Profile
Blog
Photos
Videos
Kia Ora & vælkomin til bloggin úr Auckland!
Flogferðin úr Fiji til Auckland (ið liggur á norðuroynni í New Zealandi) gekk sera gott! Vit høvdu hvør sítt sjónvarp við óendaliga nógvum filmum, sendingum, tónleiki o.s.v. á, so vit vildu næstan ynskt, at hetta var ein av teimum longu flogtúrunum :p Eftir 3 tímar í luftini lendu vit so í Auckland! Vit vóru ikki sørt fegnar um at verða í einum landi aftur, har fólk skiltu enskt, og aldrin hava vit verið so glaðar fyri eitt flogvalla-wc fyrr - wow altso tað var reint (og man kundi skola niður og alt) :D Alt gekk sum tað skuldi á flogvøllinum, og stutta tíð eftir lending sótu vit í einum bussi áveg til hostellið. Komnar á hostellið checkaðu vit inn, funnu kamarið, løgdu taskunar frá okkum og fóru so beint í song, tí tað var liðið væl út á náttina longu. Vaknaðar aftur fóru vit beint at vaska okkum øll, og vit meina ØLL, klæðini í taskuni. Tað kann slett ikki forklárast, hvussu illa alt luktaði eftir eina viku í tropiskum klima og snøgt sagt skitnum kømurum :p Dovnar sum vit vóru smekkaðu vit eisini næstan alt í turkitrumluna við tí úrslitið, at klæðini knappliga fylla nógv minni í taskuni nú! Ups :p Henda dagin skuldu vit út at eta við Brittany & Kristie (kanadisku genturnar vit møttu á Fiji), sum eisini vóru í Auckland nú. Vit fóru í Sky-tower (ið er hægsta punktið í Auckland) at eta. Maturin var sera lekkur & vit hugnaðu okkum óført. Lidnar at eta gingu vit ein túr í býnum, tá vit komu til eitt stað, har man kundi seta seg í ein sovornar "bólt", og verða skotin upp í luftina. Eitt tvey trý, so høvdu Brittany & Kristie avgjørt at royna hetta - kular :D Afturfyri at tær vóru so djarvar bjóðaðu vit teimum ís. Hetta gjørdist eitt sera hugnaligt kvøld, og tá vit skiltust avgjørdu vit at møtast aftur dagin eftir fyri at hyggja eitt sindur í handlar o.t. Komnar aftur á hostellið funnu vit útav, at 2 danskar gentur, Janni & Silvia, vóru checkaðar inn á kamarið (Her eru ótrúliga nógvir danír í New Zealandi). Tær vóru sera fittar, og vit prátaðu leingi við tær um alt millum himmal & jørð! Dagin eftir svóvu vit nokkso leingi, fingu okkum døgurða og fóru síðan út at møtast aftur við Brittany og Kristie. Ordiliga hugnaligur dagur, men minni hugnaligt var tað at skula siga bei við tær! Vit eru blivnar sera góðar við tær, og fara at sakna tær ordiliga nógv. Vónandi møtast vit aftur onkuntíð:) Vit mugu fara at spara saman til ein túr til Kanada, tá vit koma heim ;) Restina av degnum slappaðu vit bara av, prátaðu við Janni & Silviu og pakkaðu taskurnar, tí morgunin eftir skuldu vit flúgva til Christchurch (ið liggur á suðuroynni). Vit fóru tíðliga upp, funnu ein buss, ið koyrdi til flogvøllin og stutt eftir høvdu vit checka inn og sótu við gate'ina. Alt gekk nógv skjótari enn vit væntaðu, so vit høvdu knappliga 3 tímar, áðrenn fráferð. Tá hetta var ein innanríkis-flogferð, so hildu fólk tað verða alvorliga løgið at vit vóru har so tíðliga, og tvær ferðir varð Una vakt, fyri at vita um vit ikki skuldu við flogførunum, ið fóru áðrenn okkara, hehe! Gotter, heldur verða fyrivarin enn eftirsnarin, ikki so?;) Dagarnir á norðuroynni vóru hugnaligir, men nú gleða vit okkum til at uppliva meira av New Zealandi á suðuroynni :D
Klemm klemm, Una & Malan
- comments