Profile
Blog
Photos
Videos
Heyhey!:)
Hesaferð fer bloggurin at snúgva seg um Airlie Beach og Whitsundays :) Vit fóru sum sagt í síðsta bloggi sera spentar við bussinum frá Kroombit Cattle Station til Airlie Beach, tí her skuldu vit møtast við Gurið og Gunnvu. Vit høvdu glett okkum sera nógv til at møta teimum, tí ikki bert var tað langt síðan vit høvdu sæð tær, men eisini tí at vit gleddi okkum til at møta fólki, ið kendu ein og so kundu vit endiliga tosa føroyskt við onkran aftur. Hetta høvdu vit, fyriuttan skype, ikki gjørt síðan New York, tá vit møttu Emil og Andrias. Eftir 10 tímar í bussi komu vit so endiliga til Airlie Beach um 17-tíðina. Vit checkaðu inn á hostellið, og fyri at dríva tíðina, til Gurið og Gunnvá skuldu koma, fóru vit undir brúsuna, rakaðu bein og tað heila, og tað endaði faktiskt við at vit keddu okkum so nógv, at vit fóru at gera búkøvilsir o.s.fr. :p At enda orkaðu vit ikki at sita á kamarinum longur, so vit fóru út at ganga ein túr. Komnar beint útum hostellið runnu vit okkum inn í Gurið og Gunnvu, og tit kunnu ætla vit vóru glaðar. Vit hálsfevndust fleiri ferðir og kundu næstan ikki trúgva, at vit endiliga vóru saman aftur. Tær checkaðu síðani inn, fóru undir brúsuna og so fóru vit niðurundir her á hostellinum at eta. Aftaná at hava etið sótu vit eina løtu og prátaðu um alt, ið vit høvdu uppliva inntil víðari :)
Dagin aftaná skuldu vit so byrja túrin út á Whitsundays-oyggjarnar. Veðrið var strálandi, sólin skein oman og niðan. Vit fóru á kontórið fyri at heinta okkara bordingpass til bátin, og har fingu vit at vita, at vit vóru blivnar uppgraderaðar til ein størri og betur bát, tí tað vóru ikki nokk av fólki á okkara báti. So har høvdu vit akkurát fingið 100 dollars ókeypis - ikki so galið at byrja morgunin soleiðis :) Vit fóru síðani at eta morgunmat, keypa okkum okkurt lekkurt at hava við umborð á bátin og síðani sótu vit bert og brúktu tíðina, til báturin fór. Tá klokkan nærkaðist tvey, bryjaðu vit so at ganga oman til bátin, har vit skuldu checka inn, áðrenn klárt var at fara umborð. Báturin vit skuldu við tók 53 ferðafólk, og var rímuliga stórur. Beinavegin man kom umborð sá man, at hetta nokk skuldi blíva ein góður og stuttligur túrur. Arbeiðsfólkini umborð vóru sera lívlig og fyrikomandi. Tað fyrsta vit gjørdu, tá vit komu umborð, var at fáa eitt sindur av upplýsing um, hvussu alt fyrigekk umborð, hvat var loyvt og hvat ikki var loyvt, hvussu skráin var fyri næstu dagarnir o.s.fr. Síðani settu vit okkum at spæla kort eina løtu, americaner sjálvandi - deiligt var at spæla americaner aftur, tað høvdu vit saknað :) Vit fingu lekkran mat kl.18.30, og síðani sótu vit á dekkinum og hugnaðu okkum og høvdu nakrar stuttligar kappingar, áðrenn leiðin gekk í song á midnátt.
Morgunin eftir skuldu vit upp kl. 06.30 at eta morgunmat. Aftaná morgunmatin fóru vit á Whitehaven strondina, sum er blivin vald til heimsins næstlekkrastu strond (lekkrasta strondin í heiminum finnist á phi phi oyggjunum í Thailandi, har vit eisini fara um nakrar vikur, hehe). Á Whitehaven gingu vit fyrst til eitt stað, har vit kundu hyggja yvir strondina og oyggjarnar, har rundan um. Hetta var eitt fantastisk útsýnið, lekkurt vatn og hvítar strendur. Aftaná løgdu vit okkum á strondina og slappaðu av eina løtu, og síðani gingu vit eitt sindur runt og hugdu, áðrenn vit fóru aftur á bátin at eta døgurða. Á strondini sóu vit bæði hajar og sting-rays. Aftaná døgurðan skuldu vit so út at snokla yvir Great Barrier Reef; hetta var einki minni enn fantastiskt og vit fingu sæð eina rúgvu av ymiskum litríkum fiskum & flottum koralrivi. Vit skilja væl, at Great Barrier Reef er valt til eitt av heimsins 7 undrum. Vit snorklaði í uml. tveir tímar, áðrenn vit fóru aftur á bátin, har vit løgdu okkum á dekki at sóla okkum, fóru undir brúsuna og síðani at eta. Á veg umborð á bátin aftur sóu Una og Gurið eina kempi skildpaddu! :) Um kvøldið sótu vit so aftur á dekkinum og hugnaðu okkum í góða veðrinum, spældu spøl og sovorðið nakað. Sera skeg var eisini at síggja delfinar svimja rundan um bátin, hetta var fyrstu ferð vit báðar sóu delfinar:)
Næsta dagin skuldu vit so aftur upp tíðliga at eta morgunmat og so at snorkla. Heraferð fóru bert vit báðar avstað - Gurið og Gunnvá orkaðu ikki. Hetta var ikki sama stað sum dagin áðrenn - her vóru fleiri og størri fiskar enn dagin áðrenn, men her vóru tó ikki so nógv sløg. Tá vit skuldu hoppa av speedbátinum sóu vit ein hval av einum fiski (hann var uml. 1 1/2 metur) - fiskurin eitur Elvis og hann er blivin fóðraður í tíggju ár, soleiðis at hann altíð er sama stað. Vit fingu eitt lítið flipp og tordu ikki úr bátinum, men tað endaði við at vit blivu skumpaðar í og so máttu vit bara klára tað. Hetta var allíkaval eitt feitt upplivilsi, fiskar vóru allastaðni og svumu enntá inn í brillurnar hjá okkum, hehe :) Harafturat komu vit sera tætt at Elvis :) Nú var so tíð til at fara aftur í land, men áðrenn lógu vit eina løtu og sólaðu okkum og so fingu vit at eta.
Komnar í land aftur vóru vit ótrúliga vælnøgdar við túrin og fóru glaðar aftur á hostellið. Vit løgdu okkum beint at sova, tí vit høvdu ikki fingið nógvan svøvn seinastu dagarnir, og síðan fóru vit at gera okkum klárar til after-party við fólkunum frá bátinum :) Hetta gjørdist eitt sera hugnaligt kvøld!!:D Áðrenn vit løgdu okkum at sova settu vit okkum fyri ikki at seta vekkarin, men bara sova, inntil vit sjálvar vaknaðu. Hetta hevði við sær, at vit ikki fóru upp fyrrenn kl. 14. Vit mugu hava verið nakað troyttar, hehe :p Henda dagin pissaði tað niður, so vit gjørdu ikki tað stóra. Fingu okkum "morgunmat", slappaðu av, hugdu eftir sjónvarp, spældu kort & so fóru vit at keypa inn til náttaran. Gunnvá & Gurið fingu sær pasta við tun & mais, og Malan & Una, haldið tykkum nú fast, spaghetti við kjøtsós :p Eftir hetta spældu vit aftur kort eina løtu, fóru niðurundir at vita, um nakað fólk var har (tað vóru tað ikki), og so fóru Gurið, Gunnvá & Una út ein túr. Vit tríggjar høvdu tað fantastiska skeg, og komu ikki heim fyrr enn langt út á náttina:D Malan lá í songini við migrenu, so hon fekk ikki komi við :/ Morgunin eftir fóru vit tíðliga upp at skype'a, og so fóru vit 4 ein túr í býin at hyggja eftir klæðum. Una fann sær ein kjóla, Gunnvá eitt shorts og ein topp & Malan ein niðurdeil :) Síðan fóru Gurið & Gunnvá í kamarið at pakka ryggsekkarnar, tí nú skuldi tær skjótt við bussinum víðari, øv bøv!!:( Við gjørdu okkum tortillas allar 4 sum farvæl-døgurða, og so var tíð at siga farvæl. Hetta var einki stuttligt og tað var ikki frítt, at nøkur tár vórðu feld :( Vit hava havt eina heilt fantastiska viku saman við teimum báðum; hava flent, prátað & tvætla fyri allar pengarnar :D Tit kunnu ætla, hvussu stuttligt tað var fyri 4 vinkonur at verða saman hinumegin jørðina! Og tað var eisini heilt ótrúliga stuttligt at verða saman við teimum úti á Whitsunday oyggjunum - hava veruliga fingið minnir fyri lívið saman við teimum :) Eftir at hava sagt bei, fingu vit at vita, at vit báðar ikki sluppu til Cairns morgunin eftir sum ætlað, tí har er yvirflóð og vegirnir eru lukkaðir. Øv umaftur! So vit fóru út & keyptu okkum okkurt lekkurt, og so lógu vit í songini og hugdu eftir sjónvarp alt kvøldið :) Morgunin eftir svóvu vit til klokkan 10, og so fóru vit upp at fáa okkum morgunmat. Eftir hetta lógu vit og slappaðu av eina løtu, áðrenn vit fóru ein túr út í býin fyri at dríva tíðina (keðiligt at verða strandaður), keyptu okkum bøkur osv. Komnar aftur á hostellið skrivaðu vit blog & fóru so at gera okkum náttara. Nú liggja vit so á hostellinum og hyggja eftir sjónvarp, og vóna so inniliga, at vit sleppa avstað herfrá í morgin (tað sær tó ikki alt ov gott út). Ikki er nógv annað at gera enn at vóna tað besta :D
Hetta var tað fyri hesuferð! Vónandi hava tit tað gott har heima :) Vit síggjast um bert 4 vikur!
Klemm, Malan & Una
- comments
Jonny Hey tit báðar! Deiligt at lesa tykkara blogg. Havi saknað at hoyrt um tykkara túr saman. Eg kann ikki ætla hvussu deiligt tað hevur verið fyri tykkum allar fýra at veri saman aftur. Havið tað gott og góðan túr víðari til Thailand :)
Eydis Hey aftur 3 fínir bloggar. Gott at lesa at tit hava tað gott. Nú telja vit alvorliga niður, til tit koma heim. Tað verður good. All the best og Jesus verið hjá tykkum. heilsan mamma