Profile
Blog
Photos
Videos
Kia Ora :D
Flogferðin úr Auckland til Christchurch vardi bert 1 tíma & 20 min og vit fingu skjótt ordnað transport til hostellið. Komnar á hostellið blakaðu vit taskurnar frá okkum og fóru út at forkela okkum vit mati útifrá! Eftir hetta gingu vit leingi fyri at finna eitt stór supermarket, so vit kundu keypa mat inn til næstu dagarnir:) Komnar á hostellið aftur fóru vit at seta okkum á netið at leita eftir eini flogbillet frá Australia til Thailands, tí "Jørðina-runt"-billettin vit hava inkluderar eitt stopp í Kina, sum vit ikki kunnu brúka, tí vit ikki fingu visumið. Øgiligt roks, men vit funnu & bíløgdu eina billett, áðrenn vit fóru upp í kamarið at leggja okkum. Vit skuldu tíðliga upp næsta morgun, tí nú skuldi okkara Kiwi Experience buss-pass byrja - wuhuu :D Vit checkaðu út kl 08 og gingu yvir til staðið, har bussurin skuldi heinta okkum. Komnar í bussin fingu vit at vita frá Flea, okkara bussførara, at vit vóru tær einastu í bussinum fyrsta strekkið, sum var einar 5 tímar. Hetta var tó stak hugnaligt, og vit fingu spurt Flea um mangt og hvat viðv. New Zealandi :p Síðan komu vit til eitt buss-stað, har stóri Kiwi-bussurin skuldi heinta okkum. Komnar inn í bussin kom Malan at sita beint frammanfyri trimum donskum gentum, Solveig, Line & Anne Sophie. Tær vóru sera fittar, og vit prátaðu allan vegin til Westport, ið var okkara fyrsta stopp á eystursíðuni.
Westport var sum eitt hol i jørðini, har var einki at síggja og býurin virkaði meira deyður enn livandi, men vit royndu tó at fáa tað besta burturúr! Vit komu at bugva í kamari vid átta onglendingum, sum vóru bæði fitt og blíð. Upptúrurin var, at vit høvdu eitt sjónvarp i kamarinum og fingu tískil hugt at filmi:) Vit hugdu at 'Raising Helen', ádrenn vit fóru tíðliga í song, tí vit skuldu víðari við bussinum næsta morgun. Næstan dagin gekk so leiðin til eina pubb mitt úti í ongamanslandi, har vit skuldu búgva hesa náttina. Á veg til pubbina fortaldi sjafførurin okkum, at í kvøld var fest og temaði var alt, ið byrjaði við bókstavinum 'P'. Vit steðgaðu vid eitt vøruhús, ið seldi alt ein kann hugsa sær, har vit fingu møguleika til at finna okkum tilfar til okkara outfit. Una kom við hugskotinum, at vit báðar skuldu vera punk-rokkarir:) Vit høvdu tad mesta av tilfarinum, men keyptu okkum tó einar leggings, sum vit kundu skræða, so tær hóskadu til okkara temað. Pubbina, sum vit skuldu búgva á, átti ein 87-ára gamal maður. Vælupplagdur og frískur leyp hesin uppí bussin, tá steðgað varð uttanfyri hjá honum. Her helt hann eina talu, sum hann ofta hevði gjørt fyrr, sambært sjafførinum (sjafførurin dugdi uttanat tað, sum gamli segði, haha:D). Vit blivu víst til kømurini, og her vísti tað seg, at vit vóru í kamari saman við fýra onglendingum Mike, Laura, Emma og Alex. Meðan vit prátaðu, fóru vit í holt vid at gera okkara outfit. Kl.18 var so matur, vit fingu lekkran búff, eplir, salat, maiskolbur og nógv annað lekkurt! Og sjálvandi var gamli maðurin kokkur :) Aftaná vit høvdu etið, klæddu vit okkum so í okkara outfit, og so gekk leiðin inn í sjálva pubbina. Stuttligt var at síggja øll tey ymisku outfit'ini og nógv góð hugskot vóru, t.d. var tann gentan (Emma úr okkara kamarið), sum vann, ein telefon. Á pubbini komu vit beinanvegin í prát við Mike og Lauru, og tær donsku genturnar, sum Malan hevði prátað við í bussinum. Vit høvdu eitt sera hugnaligt kvøld við nógvum fittum fólkum J
Næsta morgun gekk so leiðin oman til Franz Josef. Á vegnum steðgaðu vit á einari lítlari lokalari cafe (Bushmans cafe), har vit sóu ein film um, hvussu New Zealandarir veiddu reinsdjór fyri nøkrum árum síðani- Teir hoppaðu simpulten úr tyrlum vid einum netið, sum teir blakaðu yvir reinsdjórini. Tað áhugaverdasta á hesi cafe'ini var nokk skeltið, sum vísti hvat fyri mat man kundi keypa har. Á skeltinum stóð við stórum: Today's special is yesterdays leftovers :D Komin til Franz Josef skuldu vit beinanvegin skriva okkum upp til túrin á Franz Josef jøkulin. Her kom Una eitt sindur í trupulleikar, tí hon mátti vátta, at um nakað hendi við knænum á henni, so var tað hennara egna ábyrgd og hon mátti sjálv gjalda fyri tyrlutúrin á sjúkrahús og annan kostnað. Men alt gekk tó, Una skrivaði undir og vónaði tad besta,og so vóru vit klárar til túrin næsta morgunin. Aftaná hetta fóru vit so til hostellið, har vit skuldu búgva. Vit fingu eitt 6 mans-kamar, ið vit deildu vid Anne-Sophie, Line, Solveig og so einum hollenskum dreingi. Morgunin eftir skuldu vit so túrin á jøkulin. Vit vóru sera spentar, og vistu ikki ordiliga, hvat vit skuldu væntað - vit vistu bert, at túrurin fór at taka góðar átta tímar. Vit fingu ordiligt útstýr at klæða okkum í - tjúkkan jakka, tjúkkar buskur, stórar stivlar við píkum undir o.s.fr. - áðrenn túrurin kundi byrjað. Vit flentu nógv eftir, at vit sóu akkurát út sum hesi, sum ganga á norðpólinum, sum man plagdi at síggja í sjónvarpinum. Vit blivu býtt upp í bólkar, og vit komu í bólk saman við donsku gentunum - deiligt J Túrurin á jøklinum var ótrúliga flottur, vit gingu millum smalar rivur av ísi og ikki altíð var líka nemt at ganga, men hetta gekk. Tá vit høvdu gingið í einar tríggjar tímar, settu vit so okkum niður á ísin og ótu matpakka við einum ótrúligum flottum útsýni yvir ein part av jøklinum og vakrari nattúru. Áhugavert var at hoyra og síggja, hvussu stórur jøkulin einaferð hevur verið og hvussu 'lítið' av honum er eftir í dag. Eisini fingu vit innlit í , hvussu skjótt hann veruliga smeltar, tá vit sóu eitt rør, sum granskarar høvdu sett niður í ísin fyri 6 vikum síðani. Ísurin rundan um rørið var smeltaður góðar 2 metrar í 6 vikur, og mett verður, at um 90 ár er jøkulin ikki har longur! Eftir 8 tímar var túruin liðugur - so hetta var heilt sikkurt motiónin fyri vikuna ;) Knæið á Unu helt til túrin, so alt spældi gott av. Vit fóru móðar og troyttar í song hetta kvøldið og svóvu sum steinar alla náttina.
Aftaná tveir góðar dagar í Franz Josef gekk so leiðin til Wanaka. Nattúran her í New Zealandi er nakað heilt fyri seg, og við sínum høgu fjøllum, nógvum trøum og nógvum fossum er landið ógvuliga vakurt. Vit vóru sera spentar allan busstúrin til Wanaka, tí vit høvdu ætlanir um at Skydiva (hoppa við fallskermi) har. Komnar til Wanaka fingu vit at vita, at ov nógvur vindur var at skydiva, men at vit skuldi fáa nermari boð seinni. Vit checkaðu inn á hostellið, aftur hesaferð høvdu vit kamar saman við donsku gentunum J Kl.16 fóru vit so bæði spentar og nervøsar oman í móttøkuna á hostellinum fyri at vita um vindurin var minkaður, soleiðis at vit nú kundu skydiva. Heldigar vóru vit og hini sjey, sum eisini ætlaðu at skydiva, tí nú bar til!! Uha - spennandi! Ein bussur kom eftir okkum og koyrdi okkum út til staðið, har vit skulu skydiva. Mike, Laura og Solveig vóru eisini við. Her skuldu vit skriva undir trygdarpappírir og vigast, og so var klárt. Mike og Laura fóru fyrst, og meðan vit nervøsar blivu klæddar í útstýrið (drakt, húgvu, selar at festa okkum í mannin á rygginum o.s.fr.), so kundu vit eygleiða tey, meðan tey hoppaðu út. Vit báðar valdu eisini at hava ein kameramann upp við, sum tók video og myndir av okkum bæði áðrenn, meðan og aftaná, skydivið fyrigekk. Nú var tað so okkara túrur! Nervøsar settu vit okkum í lítla flogfarið, ið skuldi flúgva okkum upp í 5 km hædd. Vit sluppu ikki sjálvar at velja raðfylgju, men tað endaði við, at Una leyp fyrst út, síðani Malan. Eftir at hava slongt hvørjum øðrum ein "síðsta" muss, leyp maðurin við Unu festari á sær, út. Hetta skuldi Malan aldrin havt sæð, tí TÁ bleiv hon alvorliga bangin. Una "forsvann" bara, og eftir var bert eitt ljóð, júst sum tá bilarnir koyra sera skjótt á motorvegnum. Tá hugsaði Malan, hvat tær høvdu rótað seg út í :p Men tvætl, Malan var skjót aftaná. Hetta at loypa út var ein fantastisk kensla! Gott nokk føldist tad sum um vit skuldu doyggja fyrstu 5 sekundini, men eftir tað nýtti man bert túrin niður við ferðini 200 km/t. Vit fullu í fríum falli í 60 sekundir, frá 5 km til 1 km, og so kom fallskermurin út, har man har eftir so sveimaði í einar 4-5 minuttir. Lendar aftur og loystar frá manninum á rygginum runnu vit og lupu um hálsin á hvørjari aðrar, lættar um hjartað, at vit høvdu gjørt tað og enn vóru á lívið, men samstundis eisini fullar av adrenalini og vit kundu ikki halda uppat við at smílast. At síggja video og myndir av túrinum aftaná var sera skeg og vit gleða okkum til at vísa teimum har heima, hvussu djarvar vit eru, hehe :) Hetta var uttan iva tað feitasta vit báðar hava roynt, og vit eru vísar í, at hetta var ikki síðstu ferð vit báðar hava skydiva!! :) Komnar á hostellið aftur stoltar og fullar av adrenalini, fingu vit okkum at eta & hugnaðu okkum við fólkunum á bussinum, áðrenn leiðin gekk í song. Tað merkiliga var, at hvørja ferð man sum so ikki gjørdi nakað, so hugsaði man um skydive og allar detaljurnar vóru spældar umaftur sum ein videofilmur í okkara høvdum.
Dagin eftir gekk so leiðin til Queenstown, eisini kallað adrenalin-høvuðsstaðurin í heiminum. Á leiðini steðgaðu vit tó við Puzzling World, sum er eitt stað fult við ymiskum stuttligum aktivitetum. Her settu vit báðar, Anne-Sophie, Line og Solveig okkum fyri at loysa laybrintina, ið har var. Vit kláraðu akkurát sum einki at finna tey fýra hornini, sum man skuldi finna, men okkara størsti trpulleiki var at finna út aftur. Ein hálvur tími gekk, áðrenn vit funnu út aftur, men vit vóru hóast alt vælnøgdar. Næsta stop á leiðini til Queenstown var verðins fyrsta bungy stað frá 1989. Her skuldu nøkur so bungy-jumpa, vit hættaðu okkum ikki og vóru enn fullar av adrenalini frá okkara skydive. Komnar til Queenstown checkaðu vit so inn á hostellið saman við teimum donsku gentunum. Vit vóru so móðar, at vit løgdu okkum at sova og svóvu í góðar 4 tímar. So fingu vit okkum okkurt at eta, áðrenn vit so fóru saman við restina av fólkunum á bussinum út í býin at hava okkara farvæl-party, tí nú skuldu vit ikki fylgjast í bussinum longur. Hetta var eitt sera skeg kvøld, har vit ordiliga hugnaðu okkum. Á veg heima aftur úr býnum fingu vit okkum ein av teimum vælkendu Ferg-brugarunum, og hetta var veruliga besti burgari, vit nakrantíð hava smakkað. Næsta dagin í Queenstown brúktu vit uppá at skypa heim, vaska klæðir (vit høvdu ikki nógv rein klæðir eftir í ryggsekkinum, so hetta trongdi til) og annars slappaðu vit bara av og hugnaðu okkum við Anne-Sophie, Line, Solveig, Mike og Lauru. Hesi fimm hava vit fylgst við næstan alla okkara tíð her í New Zealandi og er hetta fólk, sum vit við vissu skulu møta aftur:) Triðja dagin fóru vit báðar, Mike, Laura og ymisk onnur ein túr til Milford Sound, sum er blivið valt til heimsins flottasta stað (tey, ið hava valt hetta, hava avgjørt ikki verið í Føroyum:p ). Vit høvdu høgar vónir til staðið og settu okkum væluppløgd í bussin hálvgum átta um morgunin. Tað tók uml.4 tímar at koyra til Milford Sound og fyrra partin av túrinum svóvu vit fyri tað mesta. Í Milford Sound skuldu vit ein crusie-túr við báti, sum skuldi sigla okkum runt. Møguleiki er á hesum túrinum ofta at síggja delfinar og pingvinar, men av tí at veðrið henda dagin var so keðiligt (tað var toka og piss regn), so sóu vit hvørgan av hesum, og tað vóru vit skuffaðar av. Til bar at hóma, at Milford Sound er eitt sera vakurt stað við vakrari nattúru, men hetta sóu vit tíverri lítið av! Tað besta á túrinum var buffet'in, sum vit fingu á bátinum - vit ótu okkum propp mettar og sum veruligir fjakkarir, so fyltu vit okkum taskurnar við breyði, frukt, sukur, smør, ketjup, mayonaise, salt og pipar .. haha :D Eisni var deiligt at hava fittu Mike og Laura við á túrinum og nýttu vit teirra selskap. Við í túrinum var eisini ein túrur í eitt undirvatnsaquarium, har man fer 10 metur undir vatnyvirflatuna og sær sjóðlívið har. Hetta var eitt serstakt upplivilsi. Aftaná crusie-túrin høvdu vit so ein fýra tímar busstúr heim, men nú var veðrið blivi betur og vit kundu nýta náttúruna úr bussinum. Eisini stytti tað um tíðina at vit hugdi eftir filminum 'The hangover' og flentu í kíki eftir honum. Afturkomnar til Queenstown gjørdu vit okkum okkurt at eta, og fóru síðani á Bar-crawl. Solveig hevði vunnið eina ølsmakking og hevði tískil vunnið eitt bar-crawl og øll sum vóru við henni fingu 20% av prísinum - hetta gjørdu vit okkum galt av og fóru saman við Mike, Lauru, Anne-Sophie, Line og Solveig sjálvandi. Sera hugnaligt kvøld :D
Sunnudagin í Queenstown slappaðu vit bara av, vóru seint uppi og fingu okkum so aftur ein middagslúr seinnapartin. Mike og Laura skuldu avstað næsta dagin, so tá tær donsku gentunar komu aftur frá teirra túri út til Milford Sound, so fóru vit øll út at eta indiskan mat. Vit báðar ótu gott Chicken Tikka Masala, sum Una hevði mungað eftir í fleiri dagar:) Aftaná vit høvdu etið sótu vit bert í kamarinum og hugnaðu okkum. So var tíð at siga fravæl við Mike og Lauru, hmpf :/ men vit hava havt tað sera hugnaligt saman við teimum og skulu heilt víst møtast aftur onkutíð. Solveig skuldi avstað morgunin eftir, so hetta gjørdist ein heldur syrgiliur dagur. Brádliga vóru vit bert 4 eftir! Síðsta dagin í Queenstown hugnaðu vit okkum við Line & Anne Sophie, spákaðu okkum ein túr eftir gágøtunum, vóru á Starbucks, á internet-café & gjørdu lekkran farvæl-náttara:) Seinni um kvøldið fóru Malan, Line & Sophie at spæla kort (Una var farin í song, tí hon føldi seg sjúka:( ). Tær sótu uppi og spældu til langt út á náttina - sera hugnaligt :) Næsta morgun skuldu vit so siga farvæl við donsku genturnar, og koyra frá Queenstown til Christchurch. Tað var ordiliga keðiligt at skiljast frá teimum, og undarligt at "bert" verða tvær aftur, eftir at hava verið ein 7-mans bólkur so leingi. Busstúrurin var langur, næstan 9 tímar! Una sat og las & Malan megnaði at sova næstan allan vegin - flott :p Komnar á hostellið checkaðu vit inn, og har fingu vit at vita, at ein feilur var gjørdur, soleiðis at vit noyddust at checka út aftur næsta morgun, og so bíða eftir einum kamarið, fyri síðan at checka inn umaftur - irriterandi!! Vit blakaðu taskurnar inná kamarið og avgjørdu at forkela okkum við at fara út at eta. Seinastu 2 vikurnar hava vit bert etið breyð við tun, egg & spaghetti við kjøtsovs :p Vit funnu eina matsovu, har Una bílegði sær ein búff og Malan BBQ spare-ribs- Mhhm, lekkur máltíð :) Komnar á hostellið sótu vit á netinum, inntil vit fóru í song. Una fór sindur fyrr í song enn Malan, tí hon hevur tað enn ikki gott. Vit noyddist sum sagt upp at checka út, og so sótu vit í receptiónini í fleiri tímar, áðrenn vit endiliga sluppu inn í eitt kamar aftur. Vit skype'aðu við tey kæru, løgdu myndir út & gingu ein túr í býnum :) So gjørda vit okkum náttara (Spaghetti við kjøtsovs sjálvandi:p), og nú sita vit so og skriva blog.
Niðurstøðan eftir vikurnar í New Zealandi er, at vit halda hetta verða eitt heilt fantastiska flott land, við ótrúliga stórslignari náttúru, alskyns spennandi tingum at uppliva & nógvum fittum fólkum :) Í New Zealandi keðir man seg bert, um man sjálvur vil tað! Vit hava fingið yvirvunnið óttar, tá vit valdu at hoppa úr einum flogfari, gingið á einum jøkli, búð hjá einum gomlum manni í ongamanslandi, havt regn, vind, kava, stilli & sól, og fingið vinir fyri lívið!:D Nakrar fantastiskar vikur, vit aldrin fara at gloyma :)
Í morginárini kl 07 gongur leiðin so til Sydney, har okkara ferð upp eftir eystursíðuni av Australia byrjar :D Vit gleða okkum sera nógv til hetta, og vóna so inniliga, at veðurgudarnir vera við okkum!:)
Hetta var tað fyri hesa ferð!
Cheers mates!!:D
- comments
Nina Hey tit báðar :) Sera góður bloggur, tit eru bara so óførar, og gera tað tit skullu, fáa upplivingar og vinir fyri lívið! Alt tað besta framyvri. Ynskir Nina
Eydis Góðu tit báðar. Sera áhugavert at lesa og tit uppliva mangt og hvat. Ynski tykkum alt tað besta og gott veður í Sydney. Ogur hava gott veður her í dag. Havi tað nú so gott. Heilsan Eydis