okkum mettar fyri fyrstu ferð í nakrar dagar- Vit fingu KJØT OG EPLIR juhu!! Hetta kvøldið sótu vit uppi og spældu kort, lurtaðu eftir tónleiki og hugnaðu okkum við kanadisku gentunum, einum donskum pari (sum vóru SO fitt - vit fylgdust við teimum næstan allan túrin) og onkrum øðrum fólkum eisini. Tá vit skuldu leggja okkum vóru vit rættiliga optimistiskar, tí vit hildu okkum ikki síggja SO nógv insekt, men tá Malan hevði lisið eina síðu í síni bók datt eitt stórt svart insekt niður beint frammanfyri nøsini á henni (vit ana ikki, hvat hetta var fyri eitt dýr), so vit fóru tvísporandi inn í privata kamarið hjá kanadisku gentunum. Tað vísti seg, at tað hevði ein amerikansk genta eisini gjørt, so vit lógu 5 gentur inni í einum lítlum kamari við ongari air-condition ella viftu :p Harafturat vóru vit alvorliga paranoidar, og vóru fleiri ferðir vissar í, at vit føldu alt møguligt á okkum. Tað varð ikki til nógvan svøvn hesa náttina, men tað var hugnaligt allíkavæl. Vit checkaðu út tíðliga næsta morgun, ótu lekkran morgunmat og slappaðu síðan av, áðrenn báturin, ið skuldi sigla okkum til næstu oynna avheintaði okkum.
Triðja oyggin vit skuldu búgva á æt Kuata Island, og soleiðis æt resortið eisini. Hesaferð skuldu kanadisku genturnar á eina oyggj beint yvirav, men danska parið var á somu oyggj sum vit, so tað var ordiliga deiligt :) Komnar í land checkaðu vit inn í tað higartil mest primitiva 8-mans kamarið. Hetta var ein lítil hytta, sum stóð til at skrambla, og wc deildu vit við alskyns insektum og fýrbeinum - spennandi spennandi! Hetta kvøldið høvdu tey lokalu eina sokallaða Kava-ceremoni (Kava er ein drykkur tey gera úr øllum møguligum plantum, móru o.t., og sum skal sigast at reinsa "systemi"). Vit funnu tó seinni útav, at hetta eisini er lættari narkotiskt, so tað gav brádliga meining, at teir lokalu lógu flatir og flentu eftir øllum og ongum alt kvøldið :P Tá vit avgjørdu av fara í song fingu vit størsta chokkið higartil - kamarið var simpulten FYLT við fýrbeinum. Vit lopu út úr kamarinum, og stóðu eina løtu og kjakaðust um, hvussu vit skuldu sova. Vit hugsaðu bæði um at leggja okkum á strondina og slett ikki at sova, men at enda avgjørdu vit at sova í kamarinum. So vit lopu inn í koyggjina hjá Unu (ein ótrúliga smøl einkult-song) í klæðum, bygdu eina lítla hyttu úr moyggjabita-netinum, koyrdu ipodin í oyruni og so lógu vit annars alla náttina og hoyrdu fýrbeinini "flenna", og vóru nakað so ótrúliga bangnar :p (nú flenna vit eitt sindur eftir okkum sjálvum - men tað VAR altso óbehagiligt). Tá sólin var komin upp, og tað var nóg ljóst í kamarinum til, at vit sóðu um vit traðkaðu á nakað fýrbein, pakkaðu vit taskurnar, fóru í receptiónina og spurdu um vit kundu uppgradera til eitt privat kamar. Gamaní, vit goldu teimum smáar 40 krónur hvør og fingu síðan okkara egnu hugnaligu hyttu (við ongum fýrbeinum - wuhu!). Vit fingu okkum morgunmat, og síðan fóru vit á ein túr, vit høvdu meldað okkum til. Vit sigldu 20 min, so vit vóru mitt úti á havinum og ikki sóu land. Síðan fingu vit snorkul-útgerð, og so var bara eftir at loypa útí og svimja við hajunum! Ja, tit lósu rætt :P Una var rættiliga kul áðrenn hon leyp útí, men hon var ikki meiri enn komin útí, tá hon sá ein haj, so hon leyp upp í bátin aftur. Malan var hinvegin um at pissa í buksirnar áðrenn hon leyp útí, og teir fyrstu minuttirnar skiftisvís andaði hon ikki og anda alvorliga títt. Men men, eftir eina løtu kom Una út í aftur, og so svumu vit annars runt í minst ein hálvan tíma og beundraðu flottu koralini, túsundtals av sera litríkum fiskum og ikki minst nokk av hajum. Tað var simpulten so flott, og vit tímdu slett ikki upp aftur í bátin :D Hurra fyri at yvirvinna óttar!!! Seinni á degnum skuldu vit fara ein túr niðan á eitt fjall har vit kundu síggja allar oyggjarnar o.t. Men tá vit blivu ávaraðar um nógvu moyggjabitarnar har uppi takkaði Malan pent nei (hon hevði longu minst eini 200 moyggjabit!), men Una fór niðan, tí hon ótrúligt nokk ikki fekk eitt tað einasta moyggjabit á Fiji. Túrurin niðan á fjalli var heilt ótrúliga strævin, sveittin lak av okkum í teimum 35 hitastigunum, so hetta var í hvørfall dagsins motión. Av fjallinum sóu vit oman á resortið og yvir á aðrar oyggjar - alt í alt eitt fantastisk útsýnið :) Um kvøldið sótu vit uppi og spældu amerikaner við Lene og Theis (danska parið) - ordiliga hugnaligt :D Vit fóru síðan at leggja okkum at sova, og vit svóvu sum steinar í 8 samfullar tímar í okkara fýrbeina-fría kamarið - fantastiskt!
Morgunin eftir checkaðu vit aftur út og skuldu nú sigla til seinastu oynna, Beachcomber Island. Henda oyggin er pinka lítil (tað tekur 10 min. at ganga runt alla oynna), og hevur eitt stórt matarhølið/barr, ein kempi sovi-sal, har 120 sengur eru inni, og so nakrar fáar privatar hyttur. Vit fingu eitt sjokk, tá vit komu til hesa oyggj, tí tey høvdu ein handil, eitt sjónvarp, ísar og nógv annað "vanligt", ið vit ikki høvdu sæð í eina viku! Vit skuldu sova í stóra sovisalinum, og blakaðu taskurnar frá okkum, fóru í brúsu (tey høvdu lunkað vatn - vit høvdu næstan gloymt,hvussu tað føldist), og fingu okkum síðan at eta. Ordiliga lekkur matur, og vit fingu faktiskt oksakjøt og sós - deiligt :D Síðan spældu vit aftur kort við Lene & Theis, og sótu so og prátaðu við ymisk fitt fólk vit hava møtt á hesum túrinum. Tá vit avgjørdu at fara at leggja okkum at sova, funnu vit útav at vit høvdu rottur! í sovisalinum. TÁ høvdu vit altso fingið nokk av at deila sengur við øllum møguligum djórum og insektum, so Malan fór í receptiónina at spyrja, hvat tað kostaði at uppgradera. 136 dollarar segði konan í receptiónini, og tað gjørdu vit altso ikki. So vit fóru at fortelja kanadisku gentunum um okkara rottu-ævintýr, og tá bleiv eina gentan, Kristy, frat-ør inná fólkini í receptiónini. So hon og Una fóru inn aftur, og Kristy gav teimum eina skolu um, at tað var ólógligt at hava fólk sovandi saman við rottum og alt møguligt annað, og brádliga gav konan Unu lykilin í hondina og segði "have a good night"! SODAN!!:D Gud viti, hvat konan helt um okkum, men gotter, vit síggja hana aldrin aftur :P Vit svóvu fantastiskt hesa nátt! Morgunin eftir vaknaði Malan við einum búki, ið hevði fingið okkurt, sum honum ikki dámdi (vit mistonkja matin á Kuata), so hon var sera illa fyri. Henda dagin skuldu vit ein sigli-túr við einum seglbáti allan dagin. Ótrúliga góður dagur!:) Vit steðgaðu fyrst á oynni har Castaway (filmurin við Tom Hanks) var upptikin, og har snorklaðu vit í næstan 1 tíma. SO flott - fiskarnir vóru enn meira litríkir enn tá vit snorklaðu fyrstu ferð :D Komnar umborð aftur fingu vit lekkran barbeque døgurða, og silgdu síðan víðari til eina oyggj við einari lítlari fátæksligari bygd. Her skuldu vit síggja eina veruliga kava-ceremoni. Ordiliga spennandi! Síðan gingu vit eitt sindur runt og keyptu nøkur souvenirs frá teimum lokalu. At enda sigldu vit í smáar 3 tímar, áðrenn vit vóru aftur á høvuðs-oynni. Síðstu náttina her á Fiji skuldu vit sova á hotellið. Vit vóru sera troyttar eftir eina fantastiska (og avbjóðandi!) viku, so vit fingu okkum at eta, fóru í brúsu (heitt vatn!), skypaðu heim & so beint at leggja okkum at sova. Nú sita vit so í teldurúminum her á hotellinum og bíða eftir klokkuni. Um uml. 6 tímar flúgva vit víðari til Auckland, ið liggur á norður-oynni í New Zealandi.
Vit eru heilt ótrúliga væl nøgdar við hesa vikuna á Fiji. Vit hava veruliga fingið sett tingini í perspektiv, og taka ikki longur heitt vatn, streym, insekt-frítt kamar, reint wc, internet/telefon-samband & matin har heima fyri givið. Vit hava møtt ótrúliga nógvum fittum fólkum, hugna okkum við blíðum fijianarum, sóla okkum á hvítum strendum, svomið við hajum og túsundtals av litríkum fiskum í krystalbláum sjógvi, sovið í heingikoyggjum undirr stórum pálmum, deilt kamar við insektum, fýrbeinum og rottum, etið sera annaðleiðis mat og mangt mangt annað. Hetta hevur uttan iva verið ein tann mest læruríka vikan í okkara lívið!:D Fiji er heilt víst paradís á jørð (bara ikki um náttina) ;)
Nú gleða við okkum tó til at koma til eitt civiliserað stað aftur, og ikki minst at sleppa at vaska klæðini hjá okkum :) Fyri framman bíða næstan 3 vikur í New Zealandi, og vit eru ótrúliga spentar at síggja hetta vakra land!
Nú gjørdist hesin bloggur ein hálv ritgerð, so vit takka fyri hesaferð.
Vóna tit hava tað super har heima! :D
Klemm klemm, Una & Malan
- comments
Nina Hey tit báðar, so gott at hoyra frá tykkum um allan túrin tit eru bara so óførar at skrivað! Havi tað nú so gott. jesus verið hjá fykkum, muss og klemm Nina
Annika Poulsen Tit duga ordiliga væl at greiða frá, hvat tit uppliva :) Sera áhugavert. Góða ferð víðari.... ;)
Eydis Hetta var ein ordans bloggur, men sera væl skriva. Stuttligt at lesa. Onki at ivast í at tað er læruríkt at koma út í heima at síggja seg um. Alt tað besta ynski eg tykkum. v.h. Eydis
connie Gunnarstein Hey tit báðar. Stuttligt at fylgja tykkum á ferðini. Tá tit nú koma til New Zealands, mugu tit heilsa teimum, eg kenni har hi hi. Okur búðu í Wanganui. Eitt sera vakurt land.Góða ferð víðari. Eri spent at hoyra frá tykkum aftur.
bjørg Hey Malan -og sjálvandi Una eisini - takk fyri at man sleppur at fylgja við. Fái ordiliga ilt í búkin av spenningi. Hatta eigur at vera ótrúliga stuttligt. Alt tað besta hiðani. Nú fari je at lesa meir.......